hósdagur 24. november 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
24
við at broyta seg av mannaávum –
nakað sum allarflestu vísindafólk
á økinum annars er sannfød um.
Trump er heldur ikki áhugaður
í at vera partur av altjóða felags
skapum – sum eitt nú Arktiska
Ráðið, sum m.a. Danmark er
limur í - og harvið Føroyar og
Grønland, sum partar av danska
kongaríkinum. Júst Arktiska Ráðið
hevur tryggjað Danmark og øðrum
smærri londum ávirkan at vera
“mitt í talvinum”, tí tey einstøku
limalondini hava eina atkvøðu í
part, uttan mun til støddina av
landinum. Hetta hevur borið til, tí
at USA hevur spælt væl við, serliga
seinastu árini, meðan Obama
hevur verið forseti. Bæði Hillary
Clinton og John Kerry hava sum
uttanríkisráðharrar havt virknan
leiklut Arktiska Ráðnum, m.a. við
at luttaka á fundum, sum hava
verið hildnir í arktis.
Politikkurin hjá USA hevur
eisini verið grundaður á eina
grundfesta tilvitan um, at náttúran
í Arktis er serliga viðkvom fyri
umhvørvisbroytingum og sett eru
strong trygdarkrøv viðvíkjandi
ætlanum at útvinna olju, gass
og annað tilfeingið í økinum.
USA hevur havt formansskapin
í Arktiska Ráðnum síðani 2015
og hevur drigið eina línu saman
við Danmark m.a. viðvíkjandi
spurningum um Grønland.
Men um Trump, útfrá “America
First”, nú velur, at politikkurin
hjá USA skal vera óheftur av
felagsskapinum, kann hetta
merkja, at ávirkanin hjá teimum
smærri londunum í økjunum fer
at vera minni. Hetta førir danski
tíðindamaðurin Martin Breum
fram á sínum bloggi, sum verður
endurgivin í fleiri tíðindaportalum,
m.a. í “The Arctic Journal”. Hann
sigur víðari, at áhugin hjá Obama-
stýrinum fyri Arktis hevur verið
grundaður í eini stúran fyri
veðurlagsbroytingum; ein stúran,
sum Trump eftir øllum at døma
ikki hevur. Eitt greitt tekin um,
at ein broyting er í væntu er, at
Trump hevur sett Myron Ebell at
leiða
umhvørvisøkið
hjá
USA. Ebell er kendur fyri ikki at
taka undir við hugsanini um, at
virksemið hjá menniskjum hevur
ávirkan á umhvørvið. Hann sigur
m.a., at hetta er nakað, sum Kina
hevur funnið upp á.
Sannlíkt er, at USA fer at seta
seg í móti altjóða felags átøkum,
m.a. avtaluni, sum var gjørd á
veðurlagsráðstevnini í París í
desember 2015, COP21, eisini nevnd
“París-avtalan”. Avtalan er ætlað
til at verja umhvørvið og at steðga
verðurlagsbroytingum, sum hótta
trygdina og lívsumstøðurnar, ikki
bara í norðurhøvum, men um allan
heim.
Nakrar keldur:
http://www.ontheissues.org/2016/
Donald_Trump_Foreign_Policy.htm
http://www.foxnews.com/
politics/2016/08/15/trump-to-
deliver-foreign-policy-speech-
focusing-on-fighting-isis.html
http://www.nytimes.com/2016/04/28/
us/politics/transcript-trump-
foreign-policy.html
http://www2.forsvaret.dk ,
http://arcticjournal.com http://
www.martinbreum.dk/
http://nyheder.tv2.dk/samfund/2016-11-
10-dansk-officers-advarsel-efter-trump-
sejr-det-danske-forsvar-kan-staa-paa-en
Sambært Arktiska Ráðnum er arktiska økið tað, sum er innanfyri reyðu strikuna á kortinum
Trý av skipunum, sum hoyra til Arktisk Kommando sigla her eystan fyri Nólsoynna.
Vanliga er bara eitt skip í Føroyum (Mynd: Arktisk Kommando)
Mánadagin 21. november kunngjørdi
Donald Trump í einari sjónvarpsfráboðan
m.a. í CNN, at hann fór at halda síni
lyfti um at gera lógarverkið viðvíkjandi
umhvørvisvernd minni strangt. Her sigur
Trump, at han vil steðga avmarkingum,
sum gera, at færri arbeiðspláss verða í
amerikonsku orkuframleiðsluni, og hevur
ætlanir at geva loyvi til aftur at nýta kol.
Harafturat hevur hann í hyggju at
steðga verkætlanini, sum Obama hevur
sett í verk, nevnd Clean Power Plan, hvørs
mál er at minka um vakstrarhúsútlátið við
32% í 2030. Trump tulkar hesa ætlan sum
eina krígsavbjóðing móti kolavinnuni, og
hana vil hann verja.
Nýggastu tíðindi
ANALYSA