hósdagur 24. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
6
DANJAL AV RANA
29 ára gamli havnamaðurin, Rani
Herup, hevur eitt starv eitt sindur
út yvir tað vanliga. Teir eru kanska
ikki so fáir í tali, føroyingarnir, sum
eru tyrluflogskiparar, men neyvan
eru teir nógvir í tali, sum arbeiða
fyri amerikanska herin.
Tað ger Rani Herup. Starv hans
ara er at flúgva fyri amerikanska
herin og hernaðardeildirnar hjá
afrikanska samveldinum, sum
stríðast móti Joseph Kony og Lord’s
Resistance Army á markinum
millum Miðafrikalýðveldið, Suður
sudan og Demokratiska Lýðveldið
Kongo.
Tú hugsar kanska, at hann
er ein av hesum, sum leitar eftir
spenningi alla staðni hann er, og
sum kanska skuldi ynskt, at hann
sjálvur var amerikanari, so hann
kundi gjørt hertænastu í the
Armed Forces over there. Langt
frá. Róligur og sympatiskur greiðir
hann frá, at tað er mest sum av
tilvild, at hann nú er endaður við
at jagstra ein av kendastu brots
monnum í heiminum niðri í Afrika.
Rani Herup lærdi til tyrlu
skipara í Florida og tók síðani
eina eftirútbúgving í Danmark.
Beinanvegin hann varð liðugur,
fekk hann starv hjá Atlantic
Airways og gjørdist tyrluskipari
har einans 23 ára gamal. Í fimm
ár starvaðist hann fyri føroyska
flogfelagið, frá 2011 til 2015.
Hann valdi tá at royna nýggjar
leiðir og gjørdi sum mangir aðrir
føroyskir flog- og tyrluskiparar
og fór til miðeystur at arbeiða í
oljuvinnuni. Steðgurin í Katar
gjørdist tó stuttur. Oljukreppan
gjørdi um seg, nógv blivu uppsøgd
og sáttmálin hjá Rana Herup varð
ikki endurnýggjaður.
– Eg endaði tí aftur í Føroyum
eina tíð og søkti arbeiði ymsa staðni.
Eg sendi umsóknir ymsa staðni og
ein dagin kom ein teldupostur frá
einum felagið, sum bjóðaði mær
eina samrøðu. Stutt seinni hevði
eg fingið starv sum tyrluskipari í
Miðafrikalýðveldinum.
Rani Herup sigur, at royndirnar
frá tyrluflúgvingini í Føroyum
vóru tað, sum góvu honum ein
fyrimun fram um aðrar, ið søktu
starvið.
– Hjá Atlantic Airways hava
vit fingist við nógvar ymiskar
uppgávur. Tað er Medevac, leit
ing, bjarging, at lora ting upp og
niður úr tyrluni og ikki minst
náttarflúgving við náttarbrillum.
Hetta eru royndir, sum eru torførar
at fáa í offshoreflúgving í Dan
mark, til dømis. Tí dámdu teimum
væl mítt lívsrensl, greiðir hann frá.
Reinur óndskapur
Felagið, sum Rani Herup arbeiðir
fyri er ikki beinleiðis partur av
hernaðarligu átøkunum móti
LRA í økinum, men veitir tænastur
fyri herliðini. Kortini eru teir so
tætt knýttir at virkseminum, at
teir búgva inni á hernaðarleguni
í Obo í eystasta partinum av
Miðafrikalýðveldinum, tætt upp
móti markinum til Demokratiska
Lýðveldið Kongo og Suðursudan.
Teir taka tó ikki lut í sjálvum
hernaðarátøkunum.
– Uppgávurnar hjá okkum eru
fyrst og fremst tað, sum verður
nevnt Medevac, ella bráðfeingis
sjúkraflutningur. Tá kann tað
snúgva seg um hermenn, sum eru
Joseph Kony og LRA hava dripið 100.000 fólk og gjørt 60.000 børn til barnasoldatar.
Rani Herup hjálpir altjóða herdeildunum, ið leita eftir krígsovastanum í skóginum
millum Miðafrikalýðveldið, Demokratiska Lýðveldið Kongo og Suðursudan.
PERSÓNSSØGA
LEITAR EFTIR
HARÐRENDUM
KRÍGSOVASTA
Í AFRIKA
Miðafrikalýðveldið
Fyrrverandi franskt hjáland.
Gjørdist sjálvstøðugt í 1960.
Stødd: 622.984 km2
Náttúruríkidømi:
Diamantar, uran, timbur, gull, olja
Íbúgvar: 5,5 milliónir
Ættarbólkar: Baya (33%), Banda (25%), Mandjia
(13%), Sara (10%), aðrir bólkar (19 %).
Átrúnaður: innføddur átrúnaður (35 %), protestantar
(25%), katólikkar (25%), muslimar (15%).
40 prosent av íbúgvunum eru undir 14 ára gamlir.
60 prosent eru undir 20 ára gamlir.
Undir 10 prosent eru yvir 55 ára gamlir.
Landið hevur fjórð hægsta barnadeyðatíttleika í heiminum.