Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 Flogferðsla TEMA SÓLVIT E. NOLSØ T að stendir einki beinleið­is í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, hvat tey ætla at fremja innan flogvinnuna í Føroyum. Poul Michelsen sigur tó, at tað liggja nakrar ítøkiligar ætlanir fyri framman, ið kunnu fara at hava avgerandi týdning fyri Atlantic Airways og flogvinnu annars í Føroyum. Poul Michelsen sigur, at tað fyrsta, ið liggur fyri framman, er yvirtøka av loft­rúm­ inum, har arbeiði longu er byrjað. - Eitt, sum vit í tí politisku skip­ an­ini kunnu ávirka, er millum ann­að tað, sum vit hava roynt at gjørt við Hans Christian Schmidt, ið er transportministari í donsku stjórnini. Har havi eg havt ein fund í sein­astu viku, har vit tóku aftur í aftur avtaluna um at yvirtaka loft­rúmið. Eisini tosaðu við um at vit kundu blíva ein partur av tí størra evropiska samstarv­inum, ið ger tað møguligt hjá okkum at flúgva frælst til øll lond í Evropa og at øll evropisk lond kunnu flúgva fræls til og úr Føroyum, sigur Poul Michelsen. Umframt loftrúmið, so hevur landsstýrið eisini ætlanir um at yvirtaka tað, sum eitur inn- og útflúgvingarnar. Endmálið er sjálv­ ur at kunna útvega sær tað fakligu vitan sum er á økinum og sum vit mangla, sigur Poul Mich­elsen. Grundleggjandi er tað ætlanin við flogferðsluøkinum hjá sam­ gong­uni, at útvega sær vitan, so at vit kunnu menna okkara egnu flog­vinnu og okkara egna flogfelag, á okkara egna hátt. Sambært Poul Michelsen liggur tað eisini í kortinum, at nýta peningin, ið vit kunnu fáa inn við yvirtøku av loftrúminum, til at menna og út­ vikla flogvinnuna og annað, ið nat­ úr­liga kemur undir hana. - Tann peningur, ið kemur inn frá flúgving yvir Føroyar, fer fyrst og fremst til Íslands og til Danmarkar. Tey býta peningin ímillum sín. Tá vit yvirtaka økið fer peningur eisini til okkum og hann verður síðani býttur í tríggjar partar, alt eftir hvat tú eigur av loftrúmi. Okkara peningur skal brúkast at menna t.d. veðurtænastu, Search-and-rescue tænastu og til dømis vitanarstørv. Tað vil siga, at pengurin skal eisini brúkast at menna vitanina í vinnuni og um vinnuna. Teir pengarnar fáa ís­ lendarar og danir í dag og vit fáa einki, sigur Poul Michelsen. Mugu blíva partur av altjóða samstørvum Poul Michelsen ásannar, at tað eru avmarkingar, tá vit einans kunnu arbeiða út frá einum so lítlum øki sum Føroyar er. Av tí at vit ikki eru partur av innara flog­marknaðinum hjá ES, so er tað ikki gjørligt hjá okk­um at hava aðra basu enn Før­ oy­ar. Tað hevur av­bjóðingar við sær, ásannar Poul Mich­elsen. Poul Michelsen sigur, at um vit høvdu sloppið uppí part í innara flogmarknaðinum, so hevði mill­ um annað Atlantic Airways havt nógv fleiri møguleikar, enn tey hava í dag. Tað eru nakrar avmarkingar, ið gera tað, at vit ikki fáa fullan rætt at røkka teir marknaðir, ið vit vilja. Vit eru ikki partur av tí evrop­iska flogferðslupakkanum, ið kann geva okkum fullan rætt at brúka okkara flogfelag meir. - Til dømis kann SAS flúgva úr Før­oyum til Keypmannahavn til Oslo. Tað kunnu teir taka í einum, men Atlantic kann ikki flúgva úr Keyp­mannahavn til Oslo. Tað hava tey ikki loyvi til. Tí hevur SAS nógv - Skulu vit menna førleikar og vitan innan flogvinnu, so er tað best, at vit gera tað sjálvi og ikki skulu fáa tað frá øðrum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum - SKULU ÚTVEGA OKKARA EGNU VITAN Poul Michelsen: