Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 30 FYLGJARAR FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 ROYNA AFTUR AT TRYGGJA AT SJÚKLINGAR FÁA FYLGJARA VIÐ ÁRNI GREGERSEN M illum 2000 og 3000 føroyskir sjúklingar verða árliga sendir uttanlands til við­ gerð á sjúkrahúsum har, tí tedy hava sjúkur, sum føroyska sjúkra­ húsverkið ikki hevur førleikar at viðgera tey fyri. Í størsta mun verða hesi fólk send til Danmarkar, men mong verða í hesum árum eisini send til Íslands. Sjúklingarnir, sum verða sendir av landinum, eru ofta illa fyri. Sjúkra­húsverkið sendir tá ofta starvsfólk við hesum fólkum, so tey koma fram í øllum góðum. Og í tveimum út av trimum før­ um er tað soleiðis, at sjúkrahús­ verkið eisini játtar, at sjúklingurin kann hava privatan fylgjara við sær, sum sjúkrahúsverkið so eisini betalir fyri. Men ein út av trimum sjúk­ling­ um fær ongan av sínum nærm­astu við. Teimum verður noktað fylgj­ ara og skulu tey við, so mugu tey sjálvi gjalda fyri ferð og uppihald. Skipanin er bygd soleiðis upp, at tú skalt søkja um at fáa onkran við tær, og so er tað sjúkrahúsverkið – og í stóran mun Landssjúkrahúsið – sum avger um hetta ber til. Hvørjum treytum hetta verð­ur játtað eftir er ikki alment kent, og tað er eisini soleiðis, at tá ið sjúk­ lingar fáa avslag til at fáa fylgjara við, so er hetta avslag munnligt. Skal tú – sum fyrisitingarlógin sigur – hava skrivligt svar, so noyð­ ist tú at krevja tað. Lógaruppskot Fyri nógvar sjúklingar er tað ein trupulleiki, at tey ikki fáa ein av teirra kæru við sum fylgjari. Nógvir føroyingar, sjúkir sum av­varðandi, hava upplivað kensl­ una av brádliga ein dag at standa á flogvøllinum í Kastrup og kenna seg hjálparleysan og sleptan upp á fjall. Fyrst kom sjúkan og alt, sum við henni fylgdi, síðani vónloysi, tá boðini komu, at neyðugt var at verða sendur av landinum at fáa heilsubót. Og oman á alt vónbrotið, tá læknaliga avgerðin kom við tí niður­støðu, at eingin stuðul kundi veitast fylgjara til teirra kæru. Miðflokkurin hevur enn eina­ ferð lagt eitt uppskot fyri tingið um, at allir sjúklingar, sum verða sendir í viðgerð uttanlands, skulu hava rætt til at hava fylgjara við sær. Flokkurin royndi eisini í farnu tingsetu at fáa eitt líknandi mál samtykt í seinastu tingsetu, men av Fólk verða í stóran stíl send av landinum til viðgerð fyri álvarsligar sjúkur, uttan at tey hava privatan fylgjara við sær Nógva verða send á Ríkissjúkrahúsið og tá halda fylgjararnir til á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.