Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 18 Tvær appir, sum eta streym Brúkar tú Facebook og Facebook meesanger, hevur tú ivaleyst uppdagað, at báðar appirnar eta óhugnaliga nøgdir av streymt. Nú hevur heimasíðan TechWorldZone kanna málið og tað vísir seg, at tú fært heili 20 prosent meira streymtíð, um tú velur at fara á Facebook og kjatta á øðrum tólum. Tað krevur sjálvandi, at tú slettar báðar appirnar. Kongamorð í Havn sum yrking 1. Nú er valið farið eitt sindur um sýn, og fólk hava fingið ondina aftur. Eitt val, har snildini ikki vóru so fín og framferðarhátturin ikki so rættur. 2. Heðin er populerur, tað má sigast. Hann gjørdist jú toppskorari enn einaferð. Men tað, sum fyrst er uppi, endar skjótt niðast, tá man livir í eini politiskari verð. 3. Onki at siga til, at havnarfólk eru óð - ein avtala varð jú brotin. Annika gjørdi onki ólógligt, men vísti tó, at politikkur kann vera nokk so rotin. 4. Annika fekk eina striku í sítt trúvirði, nú hon á henda hátt læt seg selja. Serliga tí hon skinklaði árið fyri, tá hon ivaðist hvønn flokk, hon skuldi velja. 5. Talan er tó um tvær ymsar støður, har hon frá sínum trúvirði veik. Nú snýtti hon bert Javnaðarflokkin yvirhøvur, meðan í fjør var tað sínar veljarar, hon sveik. 6. Tó skal sigast, at tað er nokk so løgið, at tey nývaldu skulu skunda sær at lova - fongd við bæði svongd og møði - eitt samstarv, áðrenn tey fara at sova. 7. Tað, sum í landspolitikki tekur fleiri vikur, Skal í býráðspolitikki orðnast yvir nátt. Milliardir býtast út av tí, sum er kvikur. Tað kann aldrin í verðini vera gott. 8. Ónøgdin var so ovurhonds stór hjá eldri og hjá ungum, at stórur skari oman á Vaglið fór at mótmæla heysi við tveimum tungum. 9. Heðin átti ikki at blivið so kløkkur - hann hevur sjálvur tað sama gjørt og veit tí, at erligheit einans røkkur, so leingi man fær sítt egna gjøgnumført. 10. Um Heðin var eitt sindur smartur, takkaði hann stillisliga fyri seg í staðin fyri at vera sartur og hótta við at gera fortreð. 11. Verður Heðin ein onnur nissa, sum fer at spæla hund á Løgtingi, so fer hann alla ta virðing at missa, ið hann sum borgarstjóri hevur fingið. 12. Hví hartar Heðin eisini Høgna og Poul, at flokkar teirra tóku valdið? Áðrenn lokabragdið var hjá Heðini onki skról, at hann Framsókn og Tjóðveldi ikki uppí taldi. 13. Tó er løgið, at Bergun fór at suffa, tí hon uttan Heðin mátti rýma. Í politikki skal man ikki blíva skuffað, at man noyðist at bíða til triðja tíma. 14. Nógv er skrivað, at okkurt má henda. At úrslitið má fáa eitt eftirspæl. Fólk ynskja eitt signal at senda, so sama ikki hendir við næsta val. 15. Summi fólk eru farin at meta, at tey ynskja ikki løgtingsfólk til borgarstjóra. Men hvar skal man so markið seta? Við stjórar, leiðarar, reiðarar ella okkurt fjórða? 16. “Heðin skal vera borgarstjóri”, siga fleiri, “yvir 2000 valdu jú á hann at stemma. Annika fekk bara 300 pluss nakrar meiri, og tí skal Heðin í Havn bestemma.” 17. At gerast toppskorari hevur tó onki at siga. Tað lærdu vit, sum árini gingu. Lisbeth, Heðin, Jógvan vórðu øll ov løtt vigað, tá tey í 1996-2004 ongan borgarstjóra fingu. 18. Tíbetur hava vit siðvenju við samgongupolitikki, har fleiri flokkar finna felags stig. Hetta er fólkaræði, tá tað kemur til stykkið, heldur enn at størsti flokkur ræður í frið. 19. Beinleiðis val av borgarstjóra hevði kostað dýrt serliga fyri flokkarnar við limum fáum, tí hóast man hevði ynskt ein av hesum at stýrt, stemmaði man heldur av taktiskum ávum. 20. Hetta síggja vit í USA, har tað búgva 300 milliónir. Har eru fólk bæði hvít, svørt og reyð. So fjølbroytt eru fólkini, og tó eru teirra vónir einans fest í valevni tvey. 21. Hvat nýggja samgongan fer at gera, eri eg annars nokk so spentur uppá. Kvinnurnar tykjast skilagóðar at vera, og man teimum kjansin tí geva má. 22. Annika fer at gera kanónval um fýra ár, hóast hon fleiri borgarar hevur sært, tí tað, sum vit vistu í dag og í gjár, er, at søgan hevur okkum onki lært. Óli Jákup Jacobsen Hetta hendir... MANGT OG HVAT Jógvan Isaksen hevur skrivað tíggindu søguna um Hannis Martinsson, sum hesaferð nevnst »Drotningarringurin«: Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við. Somu dagar, sum Margretha drotning vitjar í Føroyum, fara harðligar hendingar fram. Ein kavari verður funnin deyður við kongaskipið, og ein fyrrverandi katólskur prestur verður stungin til deyðis. Líkt er til, at stór virðir eru krógvaði í Føroyum, og at hesi hava samband við tann máttmikla nazistin Martin Bormann, sum hvarv aftan á kríggið. Træðrir eru eisini aftur til bæði Sjúrðarkvæðini og Føroyingasøgu. Hannis Martinsson er sum ikki einaferð í andglettinum. Nú kemur tíggjunda søgan um Hannis Martinsson Øll hava vit ymiskar mátar at úttrykkja tað, sum vit hava uppá hjarta. Ein teirra, sum hevur sett orð á stórhendingarnar á Vaglinum herfyri, er Óli Jákup Jacobsen. 22. ørindi um Anniku og Heðin. Annika og Heðin