Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 35 Komandi partur Í komandi parti verður hildið á við áhugaverdu frásøgnini hjá Jovinu Højgaard, ættað úr Æðuvík. tað at fáa hendur á salti. Sum t.d. í 1961, tá ið tað regnaði illa í Miðalhavinum, var lítið sjósalt at fáa. Tá sansaði at at fáa salt úr Spania, og teir máttu í enn størri mun enn frammanundan liva frá eini sending til eina aðra. Men longu árið eftir bragdaði aftur. Snildir við riddarakrossi Nøgdirnar, sum komu úr Ibiza, vóru ikki serliga stórar at byrja við. Eini 6.000 tons, sum bert var ein lítil partur av tørvinum hjá Føroyum, sum kundi vera upp móti 30.000 t, tá hann var uppá tað mesta. Tað eru nógv sløg av salti, eisini salt sum í fyrsta umfari kann tykjast hvítari enn Ibiza-salt. Allar royndir hava tó víst, at tá avtornar, so er tað Ibiza-saltið, sum roynist frægast, og sum gevur tann besta saltfiskin. Tað vóru eisini aðrir, sum fegnir vildu hava hetta saltið, m.a. norskir reiðarar. Tað, sum nú ráddi um, var fyri tað fyrsta at fáa allan okkara tørv dekkaðan av Ibiza- salti. Hetta vildi geva tann eykavinning, at so mikið minni var eftir til aðrar, sum t.d. norðmenn. Harvið komu vit í betri kappingarstøðu enn teir. Her vísti Hans Pauli, hvussu snildur hann var. Snildirnar vóru at kunna geva stjóranum fyri Ibiza-saltinum eina kenslu av, hvussu høgt hann var í metum í danska kongaríkinum. Og tann besta hugsandi viðurkenningin var ein riddarakrossur! Hetta skuldi Einar Kallsberg, sum tá var okkara maður í Danmark, fáa í lag. Í fyrsta umfari var svarið eitt tvørt nei frá Amalienborg. Men hetta fekk ikki Hans Paula at geva upp. Hann fór í holt við Mogens Wahl, sum hevði verið væl umtóktur ríkisum­ boðsmaður í Føroyum í nógv ár og nú var ein tann hægsti embætismaðurin hjá drotningini. Og tá bar til! So sponsku bløðini kundu skjótt bera tíðindini um tann nýggja spanska riddaran av Dannebrog, og longu árið eftir fekk saltsølan 18.000 t av salti, og tað stóð ikki á síðan at fáa tað salt, sum teir høvdu brúk fyri! Tískil fór eisini at gangast betri fíggjar­ liga hjá saltsøluni. Kanska hevur tað eisini havt týdning, at Hans Pauli fekk keypt saltsøluna á Drelnesi, so nú var tað hann, sum hevði monopol. Einaferð helt Prísráðið, at saltið var ov dýrt og álegði teimum at seta prísin niður. Hetta fekk saltsøluna at steingja. Hetta skapti ein slíkan gravgang eftir salti, at Prísráðið mátti geva skarvin yvir. Í 1975 keypti Hans Pauli hinar eigar­ar­ nar út, so nú gjørdist hann einsa­mallur saltkongur. Eftir Hans Pauli tók sonurin Mortan við. Hann hevur nú latið stýrisvølin til sonin, Magna, sum eisini er royndur í leikum. Tá ið hann var 17 ára gamal, var hann eitt ár í Ibiza og arbeiddi í saltframleiðsluna, sum hann tískil kennir til lítar. Um salt: Fyri at framleiða eitt kilo av salti tørvar tær 50 litrar av sjógvi. Gamalt indiskt orðatak sigur: “Til eru sjey smakkir, og salt er tann fyrsti av teimum”. Nýtslan av salti í heiminum er býtt soleiðis: 58% kemiska ídnaðinum 19% manna- og djóraføði 13% at stroya á vegirnar um veturin 10% aðra nýtslu Framleiðslan Tað er vælkent, at um vatn kemur í sam­ band við luft hvørvur tað so við og við upp