hósdagur 24. november 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
28
INGOLF S. OLSEN - PRESS
- Tá vit høvdu 25 ára veitslu, fegn
aðist eg um, at felagið var komið
so langt, men eg segði tá, at eg
roknaði við, at tey næstu 25 árini
fóru at verða nógv truplari. Tí tá
vóru ítróttarhallirnar komnar fleiri
staðir. Tey fyrstu nógvu árini var
Støkk og fimleikurin jú einasta
vetrarítróttin í økinum, men nú
hevði hon fingið kapping. Men eg
fór tíbetur skeivur, tí tey seinastu
25 árini hava ikki verið verri.
Tvørturímóti er Støkk vaksið nógv.
Tað sigur Kai Aage Troest, sum
saman við konuni Jóhonnu Troest
og fimleikaraparinum Svavu og
Jóhann Kjeld, tók stig til at stovna
Støkk fyri 50 árum síðani.
Drívmegin er kvinnur
At tað hevur hilnast so væl er
í fyrsta lagi kvinnunum fyri at
takka, heldur Kai Aage, og í øðrum
lagi einari góðari organisjón frá
byrjan av.
- Fimleikur er ein ítrótt, sum
liggur heilt óalmindiliga væl til
tað kvinnuliga huglagið, og tað
eru serliga tær, sum dríva tað fram.
Kvinnur hava meira hetta við at
íðka og vísa seg fram sum lið, með
an menninir helst vilja krógva seg
burtur á einum liði – teir eru meira
til individuella kapping, og um teir
liggja sum nummar 3, 4, 5 ella 6, ja
so tíma teir ikki meira, sigur hann.
Jóhanna gevur honum rætt.
- Menninir tíma ikki rytmiskan
fimleik og tað at gera seriur, men
tað halda gentur og kvinnur vera
sera stuttlig. Tað hava menninir
verið heldur forhánisligir um –
hetta “at vrikka við reyvini”, sum
Bynni (Bynni Lamhauge, red.)
plagdi at siga. Menninir tíma best
amboðsfimleik, men í dag eru tað
bert tey fáu, sum sleppa at gera am
boðsfimleik, tí tey skulu veljast út
til tað, sigur Jóhanna Troest.
Jóhanna er 75 og enn aktiv í fel
agnum sum venjari hjá einum liði
við tilkomnum kvinnum, men eitt
vánaligt knæ hevur seinnu árini
hildið Kai Aaga frá fimleikinum.
Hann fyllir 74 í dag, 25. november.
Organisatoriskt handalag
Ein góð organisasjón er eisini
avgerandi fyri, at einum felag
verður lív lagað, og tær royndir
nar høvdu Kai Aage Troest og
Jóhann Kjeld við sær inn á Glyvrar
frá Havnar Fimleikafelag, har teir
frammanundan høvdu verið akt
ivir fimleikarar í 12-14 ár.
- Sjálvandi stjólu vit nakrar
lógir og sovorðið organisatoriskt
frá Havnar Fimleikafelag. Og org
anisatoriskt koyrir Støkk upp á
akkurát sama máta, sum tá vit
byrjaðu, so tað má hava virkað,
heldur Kai Aage.
- Vit hava havt góðar leiðarar
gjøgnum árini og ein fantastiskan
uppbakning frá foreldrum og
øllum øðrum í økinum, tað hevur
eisini havt stóran týdning fyri,
at tað hevur gingið so væl, sigur
Jóhanna.
Stóri stuðulin var sjónligur
longu frá byrjan av.
- Fyrstu ferð planløgdu vit tvær
framsýningar í fimleikahøllini í
Glyvra Skúla, har vit vandu og
høvdu framsýningar tey fyrstu
nógvu árini. Men har var so stúgv
andi fult av fólki – fólk hingu í
rimunum og sótu uppi í vindeyga
kørmunum – at vit máttu steingja
dyrnar og hava eykaframsýningar.
Tað var fantastiskt at uppliva, sigur
Kai Aage.
Fyrr var tað blandað
Hóast tey bæði fegnast um góðu
gongdina hjá Støkk og fimleiki
sum ítróttargrein, so sakna tey
eitt sindur tann meira blandaða
fimleikin, soleiðis sum hann var
fyrr. Í dag er skilnaðurin ímillum
amboðsfimleik og estetiskan fim
leik so stórur, at talan at kalla er
um tvær ymiskar ítróttargreinar.
Tó hevur Støkk eisini breiddarlið,
har tey íðka bæði estetiskan fim
leik og amboðsfimleik.
- Fyrr sluppu øll at vera á sínum
liði og vera við í øllum, sama um tað
var á gólvinum, í ringunum ella á
bummi. Um ein ikki dugdi okkurt
so væl, so dugdi hann okkurt ann
að, sigur Kai Aage.
Jóhanna staðfestir, at estetisku
liðini kenna lítið og onki til reið
skapsfimleik í dag.
- Fyrr var tað soleiðis, at tá ein
hálvur tími var eftir av venjingini,
so fóru vit at leypa, bólta rút, hanga
í bummunum og sovorðið, men tað
gera tey als ikki í dag, sigur hon.
Eitt savnandi felag
Tó at fimleikurin er nógv broyttur
gjøgnum árini og er vorðin alt
meira spesialiseraður, so eru tey
eins hugtikin í ítróttini í dag, og tey
altíð hava verið. Og tey eru eins góð
við Støkk, og tey altíð hava verið.
