Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 22 DONALD TRUMP FORSETI – OG HVAT SO? Í tráanini at røkka málsetninginum: “Make America great again”, hevur Donald Trump undir slagorðunum “America First” boðað frá, at USA fer ikki uttan víðari at “spæla við” í altjóða samfelagnum. Heldur ikki skal USA taka lut í altjóða fe­lagskapum, um áseta forðingar fyri, at USA røkkur sínum áhugamálum, tað verið seg hernaðarliga, handilsliga og ikki minst umhvørvisliga, har Trump greitt hevur givið til kennar, at hann ikki trýr upp á, at veðurlagið er í ferð við at broyta seg av mannaávum. JÓN KRAGESTEEN West Nordic Studies, Fróðskaparsetur Føroya Hernaðarligi spurningurin: Hóttan – Trygd - Verja Danmark og onnur lond í Evropa fara at nýta meira pening til herin Grundgeving fyri páhaldinum: Í forsetavalstríðnum hevur Donald Trump fleiri ferðir ført fram, at USA rindar alt ov stóran part av kostnaðinum hjá NATO, heili 73%, og eitt av málunum hjá honum hevur tí verið, at hini limalondini í minsta lagi skulu rinda tað, tey hava bundið seg til í NATO sáttmálanum, sum sambært Trump er 2% av BTÚ – og tað eru tað bara 4 av teimum 28 londunum í NATO sum gera. Danmark telist ikki millum tey 4 londini. Trump førir fra, at USA hevur nýtt milliardir av dollarum í gjøgnum skip og útgerð fyri at byggja upp eina sterka verju fyri Evropa og Asia. Trump sigur beinleiðis, at um NATO lond ikki rinda fyri seg, má USA vera til reiðar at lata hesi lond verja seg sjálvi. Hóttanin hóast Trump seinni í valstríðnum bloytti støðuna eitt sindur við at flyta fokus yvir á, at NATO eigur at víðka virkisøkið til eisini at fevna um bardagan móti terrorismu. H ð li ískoytið í útnorði Hóast Føroyar, saman við Grøn­ landi, ikki hava nakran her, so eru londini, sum partar av danska kongaríkinum, eisini partur og landøki hjá NATO, tí Danmark er NATO North Atlantic Treaty Organization Stovnað í 1949 av teimum sameindu í Seinna Heimsbardaga undir leiðslu av US, Stórabretlandi og Fraklandi. Upprunaiga endamálið var politiskt og hernaðariligt verjusamstarv í norðara parti av Atlantshavinum. Seinni eru fleiri lond inni á Evropiska meginlandinum vorðin limir. Limalondini hava skyldu at verja hvørt annað móti álopi frá fígginda. Aðalskrivari síðan 2014: Jens Stoltenberg úr Noregi www.nato.int Hernaðarliga ískoytið í útnorði: Arktisk Kommondo (AK) er heitið á eindini hjá danska herinum, sum hevur við land- og sjóøkið við Føroyar og Grønland at gera. Høvuðsuppgávur hjá AK: - hernaðarlig verja - eftirlit og staðfesting av yvirveldi - fiskiveiðieftirlit - bjarging - umhvørviseftirlit - mátingar av sjóøkinum - vera til reiðar at hjálpa sivila samfelagnum Høvuðsstøðin hjá AK er í Nuuk, har um 40 fólk eru í starvi. Ein lítil eind er í Tórshavn, sum heldur til í MRCC støðini, har 6 fólk eru í starvi. AK hevur eisini eindir í Kangerlussauq, Station Nord, SIRIUS patruljuni í Daneborg, Mestersvig og í Ålborg. Harumframt eru eini 5 skip alsamt í økinum, nakrar tyrlur og eitt flogfar AK hevur eisini tætt samband við amerikonsku herstøðina Thule Air Base í útnyrðings-Grønlandi. Tilsamans eru um 85 í starvi hjá AK á landi. Afturat hesum koma manningarnar á skipunum. http://www2.forsvaret.dk ANALYSA