hósdagur 24. november 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
31
Politiskur vilji er at
broyta skipanina
Tá ið uppskotið var fyri í seinastu tingsetu,
fall tað burtur, tí trivnaðarnevndin
ikki gjørdi álit í málinum
ÁRNI GREGERSEN
S
jálvt um trivnaðarnevndin
hjá Løgtinginum ikki
náddi at viðgera málið
endaliga, so álit kundi
skrivast, áðrenn tingsetan endaði,
so vóru fleiri hoyringspartar inni
í nevndini.
Sambært uppskotsstillarunum,
Jenis av Rana og Bill Justinussen
úr Miðflokkinum, so hildu flestu
hoyringarpartarnir, at talan er
um eitt gott uppskot, sum fer at
hjálpa familjum, sum verða raktar
av sjúkum, sum mugu viðgerast
uttanlands.
Hoyringspartarnir
hildu
millum annað, at tá ið maður ella
kona fær staðfest sjúku, brúka tey
ov nógva orku at hugsa um at fáa
fylgjara við, í staðin fyri at hugsa
um sjúkuna og at blíva frísk aftur.
Sjúklingar eru ofta upptiknir
av hesum spurningi, og tað fyllir
nógv. Teimum tørvar onkran at
tosa við um sjúkuna, og hesin
tørvur er serliga, tá sjúklingurin
fær boðini um sjúkuna og at
viðkomandi skal uttanlands í
viðgerð.
Onkur vísti eisini á, at tað helst
er ivasamt, um hendan skipanin
uppá longri sikt verður dýrari
fyri tað almenna. Tey hildu, at
færri trupulleikar ein sjúklingur
hevur at hugsa um, meira orku
kann viðkomandi brúka uppá at
blíva frísk.
Ongin helt, at at uppskotið
fór at verða misnýtt, tí fylgjarin
missir arbeiðsinntøkuna, tá hann
er við, tí fer man ikki við sum
fylgjari, uttan at hetta er neyðugt.
Brúktir til fylgjarar
Ein av herviligu sjúkunum, sum
ofta hava við sær, at sjúklingar
verða sendir uttanlands í viðgerð,
er krabbamein.
Hendan herviligan sjúka, sum
ofta eisini loypur ótta á fólk,
krevur eisini, at sjúklingar ofta
eru burtur leingi. Viðgerðin kann
taka bæði vikur og mánaðir, so tá
er tað gott hjá sjúklingunum at
hava onkran nærstandandi hjá
sær.
Krabbameinsfelagið hevur
ein hjálpargrunn og peningur
úr honum verður ofta brúktur,
tá ið krabbameinssjúklingar fáa
noktað at fáa fylgjara við sær til
viðgerð uttanlands.
Sjúkrahúsverkið hevur eina
greining uppá, hvat ein fylgjari
er og hvørjar uppgávur ein átekur
sær sum fylgjari.
Við »fylgjara« er at skilja per
sónar, í flestu førum avvarðandi,
ið eru um sjúklingin undir viðgerð
uttanlands, og á ferðini til og frá
viðgerðarstaðnum.
Talan er í hesum førum ikki um
heilsustarvsfólk.
Í »uppgávuni sum fylgjari«
liggur, at fylgjarin ferðast við
sjúklinginum til viðgerðarstaðið,
er um sjúklingin undir viðgerð
uttanlands, og um sjúklingurin
hevur tørv á tí, ferðast saman
við sjúklinginum heimaftur til
Føroya.
Um sjúklingur hevur tørv á tí,
er uppgávan sum fylgjari sostatt
ikki liðug fyrr enn sjúklingurin er
komin heim aftur.
Í kunngerð er ásett, at »fyri
sitingin innan sjúkrahúsverkið«
tekur avgerð í málum um fylgjara.
Á
Landssjúkrahúsinum
er tað Uttanlandstænastan,
sum tekur avgerð í málum um
fylgjara, meðan tað á Suðuroyar-
og Klaksvíkar sjúkrahúsi er
fyristøðukvinnan, ið tekur hesa
avgerð.
