hósdagur 24. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
8
leggja okkum, eins og at vit altíð
hyggja aftur um vesikummuna, tá
vit fara á ves. Eingin ynskir at sit
á vesinum, tá ein slanga brádliga
kemur skríðandi millum føturnar
á tær, sigur Rani Herup.
Óvusligt fátækadømi
Obo er ein lítil bygd eftir afri
kanskum máti. Einans gott 12.000
fólk búgva í fjarskotnu bygdini.
– Tað er ikki eitt stað, sum fólk
vitja. Fyrst og fremst tí at økið
er vandamikið, útlendingastýrið
mælir fólki frá at vitja í økinum,
tí at í øllum trimum londunum er
borgarakríggj ella hernaðarligir
bólkar, ið royna at vinna vald yvir
økinum. Harnæst er tað torført
at náa. Einasta orsøkin til at vit
sleppa hagar, er at vit kunnu
flúgva við tyrlum og lítlum propell
flúgvarum, sigur Rani Herup.
Íbúgvarnir í Obo eru sera
fátækir. Tað er langt burtur frá
høvuðsstaðnum og nøkrum van
ligum vælferðartænastum, so sum
sjúkrahúsum.
– Allar flestu fólkini í Obo búgva
í leirsmáttum og liva fyri undir
ein dollara um dagin. Ein partur
av íbúgvunum hava HIV/AIDS.
Miðallivialdurin í øllum landinum
er eini 50 ár, men hesin parturin
av landinum er tann, sum dregur
miðaltølini niður. Yvir helvtin
av fólkinum eru undir 20 ár og
fá teirra hava nakra nevniverda
skúlagongd, sigur hann.
Hann ristir við høvdinum eina
løtu.
– Nú er tað so galið, at ein flótta
fólkalegu er stovnað stutt frá
býnum. Hon er á stødd við tveir
fótbóltsvøllir og har skulu eini
5.000 fólk búgva. Tey eru flýdd úr
Suðursudan. Eg hugsi bara, at um
tú flýggjar til Miðafrikalýðveldið,
so má standa heilt ræðuliga illa til
haðani tú flýggjar.
Fullkomin ruðuleiki
Obo er langt frá stjórnini í Bangui,
høvuðsstaðnum. Hetta merkir
eisini, at valdið, sum stjórnin hevur
í Obo, er mest sum bert eiti.
– Her valdar í stóran mun lóg
loysi. Tað er her, mørkini millum
londini eru, men har er einki
markaeftirlit av nøkrum slag.
Vápnaðir bólkar ferðast millum
londini sum teir vilja og gera,
sum teir vilja. Í so máta er tað
ein tryggleiki fyri íbúgvarnar í
Obo, at ein hernaðarlegu hjá USA
og Afrikanska Samveldinum er
í bygdini. Tey óttast, hvør hevði
komið, um vit fóru. Her er nógvir
aðrir bólkar at óttast enn bara LRA,
sigur Rani Herup.
Hesin parturin av Afrika er
mest sum ein stórur skógur,
sum strekkir seg um ein stór
an part av Demokratiska Lýð
veldinum Kongo, meginpartin
av Miðafrikalýðveldinum, inn í
Suðursudan og yvir til Uganda.
– Tað er ógjørligt at finna fólk,
sum ikki vilja verða funnin, í hesum
økinum. Tá vit flúgva í tyrluni,
kunnu vit flúgva í tímar uttan at
síggja annað enn trætoppar, so
langt eygað røkkur, sigur hann.
Tilvildarligu landamørkini, sum
evropisku stórveldini avgjørdu, tá
tey lutaðu heimspartin millum
sín, hevur ikki gjørt støðuna betri.
Fólkasløg vórðu skild sundur og
brádliga gjørdust stórir fólka
bólkar meiriluti í eini tjóð, men
minniluti í grannatjóðini, tí ein lítil
leivd varð, tá markið bleiv teknað á
skrivstovuni.
– Í Afrika er eingin ivi um,
at ættarbólkur og familja eru
týdningarmiklari enn tjóðskapur.
Og tað sæst aftur í nógvum av
stríðnum, sum hevur verið her.
Ávirkanin frá vesturheiminum
er tíverri ikki avmarkað til
leivdirnar av hjálandatíðini.
Enn í dag koma vesturlendskar
fyritøkur inn og royna at fáa ræði
á náttúruríkidøminum í pørtum
av Afrika. Sjáldan gera tær ting
betri, sigur Rani Herup. Alt snýr
seg um at hava atgongd til røttu
persónarnar – og tá er reiður
peningur besta loysnin.
Uppgávan at fanga Joseph
Kony er ikki tað, sum drívur verkið
hjá Rana Herup í Afrika.
– Fyri meg er hetta eitt starv. Vit
eru ikki á hermótinum sjálvum, har
eru nøkur lið ímillum. Samstundis
eri eg nokk so realistiskur. Eg ivist
ikki í, at um vit taka ella drepa ein
herhøvdinga, so stígur ein nýggjur
fram stutt seinni. Eg eri her fyri
upplivilsi. Eg eri bara glaður um, at
eg eri sloppin at vitja eitt stað, sum
flestu onnur aldrin sleppa at síggja
ella uppliva, sigur Rani Herup.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
29 ára føðingardagurin hjá Rana Herup var hildin í telti hansara í Obo
Hermenn frá Afrikansku Samveldisstyrkini hvíla seg. Vápnini eru tó altíð til reiðar
Rani Herup royndi
at bjarga hesi
sjimpansuni frá
at verða etin. Ein
dagin varð hon
stolin frá honum
Útsýnið úr tyrluni.
Ikki er lætt at finna
fólk, sum goyma seg
í skóginum í Afrika
PERSÓNSSØGA