hósdagur 24. november 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
36
Virgar T. Dalsgaard
Tá
ið
man
var ungur og
hoyrdi um, at
tað stóð so illa
til hjá fólki ella
fyritøkum, at
man valdi at
realisera síni virði á eini
auktión, var mikil harmur,
og man hevði sera ilt av
teimum, sum vóru SO ILLA
komin fyri, at tey noyddust
at velja hesa beisku og
eirindaleysu leiðina.
Man hoyrdi aldrin um
fólk, sum hildu auktions-til
takið vera nakra góða loysn,
men bara eina syndarliga og
desperata neyðloysn..
Summi komu enntá so
illa fyri, at tey noyddust á
tvingsuls-auktión.
Tey flestu vistu jú væl,
at auktión er BARA fyri tey
ovur-ríku, tey sterku og tey,
sum hava fúsar strámenn
sum
umboð
fyri
sínar
kapital-interessur.
Men nú hava fólksins og
landsins oddamenn, UTTAN
at vera noyddir ella tvingaðir
til tað, valt henda ótrúliga
brutala formin fyri útsølu
av landsins ognum.
Tað má sigast at vera ein
ynkiligur útvegur, tí nú vera
tað bara pengarnir, sum
avgera HVØR, ið fær tey
bestu fiskiloyvi og tey mest
lukrativu økini at fiska í.
Landið er ikki í nakrari
tvingsuls-støðu, sum noyðir
føroyingar til ein so fantasi
leysan útveg sum auktión
ella uppbodssølu, sum teir
eufemistiskt kalla avreið
ingina fyri at fáa hana lætt
ari ígjøgnum.
Men
harafturímóti
er
fiskivinnu-ministeriið í eini
intellektuellari
tvingsuls-
støðu, tí teir hava onga kon
struktivar loysnir og skamm
ast við at viðganga tað.
Tessvegna hava teir for
elskað seg í AUKTIÓN, sum
sjálvt teir ráu despotarnir
í Tí gamla Rómararíkinum
hildu vera ein ússaligan,
mannminkandi og avgjørt
allarsíðsta desperatan útveg.
Ein og hvør fiska-kvotu
skipan er betri og nógv rætt
vísari enn nøkur auktión,
sum bara førir til ótespuliga
spekulatión!
Merit-metingar
Tann besta skipanin vildi
sjálvandi verið stýrd eftir
merit-metingum,
sum
analyseraði umsøkjararnar
eftir kunnleika og øðrum
kvalifikatiónum. Ein nevnd
av fakfeløgum, reiðarafelag
o g
l ø g t i n g s va l d u m
álitisfólki áttu at kanna
allar forútsetningar, sosum
standin av fiskiførum, veiðu-
og framleiðslukapacitet
og ikki pengapungin hjá
teimum, sum innsendu
umsóknir um fiskiloyvi. Tað
hevdi verið nógvar ferðir
meira rættvíst, enn einhvør
auktión.
So einfalt er málið, men
landsins ovastu fiska-heilar
Stuttskygdur auktións-politikkur
NØVN & TILTØK
KJAK
Guðstænastur
sunnudagin 27. november
Argja kirkja kl. 11.00: Bergur D.
Joensen. Altargongd. Talvan gongur
fyri Føroysku sjómanskirkjuni.
Nøvini á teimum, sum deyð eru
í sóknini seinasta árið, verða
lisin upp. Argjakórið luttekur.
Kirkjukaffi. Sunnudagsskúli er undir
gudstænastuni.
Havnar kirkja kl 11.00 Ann D.
Hansen. Barnagudstænasta,
barnakórið á Strondum syngur.
aftaná verður drekkamuður í
Kirkjustovu.
Nólsoyar kirkja kl 12.00 Sonja Klein
Vesturkirkjan: barnagudstænasta
í Vesturkirkjuni. Gentukórið í
Meinigheitshúsinum fer at syngja
nakrar sangir. Derhard Jógvans
son, prestur, prædikar. Nakrir
sunnudagsskúlasangir verða sungnir.
Og eftir gudstænastuna verður
kirkjukaffi í kirkjukjallaranum, har
okkurt leskiligt verður til børnini
eisini.
Hoyvík kl. 11, Sverri Steinhólm
Kaldbak kl. 12, altarg., Theodor Eli
Dam Olsen
Kl. 11.00, verður guðstænasta
í Vestmanna kirkju við Marjun í
Kálvalíð. Talvan gongur fyri Føroysku
Sjómansmissiónina.
Kl. 19.00, verður adventshugni við
Vestmanna kirkjukóri í Vestmanna
kirkju. Á skránni eru jólasálmar og
-sangir á ymsum málum. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Hósvíkar skúli kl. 11, Bergtórur H.
