Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 34 Óli Jacobsen Ein partur av okkara sambandi við Spania, sum varð lýst á “saltfiskatúrinum” hjá Sólorku, er eisini sambandið við Ibiza Saltfiskasøgan: 5. partur F øroyar hava havt eitt aldagamalt samband við Ibiza í Miðalhavinum. Tað var longu seinast í 19.øld, at »Føringur« var í Ibiza eftir salti. Tað hevur fyri ein stóran part verið salt úr Ibiza, sum tey seinastu nógvu árini hevur verið nýtt til okkara saltfisk. Saltframleiðslan fer fram sunnast á oynni. Í Ibiza er ein framleiðari og er tað Salinera Espanol. Í Spania er saltframleiðsla ein stór vinna. Her verða framleidd eini 3 milj. tons av salti tilsamans. Av hesum eru tær 2 milj havsalt. Samlaða framleiðslan hjá nevndu fyritøku er um 170.000 tons. Av hesum verða tey 50.000 tonsini framleidd á Ibiza. Fyri 10 árum síðani vórðu 20.000 tons av hesum seld til Føroyar. Hetta tal er nú komið niður á 15.000 tons. Ibiza-salt er framúr gott, tí sjógvurin er sera reinur á hesum leiðum. Hetta ger saltið tilsvarandi reint. Avgerandi fyri framleiðslugongdina er regn og sól. Meira sólin er frammi, tess skjótari er gongdin við framleiðsluni. Regn kann eisini beina fyri longu gjørdari fram­ leiðslu, sum kann skola aftur til havs. Føroysk saltsøga Esmar Fuglø skrivaði í sínum óalmennu endurminningum, at skonnartir og seinni damparar komu til Føroyar við salti, eisini vóru føroysk skip í Miðalhavinum eftir salti. Esmar fann í eini gamlari gerðabók niðri á Ibiza, at kendi skiparin, Jens Mohr, hevði verið har eftir salti í 1904. Skipini, sum komu við salti, ankraðu á ymiskum firðum í Føroyum. Tá var bara at fáa sluppirnar loystar frá teymi og koma upp á síðuna á saltdamparanum at taka salt. Eisini blivu pakkhús og hulkar fylt. Fyrsta árið, Esmar fór við “Ekliptiku”, tóku teir saltið úr kjallaranum hjá Óla í Skúla í Klaksvík. Tá tað ikki var nóg mikið, tóku teir tað, sum restaði í, í spannum upp úr “Livingstone”, sum var avriggað og lá sum hulkur í fjøruni úti við Norðborg. Árini miðskeiðis í 1930-unum, tá ið Esmar var við “Ananu”, fóru teir til Italia við fiskinum og tóku salt úr Tunis við aftur til Føroya. Tað saltið varð keypt gjøgnum Mauritzen & Co. í Leith. Saltsiloin á Drelnesi Í tríatiárunum kom eitt franskt felag til Føroya og royndi eftir einum hóskandi stað at seta eitt saltsilo. Tað segðist, at teir norðanfjørðs løgdu høgan prís á grundøkið. Petur Mohr Dam, í nógv ár "kongur" í javnaðarflokkinum, loftaði hesum, og bjóðaði teimum Drelnes. Hetta felag kom at handla undir navninum North Atlantic, og Edvard Mitens gjørdist stjóri. Hetta er sama saltsilo, sum nú verður gjørd til mentanarhús. Føroysk Saltsøla verður sett á stovn Trolarin "Fiskanes" kom í 1955, keyptur av Hvannasundsbrøðrunum og Esmari Fuglø. Fiskanes fiskaði nógv og brúkti tí eisini nógv salt. Saltið varð keypt á Drelnesi. Hetta var eitt monopol, og menninir, sum áttu "Fiskanes", hildu, at tað skuldi borið til at fáa saltið bíligari. Misjavnt var, hvussu saltið royndist. Saltið á