hósdagur 24. november 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
ÍTRÓTTUR
ÍTRÓTTAHÁSKÚLIN
VINNUR FRAM Í ØLLUM
NORÐURLONDUM
ÍTRÓTTAHÁSKÚLI Eitt sjónbandabrot hevur sett ítróttaháskúlan í Suðuroynni á kortið
kring norðurlond. Fyrsta skeiðið hevur verið ein sólskinssøga, har 17 ungdómar saman við
undirvísarum og leiðarum hava bjóðað føroysku natúrini av. – Tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn vit hava fleiri tilmeldingar enn pláss, sigur Guðmundur Joensen
TRÓNDUR ARGE
Í
summar bleiv ítróttaháskúlin
í Suðuroynni veruleiki.
17 næmingar meldaðu til
og nú er skeiðið um at
koma at enda. Fyrsta hálva árið
hevur eydnast so væl, at til
meldingarnar eru longu komnar
inn fyri bæði komandi skeið og
fyri skeiðið, ið byrjar í august
komandi ár. Leiðari á skúlanum
er kendi ítróttarmaðurin, Guð
mundur Joensen. Hetta er fyrstu
ferð, at hann arbeiðir í skúla
umhvørvinum.
– Vit hava havt 17 næmingar
sum koma frá næstan 17 ymiskum
støðum og bakgrundum í Føroyum.
Vit hava koyrt á við avbjóðingum,
og tað hevur verið spennandi at
sæð hvussu næmingarnir hava
brotið mørk, sigur Guðmundur
Joensen.
Nú hevur eitt sjónband, sum
ítróttaháskúlin hevur latið gjørt,
av álvara sett ljós á skúlan.
Ovfarin av samanhaldinum
Fyri Guðmund Joensen er talan um
fyrstu uppgávuna av slíkum slag.
Hann er ovfarin av tí, sum hann
hevur sæð og upplivað. Næmingar
eru nógv broyttir og samanhaldið
er heilt serligt.
– Eitt tað, sum eg haldi tey mest
av øllum hava lært er, at taka
sær av hvørjum øðrum og stuðla
hvørjum øðrum. Í mun til tær upp
gávurnar vit loystu í byrjanini, í
mun til seinni. Í byrjanini høvdu
tey í pressaðum støðum hug at
rópa og ilskast, men nú sæst at
tey betri skilja hvønn annan, og
hava betri hug at hjálpa, greiðir
Guðmundur Joensen frá og leggur
afturat:
– Vit síggja eisini næmingar,
sum eru nógv betri fyri kropsliga
í dag. Eisini hava tey brotið mørk,
ið tey ikki høvdu um tey ikki
komu á skúlan. Tey eru meiri opin
og innbjóðandi. Eitt nú fylgjast
tey eisini, tá tey fara heim um
vikuskiftini, meðan onnur ikki
tíma heim, tí tey trívast so væl her,
sigur Guðmundur Joensen.
Fáa fyrispurningar
úr norðurlondum
Ítróttaháskúlin, sum hevur
heimstað í Vági, er longu í holt við
tilmeldingarnar fyri komndi tvey
skeiðini. Tað kom brádliga ferð á,
tá skúlin gjørdi eitt sjónbandabrot,
ið er ein samandráttur av fyrsta
skeiðnum. Filmurin er sæddur yvir
150 túsund ferðir og deilur á sosialu
miðlunum næstan túsund ferðir.
– Vit hava vitað, at adventure-
breytin hevur stórar møguleikar
fyri bæði føroyingar, danskarar
og onnur, men síðani filmin fáa vit
fyrispurningar frá fleiri úr øllum
norðurlondunum. Eisini eldri
fólki, ið spyrja um tað ber til at
koma í eina viku ella tvær, greiðir
Guðmundur Joensen frá.
Tað var undirvísarin Petur
Gotfredsson, sum kom við hug
skotinum at gera filmin. Síðani
bleiv hann deildur av bæði næm
ingum og í bólkum á sosialu miðl
unum, sum hava við adventure at
gera. Tað hevur gjørt mun.
SOSIALURIN 136
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016