hósdagur 24. november 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
19
KLUMMAN
Simona Weihe
Heilsa og tryggleiki
S
o leingi eg havi havt bil, so leingi
havi eg goldið fyri at tryggja meg
sjálva, bilin og tann ella tey, eg
møguliga kann skaða í ferðsluni.
Havi harafturat tryggingar fyri alt
møguligt. Tað er gott og trygt.
Alt mítt vaksna lív havi eg við gleði
goldið sjúkrakassa, síðan heilsutrygd og
harafturat yvir skattin til heilsuverkið.
Havi livað í tí trúgv, at eg so var eg tryggjað,
skuldi eg fingið brúk fyri heilsuverkinum.
So kom dagurin at eg fekk brúk fyri mínari
almennu heilsutrygging. Men hvat hendir?
Bíðitíðin at sleppa til serlækna er frá einum
til hálvtannað ár. Tað vil siga, at eg skal bara
lata standa til hesa tíðina, hóast vandin
fyri avleiddum brekum í bíðitíðini ikki er
óvæntandi.
Sjálvsagt vil eg ikki útseta meg fyri at fáa
skavankar av bíðitíðini. So eg fari beinan
vegin til serlækna, sum arbeiðir privat. Og
gjaldi tað tað kostar.
Men men! Hetta er ikki í lagi. Um heilsu
verkið ikki fungerar, hví skal eg so gjalda
fyri tað? Sjálvsagt forvænti eg mær tað
sama av heilsuverkinum, sum eg forvænti
av tryggingarfelagnum.
Vit hoyra javnan umberingar frá leiðsluni á
LS um at ongin fæst at arbeiða har. Tað er
ikki so løgið, eru sømdir og umstøður eru so
vánaligar sum tað ljóðar.
Hetta leiðir aftur til tryggingarspurningin.
Kanska er tíðin komin til broytingar, tá vit
»tryggingartakarar« ikki fáa tað, vit hava
goldið fyri.
Pengar mangla ikki í landinum, men
prioriteringarnar eru broyttar. Samstundis
sum vit ikki hava ráð til at reka heilsu
verkið forsvarliga, so hava vit ráð til allar
møguligar og ómøguligar nevndir. Vit
hava ráð til Landsbanka. Vit hava ráð til
Váðaráð. Vit hava ráð til Búskapargrunn.
Vit hava ráð til sendistovur. Vit hava ráð til
talgildingarstovn. Vit hava ráð til at hava
eini 30 fólk arbeiðandi í Heilsumálaráðnum
og Heilsutrygd. Vit hava ráð til dýrt inn
rættað høli til umsiting. Og nógv nógv
annað …
Kanska er alt hetta neyðugt. Eg skal ikki
kunna døma um tað. Men sum sagt, kanska
er tíðin er komin, at vit gera upp við okkum
sjálv, um partar av heilsuverkinum, sum
ikki fungera, skulu privatiserast, so kunnu
vit tryggja heilsuna á sama hátt sum
bil ella hús. Veruleikin í dag er, at bæði
arbeiðspláss og privatfólk hava privatar
heilsutryggingar. So onkur hevur langt
síðan fingið eyga á tørvin. Er tað komið har
til, at neyðugt eru við privatari trygging, so
er ikki rímiligt at gjalda til Heilsutrygd og
Heilsuverkið á tann hátt vit gera í dag.
Størstur av
hesum er
kærleikin
Eyðun av Reyni hevur prýtt
Kærleikskúluna 2016.
Listin er einføld í ár í mun til
onnur ár. Tríggir ferningar
á kúluni í reyðum, bláum og
grønum liti.
- Myndirnar ímynda himmalin,
vónina og kærleikan og eru
ein arvur frá aldargomlu
kristnu mentanini og bera í sær
stóra styrki. "Men størstur av
hesum er kærleikin, ið gevur
frælsi at liva lívið - tengt at
ábyrgd og skyldu mótvegis
medmenniskjum okkara.
Hjálpsemi mótvegis øðrum
sameinir fólk kring heimin og
skapar ringar í vatninum. Tað
finst óendalig styrki í hjálpsemi
móti øðrum. Tað sambindir
okkum menniskju og setur
spor. Vælvild og hjálpsemi eru
kærleiki. Góðgerðin í heiminum
móti medmenniskjum í neyð
broytir nútíðina og skapar eina
vón fyri framtíðina, segði Eyðun
av Reyni, tá hann legði fram
kærleikskúluna í ár.
Uppgávuna fekk hann tillutaða
í mars mánað, og um ein mánað
seinni hevði hann greitt fyri sær,
hvat hann ynskti at gera.
- Eg gjørdi nógvar skitsur at
byrja við, men lendi at enda á
hesum einfaldu útgávuni, sigur
hann.
Eyðun av Reyni greiðir frá, at
hann legði seg eftir at finna røttu
litirnar frá byrjan.
- Litirnir fáa okkum at minnast
ávíst, vit seta ávís ting í samband
við ávísar litir. Litirnir hava
eisini ymiskan symbolskan
týdning og sami litur kann
merkja ymisk ting. Reyði liturin
ímyndar kærleika, men vit tosa
jú eisini um at fara upp í reyða
feltið, sum merkir nakað heilt
annað. Tí mátti eg eisini brúka
tíð til at avgera, hvat ymisku
litirnir ímynda á kúluni, sigur
hann.
Blaðstjóri tríggjar mánaðir í fongsul
Fyrrverandi blaðstjórin á Se og Hør, Henrik Qvortrup, varð fyri løtu síðani dømdur í fongsul í málinum um, at blaðið hevur gjøgnum ta sonevndu tys-tys-
kelduna, fingið upplýsingar umvegis gjaldkort, hvar kend fólk hava ferðast. Persónurin handan tys-tys-kelduna, Peter Bo Rasmussen, er dømdur í fongsul
í eitt ár og seks mánaðir, og hald verður lagt á 365.000 krónur Henrik Qvortrup, sum var blaðstjóri á Se og Hør, verður dømdur eitt ár tríggjar mánaðir í
fongsul. Hann skal í fongsul beinanvegin at sita tríggjar mánaðir av dóminum. Restin av dóminum er treytaður.