hósdagur 24. november 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
16
BRÓTIÐ TØGNI
– VIT MUGU TOSA VIÐ BØRNIN
Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur:
– Tað er ótrúliga týdningarmikið,
at vit seta orð á kynsligan
ágang og seksualitet sum heild,
heima við hús, sigur Rigmor
N. Arge, sálarfrøðingur
KYNSLIGUR ÁGANGUR
BARBARA HOLM
K
ynsligur ágangur
er eitt evni, sum er
frammi í almenna
rúminum við jøvnum
millumbili. Aftur nú hevur
evnið verið frammi, nú eitt mál
um kynsligan ágang er endað
hjá løgregluni. Hóast meldaði
maðurin ikki er skuldsettur enn,
so hevur tað fingið avleiðingar á
tann hátt, at HB hevur útihýst
meldaða mannin frá hølum
felagsins.
Síðani syrgiliga málið endaði
til umrøðu í miðlunum, eru tey
ivaleyst nógv foreldur, sum hava
sett sær sjálvum spurningin um,
hvørt tey skulu orða hendan
trupulleikan við síni børn.
Og svarið er einfalt, um tú
spyr Rigmor N. Arge, sálar
frøðing.
– Tú skalt absolut tosa við
tíni børn um kynsligan ágang,
sigur hon.
Rigmor N. Arge hevur arbeitt
nógv við júst hesum økinum, og
hennara fatan er púra greið.
– Vit tosa við børn okkara um
fleiri av lívsins vandum. Og vit
noyðast eisini at tosa við tey um
kynsligan ágang, hóast tað kann
vera trupult, sigur Rigmor N.
Arge.
Halt teg til fakta
At seta orð á nakað so óhugs
andi, er ivaleyst trupult hjá flest
øllum foreldrum. Men tá tú fert
at tosa við barn títt um tað, sum
helst flest okkara halda vera tað
mest ræðuliga ein kann hugsa
sær, so eru umráðandi at halda
seg til fakta.
– Fyri at tryggja børnini mást
tú siga, at onkuntíð eru ónd fólk,
sum gera seg kynsliga inn á børn
og ung. Tað kann vera stór børn,
sum gera seg inn á lítil børn, ella
vaksin, sum biðja børn gera ting,
sum man ikki má, sigur Rigmor
N. Arge.
Víðari greiðir hon frá, at
tá tú skalt fáa barnið at skilja
støðuna, er umráðandi at siga
sum er.
– Sig við barnið, at onkuntíð
taka vaksin í pissilingin ella
pissikonuna, ella vilja tey hava,
at børnini gera tað við tey
vaksnu. Og tað má man ikki,
greiðir Rigmor N. Arge frá.
Vit mugu seta orð á, at kyns
gøgnini eiga børnini sjálvi, og at
vaksin ikki hava nakað at gera
har niðri.
– Fyri at vera trygg í ferðsl
uni, læra vit børn um ferðslu
reglur. Fyri at vera trygg í
heiminum, noyðast vit eisini at
siga teimum, at tað onkuntíð eru
vaksin, sum gera seg inn á børn,
sigur Rigmor N. Arge.
Byrja tíðliga og
minn á aftur
Meðan vit halda tað púra van
ligt, at børn niður í 6 mánaðir
skulu til tannlækna at eftir
kanna tannkjøtið, hava vit
eisini tørv á at tryggja kynsligu
heilsuna hjá okkara børnum.
– Vit eru fødd við kynsgøg
num og tann kynsligi parturin
er bara ein partur av at vera
menniskja, sigur Rigmor N.
Arge.
Spurningurin um, nær man
skal seta orð á kynsligan ágang
við børnini, heldur Rigmor, at
foreldrini sjálvi duga best at
meta um.
– Tað veldst um búning. Men
tá børnini blíva áhugað í sínum
kynsgøgnum, kunnu vit varliga
byrja at seta orð á, at tey eiga
børnini sjálvi, sigur Rigmor N.
Arge.
Tá tey so blíva eldri enn hasi
trý, fýra árini, kann nágreinast
og minnast á.
– Tað mest umráðandi er, at
tryggja børnini og siga teimum,
at meðan tað eru summi, sum
gera slíkt, so er tað umráðandi,
at børnini seta síni mørk og at
tey siga frá fyri foreldrunum,
um nakað slíkt hendir teimum,
sigur Rigmor N. Arge.
Og við at minna á, at tað
ongantíð eru børnini sjálvi, sum
eiga ábyrgdina, um nakað slíkt
hendir, kunnu vit verja tey sum
frægast.
– Tá vit hava sagt okkara
børnum, at tað eru vaksin, sum
gera ónærislig ting við børn, so
kunnu vit minna á týdningin
av, at tey seta síni mørk, so
hvørt sum barnið fer í onkran
nýggjan sosialan felagsskap,