Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 10 Flogferðsla TEMA SÓLVIT E. NOLSØ T að verður nógv sagt og skriva um Atlantic Airways. Nógv finnast at hvussu dýrt tað er at flúgva við felagnum. Nógv finnast at hvussu fá støð, felagið flýgur til. Nógv finnast at, at tað ikki longur ber til at fáa ókeypis rúsandi løg umborð á fløgførunum. Hóast tað, so eru vit øll samd um, at Atlantic Airways hevur eina sera stóra og umráðandi uppgávur, ið tey røkja okkara vegna. Ánarin av Atlantic Airways eru vit øll. Føroya Landsstýri eigur fel­agið, ið ger okkum øll sum eig­ arar í veruleikanum. Atlantic Air­ways hevur eisini ein breiðari arbeiðssetning enn bert at veita ferðir av landinum. Tað ásannar Jóhanna á Bergi í samrøðu við blaðið. Tað hevur við sær, at tey mugu røkja uppgávur, sum onnur flogfeløg sleppa frá, men tað taka tey fegin við. Tjóðveldi á Fólktingið hevur gjørt eina kanning um týdningin av flogvinnuni í Føroyum. Kanningin er gjørd í samband við eina hoyring, ið skal verða í Fólkatinginum í desember. Danska Fólkatingið skal tosa um eina vakstrarætlan fyri flog­vinnu, sum Føroyar gerast ein partur av, tá flogferðsla enn er eitt felags øki. Vakstrarætlanin fevnir í veru­leikanum um alt Evropa. Tað er ES, ið hevur sett skjøtul á arbeiði, tí flogvinna í øllum Evropa er undir trýsti frá øðrum pørtum, ið útvega tænastur og ferðir bíligari enn tey evropisku londini klára. Talan er serliga um feløg úr Asia. Fyri at verja seg ímóti hesum, hevur ES sett arbeiði í gongd, at fáa kann møguleikarnar fyri tí evropisku flogvinnuni at veksa og kunna standa seg í tí altjóða kappingini, ið ger seg galdandi. Magni Arge, fólktingsmaður í farloyvi, sigur kanningin vísir heilt greitt, at flogvinnan hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin. Ferðavinnan uppiheldur 465 størvum og er 2.6% av BTÚ tilsamans. Tað eru einans Ísland og Ír­land, har flogvinnan lutfalsliga gevur meir til búskapin, enn hon ger í Føroyum. Magni Arge sigur, at tað vísur hvussu stóran týdning flog­vinnan hevur. Ikki bert fyri Atlantic Airways sjálvt, men eisini fyri avleiddar vinnur, ið veita yms­ ar tænastur. Kanningin, ið eitur Luftfartens Økonomiske Fodtryk, staðfestir eisini, at hóast flogvinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og fyri føroyska búskap, so eru átøk, ið eiga at raðfestast. Tað er við tí fyri eyga, at veksa enn meira um vinnuna og at gera hana klára til framtíðar avbjóðingar. Ein avbjóðing er vaks­andi ferðafólkatalið, sum fer at nærkast eini 400.000, um for­ sagnirnar halda, ið er ein øking á meir enn 100.000 ferðandi. Ein kanning hjá niðurstøðuni vísir, at millum annað eigur politiska skipanin, at orða eina strategi saman við vinnuni, ið vísir á hvørja leið ein vil fara og hvørji átøk mann vil taka fyri at menna vinnuna. Í blaðnum í dag hava vit sam­ røðu við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Atlantic Airways. Hon sigur, at í Atlantic Airways eru tey greið yvir avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman, men tey eru eisini klár at taka tær á seg. Sum einasta føroyska flogfelag, hvørs eigari er landsstýrið, so vita tey eisini, at teirra leiklutur er ikki bert at veita ferðir, men at tey hava eina samfelagsskyldu at menna eina vinnu og útvega vitan. Tað ábyrgdina taka tey eisini við. Vit hava eisini samrøðu við Poul Michelsen, ið hevur ábyrgd av okkara tjóðarfelag sum lands­ stýrismaður í vinnumálum. Hann vís­ir á, at politiska skipanin í Føroyum hevur greiðar ætlanir um at menna flogfelagið og flog­ vinnuna. Hann sigur, at tað skal tó gerast eftir okkara egna leisti og ikki sum viðhangari hjá onkrum øðrum. Tískil hevur landsstýrið sett sær fyri, at fáa ein aktivan leiklut í altjóða felagsskapum og millum annað at yvirtaka loft­ rúmið, so vit fáa útvega okkum sjálvum tað vitan og førleikar, ið krevjast fyri at víðarimenna okkara flogfelag og flogvinnu. Tað er áhugavert at leggja merki til, at bæði Jóhanna á Bergi og Poul Michelsen vísa á, at fyri at hava betri møguleikar at menna seg meira, er neyðugt við eini útvíðkan av altjóða samstørvum og at gerast ein partur av tí evropiska sam­ starvinum innan flogvinnu, so staðfestast kunnu fleiri rutu­sam­ bond uttanfyri Føroyar. EIN FLOGVINN Í MENNING Hvat skal til fyri at menna okkara flogvinnu? ES hevur sett kann­ ingar í verk fyri at kann hvørji átøk kunnu gerast fyri at menna vinnuna í Evropa, ið er hótt. Hvat kunnu vit gera í Føroyum?