Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 15 størri møguleikar enn Atlantic at kappast á evropiska marknaðin­ um, sigur Poul Michelsen. Poul Michelsen sigur, at um so var, at Atlantic Airways hevði tann møguleikan, so kundi mann arbeitt nógv meira miðvíst við ein­um flog­ vinnu­politikki, tí tað hev­ði opnað upp fyri nógvum møgu­leikum, um Atlantic slapp at flúgva til fleiri evropiskar býir. Poul Michelsen sigur, at tað, at Føroyar ikki eru partur av nøk­rum altjóða samstarvið sum sjálv­støðugur partur, hevur av­ markingar við sær. Um vit kundu lut­tikið í flogvinnusamstørvum og verið í felagsskapum sum egið land, kundu vit á ein nógv betri hátt arbeitt okkum sjálvi upp, heldur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum. - Vit eru ikki partur av tí altjóða kjakinum í heila tikið. Vit eru í gongd við at fáa samstørv í lag og sleppa við í altjóða felagsskapir, so vit kunnu verða við upp á egn­ ar premissir. Tað vil siga, at vit fáa sjálvi atgongd til vitan um hvussu alt flytir seg og tískil kunnu taka støðu um okkara flogvinnu, grund­ að á okkara egnu vitan og ikki fáa tað servera tað frá øðrum, sigur Poul Michelsen. Kjakið um arktiska økið og nýggja støðan, ið er íkomin í økin­ un ger eisini Føroyar til eitt spenn­ andi land fyri nógv. Vit liggja í sigl­ ingarleiðini og flogleiðini upp til Arktis og tí sær Poul Michelsen fyri sær, at okkurt eisini kann spyrj­ast burturúr tí. - Arktiska økið er nógv í fokus og tað kann hava nógv at siga fyri okk­um. Vit verða sædd sum eitt portur til Arktis. Útviklingar á her­nað­arliga økinum hava gjørt, at vit aftur eru blivin eitt áhugavert øki hjá til dømis USA. Vit hava havt vitjan av flotaovastanum hjá USA og hann segði bart út, at vit verða sædd sum at liggja í einum strategiskt týðandi øki. Um so er, at tað merkir nakað og verður til nøkur meira ítøkilig stig, so eiga vit at lata til dømis danir vita, at vit skulu hava avgerðarrættin á øll­um, ið tá skal henda, sigur Poul Michelsen. Poul Michelsen sigur, at sum hann sær tað, so eru bestu møgu­ leikarnir hjá okkum at flyta okkum frameftir í flogvinnuni, so eiga vit at kunna standa nógv meir á okkara egnu beinum í vinnuni. Tað snýr seg í stuttum um at kunna útvega sær vitan og møguleikar fyri okkum sjálvi, so vit kunnu menna vinnuna á besta hátt fyri okkum sjálvi og ikki verða noydd at fara til onnur, fyri at skaffa okk­ um vitan. - Mín grundholdningur er tann, at tá tú veit um møguleikarnar, so und­irbyggir tað eisini motvini í at gera ein framtíðar politikk, sig­ur Poul Michelsen. Útvikl­ingar á hernað­ar­ liga økinum hava gjørt, at vit aftur eru blivin eitt áhuga­vert øki hjá til dømis USA Vegurin til víðari menning av flogvinnuni er altjóða samstarv, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum