Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 17 NA VIÐ HÚS NI UM KYNSLIGAN ÁGANG sigur Rigmor N. Arge og vísir á, at tað eru børn heilt niður í barns­garðsaldur, sum skulu læra um mørk og at siga frá, um eitt hvørt órætt hendir. Tosið um seksuella lívið eisini Tey flestu vaksnu hava fyrr ella seinni verið vitni til, at børn spyrja, hvussu man ger børn. Fyrr varð sagt, at tey komu frá Gudi ella frá storkinum. Men sambært Rigmor er tað frægast at vera erligur, tó búningin hjá barninum spælir ein stóran leiklut. – Vit skulu siga, at foreldrini hava gjørt barnið, tí tey elska hvønn annan. Og ikki royna at hússja børnini niður, tá ið tey eru áhugað í spurninginum, sigur Rigmor N. Arge. Kynsligt sambandið við onnur er ein stórur partur av at vera menniskja, og tí er um­ ráðandi, at foreldur ikki ræðast at siga sum er. – Vit skulu sjálvandi varða okkum við at tosa eitt mál, sum barnið skilur. Tá lítla 2-3 ára gamla barnið byrjar at spæla við kynsgøgnini skulu vit siga, at ja, hatta eigur tú og bara tú. Tá tey gerast eldri og forvitnast um, hvussu børn blíva til, kunnu vit siga, at tað er úr kærleika. Og eldri tey blíva meira kunnu vit siga. Til dømis kunnu vit greiða frá egginum og sáðnum, sum eru upphavið til børn, sigur Rigmor N. Arge. Ikki vandi við at bróta tøgnina Hóast tað kennist alt annað enn rætt at tosa við síni børn um so trupul mál, so er kortini neyvan nakar vandi á ferð. Tá ið umræður kjakið um kynsligan ágang heldur Rigmor, at við at seta orð á tað læra vit børnini at seta síni egnu mørk. – Vit læra børn um, at tað er vandamikið í ferðsluni. Tað merkir ikki, at børnini fara at ræðast hvønn einasta bil tey síggja. Eins er tað við spurninginum um kynsliga ágang. Børnini nýtast ikki at ræðast øll vaksin, bara tí tey vita um kynsligan ágang, sigur Rigmor N. Arge. Samstundis heldur hon, at við at tosa opið um spurningin um kynslív og spurningin um kynsligan ágang, er tað viðvirkandi til, at børnini sjálvi læra at seta síni mørk. – Tað kann eggja til, at barn­ið til dømis sigur í barnagarðinum, at tað heldur vil turka sær sjálvum enn at lata onnur gera tað. Og tað er eisini í lagið, sigur Rigmor N. Arge. Vit kenna øll ræðusøgurnar um, at tosa vit ov nógv um kynsligan ágang, so kunnu vit síggja trøll á alljósum degi, og pápar og abbar byrjar at halda seg frá børnunum í ótta fyri, at onkur fer at fáa ein illgruna um ágang. – Tað er umráðandi, at vit ikki blíva hysterisk um hetta evnið. Vit skulu ikki mistonkja øll fyri vera pædofilar. Vit skulu heldur bara tryggja okkum, at okkara børn vita, at um nakað slíkt skuldi hent, so skulu tey siga frá og siga tað við foreldrini, sigur Rigmor N. Arge. Og júst hetta við, at børnini skulu kenna til evnið og vita um mørkini er tann mest umráðandi parturin. – Aloftast eru tað fólk, sum børn­ini hava álit á, sum fremja kynsligan ágang. Og helst eru tað fólk, sum foreldrini eisini hava álit á. Tí er tað lætt at ímynda sær, at barnið ikki torir at siga nakað. Serliga, um barnið ikki hevur fingið at vita, at slíkt undir ongum umstøðum er í ordan ella er skuldin hjá barninum, greiðir Rigmor N. Arge frá. – Tosið opið um kynsligan ágang. Latið børnini í til at verja seg sjálvan, um tað skuldi hent. Fangið eisini teirra áhuga fyri kynsgøgnunum og verið erlig uttan at vera vulger, sigur Rigmor N. Arge og undirstrikar, at tað er frá foreldrunum, at børnini skulu læra at seta mørk. Og júst læran um at seta mørk kann vera tað, sum bjargar barninum frá at bera eitt ræðuligt loyndarmál. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Sig við barnið, at onkuntíð taka vaksin í pissilingin ella pissikonuna, ella vilja tey hava, at børnini gera tað við tey vaksnu. Og tað má man ikki, greiðir Rigmor N. Arge frá