hósdagur 24. november 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
23
hevur verið tað frá byrjan. Ísland
er eisini partur av útnorði. Ísland
hevur heldur ongan her, men er
partur av NATO.
Hernaðarliga ískoytið
hjá Danmark?
Niels Tønning, formaður í danska
herovastafelagnum, er samdur við
nýggja amerikanska politikkin og
sigur, at danska ískoytið alt ov lítið.
Í sjónvarpssamrøðu við TV2, hin 10.
november 2016, greiðir hann frá, at
Danmark í dag hevur einans 4286
herfólk í vanligari herskyldu - í
mun til 24200 í 1969. Og Danmark
hevur einans eina brigatu við 3500
herfólkum at nýta stríðsvognar
og kanónir, í kalda krígnum
hevði Danmark fimm brigatur.
Fyri at ítøkiliggera útsøgnina
sigur Niels Tønning, at donsku
herdeildirnar, allar sum tær eru,
kunnu standa á einum á einum
fótbóltsvølli. Við tað at Danmark
í løtuni einans nýtir 1,2% av BTÚ
til herin, er tað eitt av londunum,
sum Trump hevur funnist at fyri
ikki at uppfylla minstakravið hjá
NATO londunum upp á 2% av BTÚ.
Sambært Niels Tønning kunnu
Danmark og Evropa ikki liva við
hesari støðuni og sigur við TV2, at:
“Um ætlanin veruliga er at standa
seg í móti einari hóttan av sama
slagi sum teirri í kalda krígnum,
er neyðugt at trífalda hermegina.”
Hetta stendur so í stórari andsøgn
til gongdina í Evropa seinastu 10
árini, har hermegin er minkað
niður í ein triðing.
Eisini hernaðarliga ískoytið í
útnorði er minkað nógv seinastu
árini. Í faktaboksini her á síðuni
sæst, at danska hermegin í
Føroyum einans telur seks fólk,
hvørs arbeiðspláss er í einum
lítlum parti av MRCC støðini í
Havn. Tað er ikki nógv sammet
við fyri nøkrum árum síðani,
tá ið danski herurin hevði bæði
Marinustøðina og Mjørkadal við
væl omanfyri 100 herfólkum.
Sum longu páhildið eru
sannlíkindi stór fyri, at Danmark,
og eisini lond í Evropa, fara í
næstum fara at økja um hernaðar
útreiðslurnar.
Her skal leggjast afturat, at
fleiri røddir í Danmark hava longu
viðmælt hetta, m.a. “Taksøe-Jensen
Rapportin”
Grønland ein
arktiskur skjøldur
Eitt er tó greitt, at uttan mun til
hvørja støðu danir ella onnur hava,
so hevur Grønland ein avgerandi
týdning fyri USA í verjuni móti
møguligum fíggindum, so sum
Kina, Norðurkorea, Russland og
Iran. Landafrøðiliga støðan hjá
Grønlandi ger, at oyggin er sum
ein arktiskur skjøldur omanyvir
Norðuramerika mótvegis hesum
londunum.
Og er tað nakað, sum Donald
Trump ynskir, so er tað at styrkja
hernaðarligu verjuna hjá USA so
nógv sum til ber. Úrslitið av valinum
hevur tí við sær, at hernaðarstøðin
í Thule, Thule Air Base, fer at fáa
ein heilt nýggjan týdning, tí at
ráðgevarar hjá Trump hava víst
á Air Force Space Command i
Colorado sum miðdepilin í einari
ætlaðari dagførdari rakettverju
av USA, og júst Thule Air Base í
Grønlandi er beinleiðis knýttur
at hesari. Umframt framkomna
radar- og fylgisveinaskipan hevur
Thule Base júst tað, sum USA
tørvar, nevniliga eina djúphavn
(hin einasta, sum er í hesum
partinum av Arktis) og eina stóra
lendingarbreyt, sum kann taka í
móti teimum størstu amerikansku
bumbuflogførunum.
