Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 181 - 23. september 2004 Nr. 181 - 23. september 2004 23 Giktafelag Føroya Fyrilestur um gikt í Norðurlandahúsinum Leygardagin 25. september kl. 15.00 verður skipað fyri fyrilestri í Klingruni í Norðurlanda- húsinum. Fyrilestrahaldarar: Tóra Arnadóttur sjúkrarøktarfrøðingur: Fólk, sum hava gikt, hava krav uppá nøktandi viðgerð. Svala Bjørgvinsdóttur, sosialráðgevi : Gikt, sálarlig og sosial árin, t.d stress og sorg av at hava fingið eina kroniska sjúku. Um kvøldið er møguleiki hjá limum í felagnum at møtast í MBF-húsinum til ein bita og tilmelding fer fram á tlf.310237 hósdagin millum kl.13.00 og 16.00. Nevndin Pedagogur Dagstovnurin í Kvívík søkir eftir pedagogi til at byrja 15. oktober 2004. Vit kunnu bjóða starv í einum lítlum stovni, har dentur verður lagdur á trivnað og gott samstarv og vænta vit eisini, at tú er áhuga/ur at skapa trivna,er kreativ/ur,og hevur góð samstarvsevnir. Starvið er hálvtíðarstarv. Starvið verður sett sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvs- royndir og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 30. september 2004. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk fyri- bils sett í starv. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Heina Holm, borgarstjóra, á tlf. 210294. Kvívíkar kommuna 340 Kvívík Tlf. 421294 Virkisbygningur til sølu! Virkisbygningurin á matrikulnr. 118b á havnar- lagnum í Oyndarfirði verður við hesum lýstur til sølu. Høvuðsbygningurin, har arbeiðshøll og kølirúm eru, er: 18,4 x 32,8 m = 604 fermetrar. Síðu- bygningurin har frystirúm, maskinrúm, toilettir, kantina og skrivstova er, er: 4,2 x 32,8 m = 138 fermetrar. Soleiðis er talan um 742 fermetrar tilsamans. Byggiár 1986. Høvuðskonstruktiónirnar eru stálrammur. Út- veggirnir eru løtt sandwich element sum eru klødd innan og uttan við litaðum stáli. Ímillum er bjálvað við skúmi.Tekjan er stálprofilplátur undir (loft) og omaná (tak).Z-profilar av stáli eru ásir og bjálva er við flammingo. Aðrir upplýsingar bygninginum viðvíkjandi fáast frá borgarstjóranum á tel.: 22 37 14 Møgulig boð skulu vera bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 5. okt. 2004 Bygdarráðið tilskilar sær rætt at velja ímillum tey innkomnu boðini, ella einki at taka. Oyndarfjarðar kommuna Tvangsauktion aflyst Det meddeles, at tvangs- auktionen fredag den 24. september 2004 kl. 09.30 over ejendommen matr. nr.: Tórshavn 862 g, beliggende Grønlands- vegur 20, Tórshavn, er aflyst. Retten på Færøerne, den 21.september 2004 Á Klaksvíkar Bókasavni er eitt starv sum barnsburðaravloysari fyri býarbókavørðin at byrja 15. november 2004, leyst at søkja Arbeiði fevnir m.a. um: • at taka sær av leiðsluni av bókasavninum • at arbeiði í útláninum • at skráseta og annað bókasavnsarbeiði Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður. Kunnleiki til EDV er neyðugur. Lønar- og setanartreytir eru sambært sátt- málan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita við at venda sær til Anniku Egholm býarbókavørð á Klaksvíkar Bókasavni, tlf. 455757. Umsókn, við avriti av prógvi og viðmælum skal sendast til: Klaksvíkar Bókasavn Postsmoga 45 700 Klaksvík Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 15. oktober 2004 Klaksvíkar Bókasavn Hús á Toftum til sølu Húsini eru í tveimum hæddum,miðhæddin er 70 fermetrar og loftið 41 fermetrar. Grundøkið er 604 fermetrar. Byggiár 1987. Húsini eru í góðum standi, standa í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi og við góðun útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Tlf. 423523 ella 723523 Aðalfundur Aðalfundur verður í hølum Havnar Telvingarfelags leygardagin 25. sept. kl. 14.00. Skrá sambært lógum felagsins. Talvsamband Føroya Lesið -so eru tit við! C M Y K 23 22