hósdagur 24. november 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
33
Halda fast í samleikanum
Tað stendur øllum frítt at melda
til, men skúlin heldur fast um
samleikan, ið hann hevur uppbygt
sær seinasta hálva árið.
– Hetta er ein háskúli, har vit
taka útgangsstøði í næminginum,
men vit fara eitt nú at hava før
oyskt, sjálvt um útlendingar
koma á skúlan. So mugu vit bara
møtast har vit kunnu í einu slíkum
faki. Tað er týdningarmikið, at vit
halda fast í samleikanum, sigur
Guðmundur Joensen.
Fleiri halda fram
Tað er longu nú greitt, at tað verður
eitt skeið frá januar í 2017. Somik
ið av tilmeldingum eru longu nú.
Eisini er talan um næmingar, ið
velja at taka eitt skeið afturat.
– Vit kunnu longu nú stað
festa, at tað tað eru nokk av til
meldingum til, at komandi skeið
verður. Summir næmingar trívast
eisini so væl, at tey hava meldað til
aftur, sigur Guðmundur Joensen.
Skúlin bjóðar fýra breytir.
Adventure, fótbólts, hondbólts og
svimjibreyt. Til fyrsta skeiðið vóru
17 næmingar. Tí var ikki nokk til
at deila upp í fleiri breytir, men í
andanum av skúlanum, so hava
tey funnið eina loysn, sum øll eru
nøgd við.
– Vit hava havt eina adventure
breyt, tí tey flestu valdu tað. Síðani
hava næmingarnir uttanfyri
skúla tíð spælt hondbólt við VB
og svomið við SuSwim. Tað hevur
riggað væl, sigur leiðarin á ítróttar
háskúlanum.
40 pláss
Skúlin hevur í løtuni 40 pláss. Tað
verður ikki væntað, at tað verður
beinleiðis plásstrot komandi skeið,
men tað kann tað skjótt blíva.
– Tú skal minnast til, at vit
júst eru byrjað. Til komandi skeið
hava aðrir skúlar langtsíðani fingið
sínar næmingar, tí er eitt sindur ilt
at ímynda sær, at tað verður fult
longu komandi skeið. Vit hava
eisini arbeitt hart fyri at fáa hetta
skeiðið at rigga, sigur Guðmundur
Joensen, men vísir á skeiðið í
august sum ein betri mátistokk.
– Tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn vit hava fleiri
tilmeldingar enn pláss. Eitt gott
boð er í august, tá fólk eru leys av
skúlum og ikki hava lagt ætlan
fyri skúlaárið, sigur Guðmundur
Joensen.
Mett verður eisini, at tað er
meiri sannlíkt at um útlendingar
melda seg til, so skulu tey hava eina
tíð, áðrenn tey taka eina avgerð um
at flyta til Føroyar í eitt hálvt ár.
Hugflogið setur mørkini
At enda sigur Guðmundur Joensen,
at tað er eitt deiligt starv at verða
leiðari á skúlanum, tí hann er
drivin av góða hugburðinum, sum
fólk hava, ið sita í stýrinum og eru
rundanum skúlan.
– Bara hugflogið setur mørk
fyri hvat vit kunnu. Og hugflogið
røkkur langt, sigur Guðmundur
Joensen at enda.
Ítróttaskúlin í Suðuroynni hev
ur tikið fyrsta fetið. Nú fáa vit at
síggja, hvussu stórt næsta fetið
verður.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO