Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 26 INGOLF S. OLSEN – PRESS Síðani Støkk varð til fyri 50 árum síðani, hevur fimleikur verið ein familjuítrótt á eystara armi á Skálafjørðinum. Bókstaviliga. Tí í nógvum familjum eru “støkkarar” í fleiri ættarliðum. 52 ára gamli Atli Leitisstein í Runa­vík minn­ist, at stórasysti hansara gjørdi fimleik í Støkk, og sjálvur gjørdist hann limur í Støkk og aktivur fimleikari, beinanvegin hann var fyltur 10. - Man skuldi vera 10 ár tá fyri at sleppa at gera fimleik, og vit vóru fleiri javnaldrar sum byrjaðu í senn tá í 1974. Og fleiri okkara hava eisini so ella so hildið á síðani. Okkurt ár er fari upp í millum hjá mær, men teir all­ar flestu vetrarnar havi eg verið aktivur og eri tað enn, sigur Atli. Hann sparkaði eisini bólt sum smá­ drongur og til unglingaaldur­in, men síðani var tað fimleikurin, ið vann. - Fimleikurin gevur mær krops­liga vælveru, og eg veit, at hann heilsuliga er til mítt egna besta. Tað er sjálvsagt ein orsøk til, at eg havi hildið á øll árini, men tað er eis­ini tí, at mær snøgt sagt dámar so sera væl at gera fimleik. - Hjá mær hevur tað tó ongan­tíð verið kappingin, sum dregur, sum tað annars ofta er hjá dreingjum og monnum, men bara tað at íðka – eg havi ongantíð verið til FM- kappingar og sovorðið, men sjálv­andi hava vit kappast innan­hýsis, sig­ur Atli Leitisstein. Fimleikur er grundarlagið Hann ivast ikki í, at fimleikur ella fimleika­ venjing er tað grund­leggjandi undir flest øllum øðrum ítróttum. - Mær dámar væl at ríða, og sum fjall­ maður í Lamba eri eg slopp­in at hava ross gangandi har. Og tá eg ríði síggi eg týðuliga, at kropsliga javnvágin hjá mær á hestbaki er væl betri enn hjá teimum, sum ikki gera ella hava gjørt fim­leik. Eg havi eisini riðið saman við íslendingum í Íslandi, og teir hava eisini havt á orði, hvussu fastur eg siti í saðlinum – teir eru so vandir, at teir síggja beinanveg­ in, um ein situr og skinklar í saðlinum ella dugir at sita. - Í Støkk kappaðist eg fyrr eis­ini ofta upp ímóti fyrrverandi lands­liðs­málverjanum Jens Martini Knud­sen. Hann hevur eitt ótrú­ ligt av­sett sum málmaður, og tað er rættiliga vist fimleikinum fyri at takka, sigur Atli. Estetiskur fimleikur Ílegurnar smæðast ikki burtur hjá honum. Døtrarnar báðar, Eyð og Rita, sum í dag eru ávikavist 26 og 17 ár, hava gjørt fimleik alt tað, tær minnast. Sonurin Aleksander er 13 og hevur eisini gjørt fimleik, men hjá honum hevur tað tó verið fótbólturin og seinni eisini boga­skjóting, ið hava verið meira lokkandi. Hóast mamman Annika ikki sjálv hevur verið aktivur støkkari, fór hon við Eyð til “foreldur og børn-fimleik” í Støkk, tá Eyð Støkk hevur fostrað nógvar fimleikafamiljur við Skála­ fjørðin. Millum teirra eru Atli Leitisstein og døtrarnar Eyð og Rita. Triðja ættarlið tekur skjótt eisini við FIMLEIKUR HUGURIN TIL FIMLEIK GONGUR Í ARV Kai Aage Troest og Jóhann Kjeld vóru saman við konunum stigtakarar til Støkk fyri 50 árum síðani. Á móttøkuni í Bylgjuni midudagin hugleiddu teir um søguna hjá felagnum Nógv fólk var komið saman til mótøkuna hjá Støkk á 50 ára degnum mikudagin