Tá ið fyrisitingin innan sjúkra
húsverkið metir, at sjúklingur,
vegna lívshóttandi sjúku, ella
vegna likamligt, sálarligt ella
sosialt ófullføri, ikki er førur
fyri at ferðast ella uppihalda
sær einsamallur uttanlands,
kann sjúkrahúsverkið bera
ferðaútreiðslur fyri ein fylgjara.
Tá ið einum sjúklingi verður
játtað at sleppa at hava fylgjara
við, so er tað sjúkrahúsverkið, sum
skal gjalda, bæði fyri ferðaseðilog
fyri uppihald. Í Keypmannahavn
er tað oftast fyri uppihald á
Sjúklingahotellinum.
Umboðsmaðurin hevur fingið
eina klagu um, hvussu hetta
við fylgjarum verður fyrisitið.
Klagað var um, at avslag um at
fáa fylgjara við ikki var givið
skrivliga.
Sjúkrahúsverkið hevur hildið
fast við sínar mannagongdir, men
hevur játtað at koma við skrivliga
um sjúklingurin krevur tað.
1. viðgerð av uppskotinum,
sum Miðflokkurin hevur lagt
fram, verður tá ið tingfundur er
í næstu viku.
Tað er her, at flestu avgerðir verða tiknar,
um sjúklingur fær fylgjara við sær ella ei
tí at málið ikki var liðugt viðgjørt,
tá ið tingsetan endaði, fall tað burt
ur.
Nú roynir flokkurin so aftur
at fáa gjørt ein broyting í lógini
um sjúkrahúsverkið, so stykkið 1 í
grein 9 ljóðar soleiðis:
»Sjúkrahúsverkið skal bera
ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri
ein fylgjara hjá sjúklingi, ið verð
ur sendur til viðgerðar og endur
venjingar uttanlands«.
Flokkurin skýtur eisini upp, at í
serligum førum, so eiga tveir fylgj
arar at sleppa við, er talan um at
sjúklingurin er undir 18 ár.
Miðflokkurin grundgevur væl
fyri, at tað er rætt, at sjúklingar
sleppa at hava fylgjarar við sær.
Flokkurin vísir á, at tað mangan er
hart at fáa staðfest eina sjúku – og
kanska serliga, tá ið hon ikki kann
viðgerast í Føroyum.
Tá so er, so er ofta talan um
álvarsliga sjúku, sum setir tankar
í gongd hjá sjúklingi, sum tá ofta
hevur torført at hugsa um daglig,
praktisk viðurskifti.
Brádliga at megna fíggjarligu
byrðuna, bæði flogferð, uppihald
og møguligan inntøkumiss, kann
lættliga gerast ein ov stór byrða
fyri avvarðandi, ein byrða, sum,
saman við sjúkuni, kann gerst ov
tung at bera.
– Vit áttu sum samfelag at gjørt
greitt, at útgangsstøðið er rættur
hins einstaka til sjúkuviðgerð í
Føroyum ella, sambært hesum
uppskoti, persónligan fylgjara,
um mett verður neyðugt at senda
viðkomandi av landinum, eisini um
mett verður, at heilsustarvsfólk
skal
sendast
við,
skrivar
Miðflokkurin í viðmerkingunum
til uppskotið.
Roknstykkið
Tá ið politiskar avgerðir verða
tiknar, so hava tær mangan ein
hægri kostnað við sær og tað fer
hetta uppskotið sjálvandi eisini at
hava.
Eini 2200 sjúklingar verða árliga
sendir av landinum til viðgerðar
aðrastaðni. Av teimum fáa millum
14000 og 1500 fylgjarar við sær.
Í viðmerkingunum til lógarupp
skotið verður sagt, at hetta kostar
sjúkrahúsverkinum millum seks
og sjey milljónir krónur.
Verður roknstykkið hækk
að, so øll fáa fylgjara – altso 600-
700 afturat, so meta uppskots
stillararnir, at hetta fer at gera
skipanina við fylgjarum út móti
3,5 milljónum krónum dýrari.
Í kostnaðinum oman fyri
eru ferð og uppihaldsútreiðslur
roknað upp í.
Bill Justinussen og Jenis av Rana, Miðflokkurin, royna
aftur at leggja uppskot um fylgjara fyri Løgtingið
Teir royndu tað sama í farnu tingsetu.