Meðan annar ítróttur ofta er
merktur av kapping millum bygdir,
ikki minni við Skálafjørðin, so hev
ur Støkk verið eyðkent sum eitt
savnandi felag. Millum annað hava
fimleikarar av Toftum og Nesi frá
fyrsta degi verið millum berandi
kreftirnar í felagnum, bæði sum
íðkarar og sum venjarar.
- Øll hava verið líka góð við
felagið, sama hvaðani tey eru, og
onki klandur hevur verið, sigur
Kai Aage.
Tá Støkk var stovnað hevði tað
heimstað á Glyvrum, men dróg
beinanvegin fólk at sær frá øllum
Skálafjørðinum. Við árunum er
heimabeitið bara vorðið størri,
so felagið í dag meira er at rokna
sum eitt eysturoyarfelag. Eisini í
Klaksvík eru aktivir støkkarar.
Eitt aktiv fyri økið
Felagið hevur verið eitt gott aktiv
fyri økið, tað eru tey bæði Jóhanna
og Kai Aage Troest sannførd um.
- Støkk hevur verið við til at
gjørt økið her kent í restini av land
inum, sigur Jóhanna, sum sjálv er
uppvaksin í Saltangará.
Hetta kann Kai Aage sum
havnamaður av uppruna skriva
undir upp á.
- Havnafólk vistu ikki, hvat Glyv
rar var fyrr, men nú vita tey flestu
tað. Eg vænti avgjørt eisini, at tað
hevur havt týdning fyri fólk, sum
eru flutt higar, at hesin møguleik
in – at eitt aktivt fimleikafelag var
her – hevur viðvirkað til, at tey eru
komin, sigur hann.
Tað var yvirhøvur fátæksligt við
aktivitetstilboðum á eystara armi
á Skálafjørðinum fyri 50 árum
síðani, og tí var Støkk kærkomið –
ikki bara hjá íðkarunum sjálvum,
men eisini hjá nógvum foreldrum,
heldur Jóhanna.
- Tað hevur havt nógv at siga
fyri tey, hvat tey ungu kundu gera
í frítíðini í staðin fyri at ganga úti á
vegnum og gera tað, sum tey kundu
finna upp á har. Her var onki annað
tá, staðfestir hon.
OVFARNIR STOVNARAR
Kai Aage og Jóhanna Troest. Tá tey fyri 50 árum síðani vóru við til at
stovna Støkk, droymdu tey ikki um, at felagið skuldi mennast so nógv,
gerast so stórt og fáa so glæsiligar karmar, sum nú er veruleikin
FIMLEIKUR
Fyri 50 árum síðani vóru Jóhanna og Kai Aage Troest við til at stovna Støkk.
At felagið skuldi menna seg til tað, tað er í dag, høvdu tey ongantíð roknað við
INGOLF S. OLSEN – PRESS
23. november fylti fimleikafelagið
Støkk í Saltangará 50 ár, og henda
seinasta mánaðin hevur tað verið
hátíðarhildið í stórum stíli.
Ein myndasýning um søguna
hjá felagnum hevur verið, og
næstseinasta vikuskifti var
stórsligna fimleikaframsýningin
”Fim í fimmti ár” í Løkshøll, har
øll liðini frá 1. flokki og uppeftir
vóru við. Seinasta leygardag
var framførslan ”Sirkus Støkk” í
Bylgjuni við børnum undir skúla
aldur, og kvøldið fyri var barna
veitsla.
Mikudagin, á sjálvum føðingar
degnum, var móttøka í Bylgjuni,
og í kvøld, fríggjakvøldið, er stór
føðingardagsveitsla í Skótahús
inum við Løkin.
Líka frá stovnanini í 1966 hevur
Støkk havt stak góða og støðugt
vaksandi undirtøku, hóast um
støðurnar tey fyrstu nógvu árini
vóru sera avmarkaðar. Felag
ið hevur drigið íðkarar úr allari
Eysturoynni at sær, tó at undir
tøkan sjálvsagt hevur verið størst
í lokaløkinum á eystara armi á
Skálafjørðinum. Nú táttar lima
talið hjá Støkk væl í 700.
Í 32 ár fram til 1998, vandu
støkkararnir í fimleikahøllini í
skúlanum á Glyvrum, og høvdu
eisini allar heimaframsýningar
har, til ítróttarhøllin í Runavík
kom miðskeiðis í 1980-árunum.
Tá vórðu heimaframsýningarnar
hildnar har, men vant var fram
vegis í fimleikahøllini og í ymsum
øðrum bygningum í økinum, til
Støkk í 1998 ognaði sær gomlu
Glyvra Bio, sum síðani fekk navn
ið Støkkhøllin.
Her húsaðist fimleikafelagið
so, til stóra og stásiliga fim
leikahøllin Bylgjan, sum er bygd
upp í ítróttarhøllina við Løkin í
Runavík, stóð klár á sumri 2014.
STØKK: FIMLEIKUR Í FIMMTI ÁR
Stigtakararnir til Støkk. Úr vinstru eru tað Kai Aage
Troest, Jóhanna Troest, Svava Kjeld sála, og Jóhann
Kjeld. Myndin er tikin á eini ferð á Bornholm í 1972