Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 7 komnir til skaða í skotbardøgum ella um lokalar parkvaktir, sum eru komnir í hóslag við veiðisníkar. LRA fíggjar part av virkseminum hjá sær við vørum frá ólógliga veiddum djórum, so sum fílabein­ um, greiðir Rani Herup frá. Joseph Kony, leiðari hjá LRA, er eftirlýstur av altjóða krígs­dóm­ stólinum. Hann er millum annað ákærdur fyri at burturflyta ungar dreingir og gentur. Genturnar gerast tænastukvinnur og sextrælir, meðan dreingirnir gerast barnasoldatar. Fyri nøkrum árum síðani valdi ameri­kanska stjórnin at herða royndirnar at fanga Joseph Kony. Tí er tað, at samstarvið millum hernaðar­ deildirnar hjá Afrikanska Sam­ veldinum og USA er komið í lag og at Rani Herup er tyrluskipari í Miðafrikalýðveldinum. – Tað, sum Joseph Kony og LRA gera, er ikki bara at drepa fólk, men er reinur óndskapur. Teir skera oyru og nasar av fólki. Teir brenna fólk livandi. Teir gera ungu dreingirnar til barnasoldatar. Onkuntíð fara teir nakað seinni aftur til somu bygd, sum dreing­ irnir eru tiknir frá og biðja tá dreingirnar um at oyðileggja býin og drepa og skemma familju sína, greiðir Rani Herup frá, sum hevur prátað við fyrrverandi barna­ soldatar, sum nú royna at gerast partur av samfelagnum aftur. Tað er tó ikki so, at tað er full- packed action allan dagin, hvønn dag. – Ein stóran part av tíðini eru vit í bíðistøðu. Vit skulu vera til reiðar at fara avstað nær sum helst, men tað er langt frá altíð, at nakað hendir. Onkuntíð fara vit á rannsóknarferðir, men tá fáa vit boð um tað nakað frammanundan. Mín gerandisdagur fer tí nógv við at taka mær av tyrluni, men annars bara at vera til reiðar. Kortini er hetta meira spennandi enn at flúgva millum boriplattformar í Norðsjónum, haldi eg sjálvur, sigur hann. Sjálv flúgvingin er eisini øðrvísi og fjølbroytt. – Her flúgva vit nokk so nógv tað, vit kalla taktiska flúgving. Tað vil siga, at vit flúgva við høgari ferð í lágari hædd, beint yvir trætoppunum. Orsøkin til hetta er einføld – tá eru vit verri at raka, tí vit eru styttri tíð í sjónarfeltinum hjá fólki. Flúgva vit hægri, síggjast vit í longri tíð og verða tí lættari at raka, um nakar skuldi roynt at skotið eftir okkum. Um náttina flúgva vit uttan ljós og brúka náttar­brillum, sigur hann. Tað er altso ikki heilt vandaleyst. Umframt at vápnaðir bólkar reika um í økinum, eru sjálvandi eisini fleiri nátúrligir vandar. – Sjúka drepur eisini nógv fólk har niðri, til dømis malaria og gulfepur. Sjálvur taki eg tablettir móti malaria, men nógvir hermenn eru deyðir av sjúkuni. So mugu vit eisini ansa okkum fyri slangunum. Nógvar deyðiligar slangur eru í økinum og verður tú bitin av onkrum teirra, so er so gott sum einki at gera. Tí mugu vit altíð kanna songina og undir songini áðrenn vit 29 ára gamli Rani Herup flýgur tænastur fyri amerikanska herin í Miðafrikalýðveldinum Mest eftirlýsti maður í Afrika FBI hevur hann á listanum yvir teir 10 menninir, teir helst vilja hava fatur á. Joseph Kony er leiðari hjá Harrans Mótstøðuheri (Lord’s Resistance Army, LRA), ein geriljabólkur, sum fyrr var virkin í Uganda. Hann sigur seg vera Guds talsmann og ein andaligan millummann, íbúgvin av 13 ymiskum andum. LRA ynskir at seta ein teokratiskan stat á stovn undir leiðslu av andaliga leiðaranum Joseph Kony. LRA byrjaði stríð sítt í 1986. Sìðani tá eru tvær miljónir fólk farin til rýmingar undan hernaðarliga stríðnum hjá bólkinum. Mett er, at 66.000 børn eru vorðin barnasoldatar í LRA, meðan bólkurin hevur dripið út við 100.000 fólk. Longu í 2005 ákærdi Altjóða Krígsdómstólurin Joseph Kony fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Síðani 2006 hevur LRA ikki verið virkin í Uganda, men hevur flutt virksemi sítt til Demokratiska Lýðveldið Kongo, Miðafrikalýðveldið og Suðursudan. Seinastu árini er virksemi hjá LRA minkað nógv og væntandi er bólkurin sjálvur viknaður nógv. Nú sigst, at einans nakrir fáir hundrað stríðast enn fyri LRA. Joseph Kony gjørdist kendur av nýggum í 2012, tá ein dokumentarfilmur varð gjørdur, nevndur Kony 2012. Tað var felagsskapurin Invisible Children, sum ynskir at varpa ljós á ræðuleikarnar, sum LRA ger móti børnum. Framhald á síðu 8