Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 25 Umsóknarfreist mikudagin 1. mars 2017 Norðurlendska Ráðharraráðið hev­ur í tíðarskeiðinum 2012-2017 sett fimm Nordplus-skipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at økja um sam­starv og flytføri innan út­ búgv­ingarøkið. Uddannelses- og Forsk­ningsministeriet - www.ufm. dk - hevur ábyrgdina av kunn­ing og veg­leiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Holger Arnbjerg, Altjóða Skriv­ stovan – www.setur.fo/ASK - um Nord­plus. Ætlanin við Nordplus-skip­ an­unum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felags­ skap­in og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demo­ kratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Endamálið við Nordplus- rammu­skránni er at • menna dygd og nýskapan í útbúgvingarskipanunum við atliti at lívslangari læring • stuðla, menna, gagnnýta og kunna um nýskapandi lærumøguleikar og arbeiðshættir í sambandi við útbúgving við skipaðum umbýti av royndum og góðari praksis • styrkja og menna norðurlendskt samstarv innan útbúgving og virka fyri stovnsetan av einum norðurlendskum-baltiskum útbúgvingarøki • virka fyri norðurlendskum máli og mentan og sínámillum norðurlendskari-baltiskari mál- og mentanarfatan Meiri um stuðulskipanirnar: Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í fólkaskúlum, mið­námsskúlum og innan yrkis­út­ búgvingar. Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum. Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upp­lýsing og undirvísing av vaks­ num. Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara tvørtur um vanligu bólk­ arnar og sektorarnar, og verk­ ætlanirnar sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kom­ pleksum málum kunnu fáa stuðul. Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum norðanlondini og í altjóða høpi. 8 norðurlond + 3 baltalond Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðanlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini, sum tað eitur á norðurlendskum ráð­ harra­máli, Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar og tey trý balta­ londini, Estland, Letland og Litava. Í Nordplus-skipanini er vert at geva gætur, at tey sjálvstýrandi økini vera roknað sum lond, og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skipanini. Nær er umsóknarfreist? Næsta vanliga umsóknarfreist er mikudagin 1. mars 2017 á www. nordplusonline.org fyri skúlaárið 2017/18. Her kanst tú lesa meira um eina spennandi verkætlan við barna­ bókum sum ein føroyskur skúli hevur luttikið í: http://nordplusonline.org/nor/ Prosjekter/Prosjektartikler/Det-er- sjovt-at-producere-fagboeger-naar- bare-de-er-nordiske-og-online Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tín2ar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. IELTS royndir í Føroyum Komandi royndin verður leygardagin 13. mai. 1917. Meira info: http://setur.fo/ask/ielts-roynd/ Tú teknar teg á: https://ielts.britishcouncil.org/edu GG! Eitt føroyskt Nem-ID er ikki tað sama sum eitt danskt Nem-ID og føroyska Nem-ID kann sostatt ikki brúkast í Danmark til t.d. SU. _____________________________________________________________ GG! Freistin til at søkja inn á bachelor útbúgvingar í Stórabretlandi gjøgnum UCAS-skipanina, er 15. januar kl. 18.00. Her kanst tú finna vegleiðing til at útfylla umsóknarskema: https://youtu.be/K3wBzOizP_U Á heimasíðuni ucas.com og á heimasíðuni hjá ASK ber eisini til at fáa vegleiðing: http://setur.fo/fileadmin/user_upload/ASK/PDF-f%C3%ADlur/ Vegleidingar/Vegleiding_i_at_fylla_ut_UCAS-oydublad_2017.18.pdf Nær er næsta IELTS royndin í Føroyum? IELTS royndir í Føroyum Kunning um NORDPLUS skráirnar við dømum frá føroyskum luttakarum verður i Norðurlandahúsinum hósdagin 1.12.2016 kl. 19.30 – 21.30