Umhvørvis
spurningurin:
Hóttan og Trygd
USA fer at broyta leiklut
sín í Arktiska Ráðnum
og lækka trygdarkrøvini
fyri at leita eftir olju og
øðrum náttúrutilfeingi í
Arktis og fer samstundis
at avmarka tiltøk, sum
skulu steðga ella tálma
veðurlagsbroytingar.
Grundgeving fyri páhaldinum:
Sum longu nevnt, hevur Trump
greitt givið til kennar, at hann ikki
trýr upp á, at veðurlagið er í ferð
Arktiska Ráðið
Arktiska ráðið varð sett á stovn
í 1996 við tí endamáli at verja
umhvørvið, náttúruna, upprunafólk
og at arbeiða fyri góðum sosialum
viðurskiftum og burðardyggum
búskapi. 8 limalond eru í Arktiska
Ráðnum, tey eru: USA, Canada,
Russland, Noreg, Finnland, Svøríki,
Danmark og Ísland. Føroyar og
Grønland eru við í gjøgnum danska
limaskapin.
Nøkur lond hava atlimaskap, hesi
eru Týskland, Niðurlond, Póland,
Spania og Stórabretland. Harafturat
hava Kina og ES eitt fyribilstilknýti
Høvuðssætið er í Tromsø í Noregi
http://www.arctic-council.org
Áhugamál í Arktis
Hóast vøkru orðingarnar hjá
limunum í Arktiska Ráðnum um
at varðveita og verja, so skerst ikki
burtur, at í einstøku londunum er
stórur handilsligur og íðnaðarligur
áhugi fyri at fáa so nógv burtur
úr Arktis, sum gjørligt, og so hvørt
sum havísurin bráðnar vegna
veðurlagsbroytingarnar, økist
áhugin. Dømi eru:
Náttúrutilfeingi
Olja, gass, mineralir o.a.
Flutningsmøguleikar
Bráðnandi ísurin gevur nýggjar
møguleikar hjá skipum at
stytta nógv um leiðina millum
heimspartar. Og tað eru ikki bara
tey 8 limalondini, sum hava áhuga,
fleiri onnur lond liggja eisini fram
við, m.a. Kina, Japan, Iran og onnur
stór lond. Eisini fjarskotna landið
Singapore hevur áhuga at fylgja við
gongdini, tí at landið kann missa
nógvar inntøkur, um skip fara at
sigla í gjøgnum Arktis heldur enn
gjøgnum Malaccasundið.
Hernaðarlig áhugamál
Tað eru USA og Russland, ið sum
høvuðsleikarar stremba eftir at fáa
eina sterka støðu í mun til hvørt
annað. Hini londini hava ikki nógv
annað at velja í enn at fylgja við.
Orsakað av kuldanum, ísinum og veðurlagnum sum heild, er tað sera vandamikið at útvinna olju í Arktis. Harafturat er
umhvørvið sera viðkvæmt, bæði í min til náttúru og djóralív – og skaðar sum henda, kunnu vera óbótaligir
Framhald á næstu síðu
Á hesi síðum viðgera vit spurningar, sum stinga seg upp, nú
úrslitið av amerikanska forsetavalinum gjørdist, at Donald Trump
vann. Enn halda fólk ondini, tí óvist er, um Trump fer at gera
álvara av tí, sum hann hevur sagt og lovað í valstríðnum - ella um
hann fer at skifta støðu, nakað sum hann hevur verið kendur fyri
at gera. Fyrstu útmeldingarnar eftir valið bóru boð um, at Trump
fór kanska ikki at gera alt, sum hann hevði sagt, at hann fór at
gera, m.a. at hann helst ikki fór at rættarfylgja Hillary Clinton,
og at hann ikki uttan víðari fer at taka Obamacare av. Hinvegin
hevur hann meldað út at ein múrur móti Meksiko verður bygdur
og at meksikanarar skuldu rinda hann.
Í hesi grein verður farið inn á, hvussu kann hetta ávirka okkum í
norðurhøvum hernaðarliga og umhvørvisliga