hósdagur 24. november 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
13
sum undirveitarar hjá summum
feløgum, men vit kunnu bert hava
basu úr Føroyum og flúgva rutu
her frá, sigur Jóhanna á Bergi.
Handilsligar skyldur
umframt samfelagsábyrgd
Jóhanna á Bergi tekur gjarna
undir við, at teirra uppgáva sum
alment flogfelag, ið m.a. inniber
at hava eina samfelagsskyldu
at veita tænastur, umframt at
reka eitt handilsliga sunt felag. Í
einum landi sum Føroyar, við av
markaðum atkomumøguleikum
og avjóðandi umstøðum, hevur
Atlantic Airways eisini uppgávur
sum onnur handilslig feløg ikki
hava.
- Vit liva í serligum umstøðum,
tí umframt at reka ein luftbrúgv,
so eru vit eisini ein neyðlinja og
sjúkraflutningur. Vit hava eina
vitan á staðnum, sum einans vit
hava í Føroyum. Til dømis eru tað
so nógvar ásetingar, ið vit skulu liva
upp til frá samferðslumálaráðnum,
at tað er ásettir persónar til at taka
sær av tí. Tað vil siga, at vit liggja
inni við eini vitan, sum vit einans
kunnu skaffa okkum sjálvum og
tað setir okkum í eina serliga støðu,
sigur Jóhanna á Bergi.
Av tí at Atlantic Airways er ein
asta flogfelag í Føroyum, ið verður
rikið við høvuðssæti úr Føroyum,
liggur felagið inni við einari vitan,
sum eingin annar í Føroyum hevur.
Serliga innan eitt tekniskt øki, ið er
serstakt. Tað hevur eisini við sær,
at felagið er áhugavert hjá fólki við
tekniskum førleikum at leita til.
Tað eru vitanartung størv, ið ikki
eru so nógv av í Føroyum.
- Vit hava sæð tað sum ein
framíhjárætt og eina uppgávu, at
verða við til at menna flogvinnuna
í Føroyum. Í mun til umstøðurnar
haldi eg eisini, at tað er komið nógv
burturúr. Viðvíkjandi teim vitanar
tungu størvunum, so er tað serliga
innan tað tekniska økið, at vit hava
ment okkum nógv, sigur Jóhanna
á Bergi, stjóri á Atlantic Airways.
Ikki pláss fyri
fleiri aktørum
Sambært forsøgnum, sum kann
ingin hjá Tjóðveldi á Fólkatingi
eisini vísir á, so kunnu væntast
eini 400.000 ferðafólk, at flúgva
um flogvøllin í Vágum í 2024. Tað
eru gott 100.000 fleiri enn væntast
í ár. Tað er ein sera stór øking uppá
fá ár.
Jóhanna á Bergi sigur, at við
tí kapasiteti, ið Atlantic Airways
hevur nú, so klára tey at flyta tey
fólkini aftur og fram. - At SAS nú
eftir øllum døma eisini kemur
inn á marknaðin og LoganAir um
summarið, fer at merkja, at tað
verður ein yvirkapasitetur á rut
uni, sigur Jóhanna á Bergi.
- Nú hevur landsstýrið loyvt
kapping við okkum, men vit halda,
at tað er bert pláss at reka eitt
felag burðardygt á hesi leiðini. Vit
hava kapasitet til at nøkta tørvin
í framtíðini eisini, men um tað nú
verða fleiri feløg, so verður tað
ikki nokk av ferðandi til øll, sigur
Jóhanna á Bergi.
SUM HORNASTEIN
Jóhanna á Bergi,
stjóri á Atlantic
Airways, sigur,
at høvuðsstøðin
fyri felagið fer
altíð at verða
í Føroyum