Drelnesi var fyri tað mesta úr Tunis. Tað var ikki altíð, at hetta saltið var so gott. Viðhvørt var ov nógv kopar í, sum gjørdi fiskin brúnligan á liti. Hetta var ein vanlukka, tí hetta ávirkaði prísin á saltfiskinum. Tískil byrjaðu teir sjálvir at innflyta salt í smáum. Esmar Fuglø, sum tá var stjóri á Esso, sum stóð fyri hesum. Hetta endaði við, at i/s Føroysk Saltsøla varð stovnað í 1957, og bygdu teir tann stóra bygningin við Bacalao. Samstundis hevði Charles Mauritzen, sum eisini seldi salt, ætlanir um at byggja eina saltsølu í Havn. Tá hevði Føroysk Saltsøla fingið fígging til sín nýggja bygning frá Sjóvinnubankanum. Vegna umrøddu ætlan hjá Mauritzen tók Sjóvinnubankin lánitilsøgnina aftur og vildi enntá krevja tann pening aftur, sum teir longu høvdu goldið. Hetta var sjálvsagt ein strika í rokningini, men Esmar var ikki fyri ongum. Esso hevði Føroya Banka sum peningastovn, so hann fór hagar og greiddi frá støðuni. Her var eisini komin ein nýggjur stjóri, Nonnegaard. Væl hevur Esmar dugað at tosað, tí tað gekk bert ein lítil løta, tá var leyst og liðugt at fáa fígging, og ætlanin hjá Mauritzen fór fyri bakka. Nú var at fáa ein leverandør Tað, sum nú umráddi, var at fáa ein saltleverandør. Fyrsta royndin at fáa salt úr Ibiza eydnaðist ikki, og Esmar fór í holt við italskar framleiðarar. Teir fingu nakað av salti hagani, men tað var ikki meira enn "toluligt" til góðsku. Men ein dagin fær Esmar boð um, at saltfyritøkan í Ibiza vildi heilsa uppá hann. Tað var júst hetta, hann hevði bíðað eftir, so hann streyk avstað. Tað eydnaðist eisini at fáa eina avtalu um, at Saltsølan skuldi fáa saltið uttan millummenn. Fyrsti saltdamparin, sum kom til júst bygdu saltsøluna, førdi farmin úr Ibiza, har Salas-brøðurnir, Fernando og Monalo, framleiddu sjósalt, ið longu tá hevði sera gott orð á sær millum fiskakeyparar. Umframt hetta hevði teirra fyritøka fleiri saltnám í Spania og ávirkaði hon tí í ein stóran mun allan salthandil í miðalhavslondum og heilt norður á okkara leiðir. Prískríggj Nýggja saltsølan førdi til prískríggj við Drelnes. Hetta prógvaði, hvussu bíligt salt kundi blíva, tá kappast varð. Saltið fór nevniliga frá kr. 135 tonsi fyrst niður í kr. 95 og at enda niður á kr. 72. Hetta kundi gera stóran mun fyri ein skiparakstur. Hetta gjørdi so eisini tað, at saltsølan ikki gjørdist nøkur góð forrætning fyrstu árini. Tað bjargaði úrslitinum, at “Fiskanes” fiskaði væl og gav so mikið av avlopi, at teir hildu høvdið omaná. Hans Pauli hevði hesi árini siglt sum skipari á “Fiskanesi”, men í 1958 fór hann í land fyri at gerast stjóri á saltsøluni. Prískappingin á saltinum helt fram á fleiri ár. Hans Pauli roknaði út, at hon spardi føroyska fiskiflotanum fyri 1,5 mill. árliga í saltútreiðslum. Hetta tal kann søtliga faldast við 20 ella 30 fyri at sammeta við prísleguna í dag. Tað var nú heldur ikki bert sum at siga Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen SALT OG PINKUR Saltfiskur til sølu í handli í Spanien Hyljar, har salt verður framleitt