Bjarkhamar.
Hvalvíkar kirkja kl. 12, Bergtórur H.
Bjarkhamar.
Eiði: kl. 12 messa Emil Olsen.
Norðskála: Kl. 17 ljósgudstænasta
Emil Olsen.
Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis
prestagjaldi fyri Hina føroysku
sjómanskirkjuna.
Glyvra kirkja kl. 11, gudstænasta og
sunnudagsskúli, Meinhard Bjartalíð.
Talvan gongur fyri Sjómanskirkjuna.
Riktuvíkar kirkja kl. 18, liturgisk
gudstænasta, Meinhard Bjartalíð
Selatraðar kirkja kl. 12: Símun
Persson Jacobsen - altargongd
Fríðrikskirkjan. kl 11.00. Ovi Brim.
Barnakórið og kirkjukórið luttaka.
Morgunmatarborð frá kl. 10.00.
Gøtu kirkja. Kl 12.00. Ovi Brim.
Sunnudagsskúlabørnini syngja.
Morgunmatur frá kl 10.00.
Missiónshúsið í Æðuvík. Kl 17.30.
Ovi Brim.
Oyndarfjarðar kirkja kl. 17: Símun
Persson Jacobsen - altargongd
Í Sjóvar prestagjaldi gongur talvan
fyri Føroysku Sjómanskirkjuni.
Fuglafjørður kl. 12.00: Dekna
guðstænasta. Talvan gongur fyri
føroysku sjómanskirkjuna.
Leirvíkar kl. 11.00: Hátíðar
guðstænasta við altargongd.
Marjun Bæk. Kirkjan fyllir 110
ár, og í tí sambandi verður boðið
til brunsj í Missiónshúsinum eftir
guðstænastuna. Kl. 16.00: Konsert
við Eystanljóð. Kaffi og køkur í
forkirkjuni aftaná.
Christianskirkjan kl.11.00
Familjugudstænasta Marjun
Lómaklett Barnakórið í KFUM
og K luttekur. Talvan gongur fyri
Sjómanskirkjuna
Hvannasunds kirkja, Jóannes
Purkhús, kl. 12.00. Altargongd.
Talvan gongur fyri Føroysku
Sjómanskirkjuna.
Viðareiðis kirkja, Jóannes Purkhús, kl.
17.00. Talvan gongur fyri Føroysku
Sjómanskirkjuna. Nátturði
verður í Missiónshúsinum aftaná
guðstænastuna. Øll
eru vælkomin.
Árnafjørður kl.11.00 Hanus á
Gørðum altarg. Talvan gongur fyri
Sjómanskirkjuna
Kunoy kl.12.10 Hanus á Gørðum
altarg.Talvan gongur fyri
Sjómanskirkjuna
Skúvoyar kirkja kl. 12. Havstein
Klein.
Bønhúsið í Ørðavík kl. 11, hátíðar
gudstænasta í samband við at
Bønhúsið verður 50 ár. Jógvan
Fríðriksson, biskupur, prædikar og
Ljómur syngur.
Tvøroyri kl 11. deknaguðstænasta
Frá Kirkju- og missiónshúsinum
á Argjum
Sunnudagin 27 novembur kl. 11.00:
Gudstænasta og sunnudagsskúli.
Sunnudagin 27. novembur kl. 18.00:
Møti: Jóhan Petur Johannesen.
www.koma.fo
Sjómanskvinnuringurin á Argjum
kemur saman til jólahugna
mánakvøldið 29. Nov. Kl. 20.00.
Allar kvinnur eru vælkomnar
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn.
Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30,
sunnudagsskúli kl 12
Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti.
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Fríggjamorgunin 25. november kl.
10-12 er Café í Ebenezer.
Fríggjakvøldið 25. november kl. 20:
Teen Night.
Sunnumorgunin 27. november kl.
11: Minnismáltíð Harrans.
Sunnudagin 27. november kl 12:
Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið 27. november kl. 18:
Evangeliskt møti.
Týsdagin 29. november kl. 17-19:
Frítíðararbeiði
Mikumorgunin 30. november kl.
10-12 møtast foreldur við børnum.
Mikukvøldið 30. november kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Hóskvøldið 1. desember kl. 20:
Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin
www.Ebenezer.fo
Adventistakirkjan
Leygardagin 26. november 2016
Kl. 10 Sabbatsskúli: Birgir
Johannesen
Kl. 11 Gudstænasta: Jens V.
Danielsen
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagur kl. 14, Sunnudagsskúli,
kl. 17.30, bønarløta, kl. 18, Møti
v/ Karl Michaelsen, Advent - ein
fyrireikingartíð
www.meinigheit.fo
KFUM og KFUK, Tórshavn
Mánadagur 28. november kl.15.00
í KFUK: Seinnapartsamkoman við
Sólbjørg Símunarson.