í luftina sum dampur. Henda tilgongd er ein av eginleikunum við vætum og verður kallað “evaporering” ella burturdamping. Las Salinas de Ibiza er eitt ídnaðarvirki, har sjógvur verður fyltur í fleiri saman­ bundnar brunnar fyri í stórum skala, at skapa eina kemiska tilgongd, har saltið legst á botnin. Virkið bleiv bygt soleiðis, at tað fæst gagn­nýtt sum mest av tí økið, ið var til taks, so tað við hjálp av sólini og vindinum kundi fáa mest møguliga burturdamping úr teimum stóru grunnu hyljunum. Ein kann siga, at teoretiska manna­ gongdin á einum saltvirki er ógvuliga ein­ føld. Men í veruleikanum krevst sera gott handalag og ógvuliga nógvar royndir fyri at framleiða og taka upp saltið, so ein partur av teirra arbeiði er framvegis hand­verk. Pinkur var ein vanlukka Ein partur av saltfiskasøguni snýr seg eisini um pink. Hesum greiðir Richard B. Thomsen, eisini kendur reiðari, frá í síni bók Drømme der brast. Frásøgnin byrjar, tá ið farast skal undir at vaska fiskin. Gentur eru komnar úr øllum landinum og eru klárar at fara til verka. Tær ótolnast, tí einki hendir. Men orsøkin er henda: Formanden stod bleg og måbende foran den to mand høje fiskestabel, mens hans medhjælpere bestyrtede hev fisk ud til alle sider, og de strålede alle i en festlig lyserød farve. Det var en stående ordre, at dér, hvor der viste sig det mindste tegn på pink i fisken, indstilledes alt arbejde. Ingen ærekær fiske­ eksportør ville have den plet på sit renommé, at hans varer var besmittede med den afskyelige røde pink. Gennem over 20 år havde man intet mærket til sygdommen, og den betragtedes derfor som uddød, efter at præpareringen var omlagt fra britisk stensalt til spansk havsalt, og nu netop hvor man ikke tålte mere økonomisk modgang, var den der igen. Al fisken, der var gravet frem, havde røde skjolder, og stabelen indenfor luede som en kogt hummer. Hvilken forfærdelig katastrofe. På Fær­øerene frygtede man pink-mikrobens tilsynekomst i næsten samme grad, som de gamle Nildalens egyptere ræddedes ved græshopperne under Kong Faroes regime. Begge disse menneskehedens fjender hand­ lede med samme lynets hastighed og øde­ læggende kraft. Dejlige store kridhvide klipfisk kunne i løbet af 24 timer totalt skifte udseende på grund af usynlige myriader af de lyserøder væseners nådeløse fremtrængen. “Pink i fisken .. pink i fisken”, begyndte kvinderne at hviske til hinanden langs med den stensatte kant, og der viste sig antydning af panik i enkeltes øjne, som var det en koppeepedemi, der nærmede sig. Tað var bara eitt at gera, og tað var at blaka tann reyða fiskin til sjós, so tað bleiv eingin vasking fyribils. Men seinni var tó komið fram á fisk, sum ikki var smittaður, og tá kundi vaskingin byrja. Mortan hjá Hans Paula greiðir frá, at pinkur er altíð í salti. Hann fer at nørast, um hitin fer upp um 8 stig og doyr aftur um hann kemur uppá 16 stig. Tá kann pinkurin vaskast burtur aftur, um hann ikki er ov illa farin av pinkinum. Hetta saltfjallið svaraði umleið til ársnýtsluna hjá føroyingum Hans Pauli stríddist móti monopoli, men Óli Petersen helt seinni, at tað nú var tað Hans Pauli sum hevði monopol Her fer rásaltið í mylluna