Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 12 SÓLVIT E. NOLSØ A tlantic Airways er einasta føroyska flogfelag. Síðan 1988 hevur felagið havt fasta rutu úr Føroyum, harav nógv ár sum tað einasta felagið. At­lant­ic Airways hevur fingið eitt spjaldramerkið sum tjóðarfelag og verður javnan tosað um felagið sum havandi ein leiklut, at byggja land. Hesum tekur Jóhanna á Bergi fegin við og sigur, at tað uppgávuna tekur felagið í størsta álvara. At ES nú er farið at kanna vakst­ r­armøguleikarnar fyri evropisku flogvinnuna, kemur ikki óvart á Jóhonnu á Bergi, stjóra á Atlantic Airways. Hon sigur, at tað er eingin loyna, at flogvinna, serliga í vesturheiminum, er hótt av lág­ prís­feløgum, ið serliga koma úr Asia og Miðeystri. - Flogvinnan í Evropa og Skand­ inavia er hótt, serliga frá flog­ feløgum úr Miðeystri og aðrastaðni, ið koma inn á marknaðin her. Til dømis hevur Norwegian fleiri dótt­ ir­feløg kring í heiminum, einans fyri at fáa alt so bíligt sum møgu­ ligt, sigur Jóhanna á Bergi. Jóhanna á Bergi sigur, at tað hevur javnan verið tikið upp í norð­ur­lendskum høpi, at átøk mugu gerast, fyri at tryggja eina kapp­ing­arføra vinnu her norðri um okkara leiðir. - Vit hava verið við á fundum saman við nógvum úr donsku flogvinnuni og saman við Hans Christ­ian Schmidt, danska sam­ ferðusl­u­málaráðharranum. Har hev­ur mann tosa um hvussu flog­vinnan er hótt. Alt tað við við­líka­haldi av flogførum og tekn­isk arbeiðir fara til eystur­ evropa og longur suður, tí mann ikki er kapp­ing­arførur í prísum í norð­an­londum. Vit arbeiða í eini globalari vinnu, har tað er lætt at flyta virksemi frá einum landi til eitt annað. Tað er so ein kapping, ið vit mugu taka upp, sigur Jóhanna á Bergi. Kjarnin í virkseminum er Føroyar Hóast at kappingin er hørð og trýst­ið á feløgum er stórt, so vil Jóhanna á Bergi ikki víkja frá tí støðu, at Atlantic Airways er føroyskt og at virksemi skal ganga her frá. Felagið var gjørt fyri før­oy­ ingar og tað endamálið skal varð­ veitast. - Vit sum felag eru átt av land­ inum. Okkara fremsta uppgáva er fyrst og fremst, at knýta Føroyar tættari at umheiminum. Tí hava vit altíð Føroyar sum okkara horna­stein. Alt gongur her frá og vit menna okkum her frá. Vit hava ment okkara net við tí í huga, at føroyingar skulu hava so nógv støð at flúgva til sum møguligt og at fáa fólk henda veg, sigur Jóhanna á Bergi. Hóast Atlantic Airways hevur Før­oyar sum kjarnu í sínum virk­ semi, so vísur Jóhanna á Bergi á, at tað mangla møguleikar at gera seg galdandi longur úti í heimi. Orsøk­ in skal fyrst og fremst finnast í altjóða samstørvum, sum vit ikki eru partur av. - Um Føroyar bleiv partur av triða luftfartspakkanum, so høvdu vit nógv fleiri møguleikar. Sum nú er, so hava vit bara loyvi at flúgva fast úr Føroyum. Um vit vórðu við í evropiska samstarvinum, so kundu vit, um vit høvdu kapasit­ et, kanska stovna eina rutu úr Keyp­mannahavn til París, ella úr London til Nice, men tað hava vit ikki loyvi til. Vit hava avtalu Flogferðsla TEMA Hóast Atlantic Airways altíð roynir at vaksa og kanna møguleikar at menna rutunetið, so eru Føroyar miðdepilin. Tað verður ikki broytt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways HAVA FØROYAR S