Týsdagur 29. november kl. 16.00 í
KFUK: Várgleði fyri børn.
Frelsunarherurin Tórshavn
Sunnudagin kl. 11.00 Halganar
møti Sersjantmajor Joen Pauli
Petersen talar
Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudags
skúli
Sunnudagin kl. 18.00 Evangeliskt
møti. Major Bjørn Ove Frøyseth talar
Øll eru hjartaliga vælkomin
City Church Tórshavn
Sunndag 27 november kl 11
morgunmøti. City Kids kl 11.45
Fríkirkjan Oasan
Sunnudagin 27. novembur
Kl. 16:00 Jólaveitsla fyri øll
Mánadagin 28. novembur
Kl. 19:00 Bønamøti
www.oasan.fo
KATÓLSKA KIRKJAN
Fríggjadag verður messa í Kerit kl.
17.30.
Leygardag verður messa í Kerit kl.
11.30
Sunnudag 1. sunnudag í Advent
tekur sjónvarðið messuna upp a
band. Aftaná messuna samlast vit
øll, til ein góðan bita. Tað verður
sjálvtøkuborð.
Tilbiðjan av Heilaga Sakramentinum
verður í kirkjuni frá kl. 17 til 18.
Hósdagin 1. Desember verður Taizé-
kvøld í Kerit kl. 20. Øll eru vælkomin.
www.katolsk.fo
Sjómanskvinnuringurin í
Vestmanna
kemur saman í Missiónshúsinum
til bindihugna mikukvøldið 23.11
kl. 19.00. Vit fara at hava andakt,
at syngja saman, og framsýning
av bundnum lutum og tógvi verður
eisini á skránni. Um nóg nógvir lutir
eru, verður burturlutan.
Møtið fjølmentar!
Kollafjarðar Missiónshús
Sunnudagur 27.11
kl 18:00 Møti v/ Valdemar Simonsen
Sangluttøka við Oasubrøðunum
Týsdagur 29.11
kl 19:30 Bønarløta
kl 20:00 Bíbiltími
v/ Derhard Jógvanson
Sjómanskvinnuringurin á
Strondum kemur saman í
missiónshúsinum
týskvøldið kl. 20 Har allar kvinnur
eru hjartaliga vælkomnar.
Mint verður á jólapakkarnar til
sjófólkið
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 20, Awake við Tom
Jacobsen
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við
Paula Høj. Barnamøti kl.11
www.keldan.fo
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Fríggjadagin 25. nov.
kl. 21:00 Ungdómsmøti
Lovsongs- og vitniløta
Sunnudagin 27. nov.
kl. 16:30 Bøn
kl. 17:00 Sangmøti
Mánadagin 28. nov.
kl. 19:00 Sjómanskvinnuringur
Týsdagin 29. nov.
kl. 20:00 Todos venur
Mikudagin 30. nov.
kl. 19:30 Bøn og Bíbliutími
Hósdagin 1. des.
kl. 19:00-20:30 Junior fyri øllum í
5.-7. fl.
Veri hjartaliga vælkomin
Kfum & K Klaksvík
Sunnudagin
Kl.11.00 Familjuguðstænasta og
av tí sama eingin sunnudagsskúli í
KFUM & K
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Sjónvarpsmøti. Kringvarp
Føroya tekur møti upp.
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Øll hjartaliga vælkomin
G.G. Marknaðardagurin hjá KFUM &
K er leygardagin 3.dec kl.13.00
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 17.00 bøn
Sunnudagin kl. 18.00 møti við Kenya
toyminum
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 30. novembur kl. 19,00
verður hugnaløta í Losjuni. Á skránni
er burturluting o. a..
NB! Havi pakka við.
Mikudagin 7. decembur kl. 19,00
verður hugnakvøld.
Borðreitt verður við kaffi, holikøkum,
og rísalamande.
Seinasta freist at tekna seg er 30.
novembur.
Jólaborðhald verður 14. decembur
kl. 18,00.
Neyðugt er at tekna seg og gjalda, í
seinasta lagi
9. decembur. ( Kostnaður 200,- kr.)
80 ára føðingardagur
Hósdagin 1. desembur
verður Hanna Johannesen,
Søldarfjørður, 80 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 3.
desembur heima á Søldar
fjarðarvegi 34 frá kl.15.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 27. november
hava vit verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin heima
á Torvgøtu frá kl.14. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Bergit og Elmar
75 árara
føðingaradagur
Hildibjørg Weihe fyllir
75 ár tann 5. desember.
Opið hús verður á
Boðanesheiminum í
millum kl 16.00 og 20.00.
Øll er vælkomin.