hósdagur 24. november 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
27
var trý-fýra ára gomul. Tá Rita var trý, fór
Atli við henni.
- At eg so bleiv hangandi, er tí, at eg sá
upp til Eyð, sum gjørdi estetiskan fimleik.
Mamma spurdi meg, tá eg var um sjey ára
aldur, hvat eg hevði best hug til, estetiskan
fimleik ella amboðsfimleik. Eg ánaði ikki,
hvat amboðsfimleikur var, men valdi
estetiskan fimleik, tí tað var tað, sum Eyð
gjørdi, minnist Rita.
Meistaraheiti
Tær báðar hava burtur av gjørt estetiskan
fimleik, men meðan pápin ikki hevur lagt
so nógv í at kappast, hava tær tikið lut í
hópin av kappingum. Í dag er Rita á estet
iska kvinnuliðnum hjá Støkk, men undan tí
hevur hon vunnið FM á øllum teimum yngru
liðunum – pinkum, smágentum, gentum og
unglingum.
Tað er eitt sindur longri ímillum steypini
hjá Eyð.
- Nei, vit vunnu faktiskt ikki so ræðuliga
nógv, tá eg íðkaði, men eg minnist, at vit
vunnu við smágentum einaferð. Vit vóru tó
altíð ímillum tey fremstu liðini, tað koppaði
bara oftast skeiva vegin í kappingunum,
minnist Eyð.
Í dag virkar hon sum samskipari í Støkk.
Sosialur týdningur
Atli, Eyð og Rita halda seg hava nógv at takka
Støkk fyri.
- Støkk hevur ein stóran savnandi týd
ning fyri hetta økið, tað er vist. Tað hevur
verið flent at okkum her í kommununi, at vit
ongan svimjihyl hava, og at vit tí ikki duga at
svimja. Men hinvegin, so eru tað heilt nógv,
sum hava íðkað fimleik og hava fingið gott
av tí. Nú koma fólk alla møguliga staðir frá
her at íðka, tí man sær, at hetta er nakað sum
fungerar her, sigur Atli.
Fyri tær báðar hevur Støkk havt stóran
sosialan týdning.
- Næstan allar mínar vinkonur hava
okkurt við Støkk at gera, sigur Rita, sum
eisini hevur spælt fótbólt, men tó dámdi
fimleikin betur og valdi hann framum.
Eyð ivast í, um hon yvirhøvur hevði íðkað
nakað, um Støkk ikki var.
- Eg var nokkso tvør, tá eg var lítil, og
vildi ikki fara til nakað annað. Fimleikurin
var mítt, og um hann ikki var, so veit eg ikki,
um eg hevði tímað nakað annað, sigur hon.
Næsta ættarlið
Einaferði støkkari, altíð støkkari. Tað eru
faðir og døtur samd um. Atli hevur ongar
ætlanir um at gevast.
- Nei, eg ætli at gera fimleik so leingi, eg
orki, sigur hann avgjørdur.
Tað ætlar Rita eisini, og Eyð fer skjótt at
leiða næsta ættarliðið inn í Støkk á sama
hátt, sum hon sjálv byrjaði. Fyri 14 mánaðum
síðani fekk hon nevniliga dóttrina Anniku.
- Um eitt-tvey ár fara vit helst at byrja
við foreldur og børn-fimleikinum. Seinni
skal Annika sjálvandi sjálv sleppa at velja,
sigur Eyð, sum tó ikki dylir, at hon vónar, at
dótturin fer at verða eins góð og hon og hini
í familjuni við fimleikin og Støkk.
Lítla Annika, sum er eitt ára
gomul, kemur kanska í tvístøðu,
tá hon einaferð skal velja – hjá
mammuni Eyð Leitisstein er
fimleikurin eitt og alt, men hjá
pápanum Klæmint Andrasson
Olsen er tað fótbólturin, hann er
toppskorari í bestu fótbóltsdeildini
Ein fimleikafamilja. Atli
Leitisstein, døtrarnar
Eyð og Rita og lítla
Annika, dóttir Eyð.
Frá framsýningini “Fim í fimmti ár” í Løkshøll í Runavík næstseinasta vikuskifti
Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk, beyð vælkomin