Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 37 Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum Føroyar eru tíverri raktar av fleiri fíggjar- og búskapar­ kreppum sein­ astu áratíggini. T æ r h ava kostað fólkinum, vinnuni og sam­fe­lagnum nógv, bæði tá ið ræður um fíggjarlig virði, trivna, sjálvbjargni og fólka­ tal. Vit vilja gera alt fyri at fyribyrgja at søgan endur­ tekur seg, og taka tí týðandi fet fyri at styrkja okk­ara innlit, búskapar­amboð og ávar­ingarskipan. Nýggi Landsbanki Føroya Landsbanki Føroya verður settur á stovn - saman við Føroya váðaráði - við tí høvuðsendamáli at styrkja okkara samfelag nú og framyvir, við at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, al­ mennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Lands­ bankin fer at taka sær av landsins skuld og gjaldføri, og harvið verður umsitingin av landsins gjaldføri og skuld flutt frá stovni undir landsstýrisfólkinum í fíggjar­málum, til óheftan, almennan landsbanka. Lands­bankin fer eisini at ráðgeva tí almenna – eitt nú landi, kommunum, almennum grunnum - um fíggjarlig viðurskifti. Týðandi partur av virksemi Lands­bankans verður støðugt at hava eftirlit við teimum fíggjar­ligu váðum, ið eru í før­oyska samfelagnum, og fer hesin eisini at virka sum skrivstova hjá Føroya váðaráð. Samstundis sum virksemi og vitan innan fíggjarliga økið nú verður savnað í Landsbankanum, verða viðkomandi uppgávur og samsvarandi játtan fluttar frá øðrum stovnum. Eitt nú verður Gjaldstovuráðið niðurlagt, samstundis sum Landsbankin verður stovnaður. Føroya váðaráð fyribyrgja fíggjarkreppur Seinasta fíggjarkreppan staðfestið, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum. T.d. so mettu fíggjareftirlitini bert um støðuna í einstøku bankunum, men ongin hugdi at samlaðu fíggjarligu váðunum í samfelagnum, ið vístu seg at vera ovurstórur trupulleiki. Úrslitið varð, at eftir fíggjarkreppuna stovnsettu flestu lond tvør­ gangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymsu eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økj­ um, men skuldu samskipa teirra innlit og vitan, og leypandi gera fíggjarligar váðametingar fyri alt samfelagið. Eftir ætlan fer Føroya váðaráð, frá á sumri komandi ár, at virka fyri hesum í Føroyum. Samskipan av vitan Føroya váðaráð verður eitt samskipandi ráð, har verandi eftirlit og ráð innan fíggjarliga og búskaparliga økið kunnu samskipa teirra vitan tvørturum virkisøki. Væntandi fara Landsbankin (eftirlit við yvirskipaðum fíggjarligum váðum), Búskaparráðið (eftirlit við búskapinum), Tryggingareftirlitið (eftirlit við trygging, pensjón og realkreditti) og Skráseting Føroya (eftirlit við m.a. vinnurekandi grunnum) at hava umboð í váðaráðnum. Størri innlit í bankarnar Fíggjarliga økið er hartil í dag býtt millum danskar og føroyskar myndugleikar. Ábyrgdin av eitt nú pensjón, trygging og realkreditti er á føroyskum hondum og undir føroyskari lóggávu og eftirliti, meðan bankarnir eru á donskum hondum og undir danskari lóggávu og eftirliti. Fyri at tryggja tvørgangandi samstarv og trygt yvirskipað fíggjarligt eftirlit, er avtala gjørd um markamót og samstarv við danskar myndugleikar. Samstundis er avtala gjørd um, at Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya framyvir fara at kunna fáa atgongd til viðkomandi upplýsingar beinleiðis frá føroyskum bankum. Hetta er eitt stórt framstig, ið fer at tryggja føroyskum myndugleikan innlit og vitan, ið vit ikki hava atgongd til í dag. Búskapargrunnur Føroya gerst virkið búskaparamboð Búskapargrunnurin skal nú eisini gerast eitt virkið búskaparamboð, ið skal nýtast at gera búskapin meira sjálvbjargnan og støð­ugan, við atliti til bæði núlivandi og komandi ættarlið. Fyrsta stigið er, at peningur er settur í grunnin. Fyrsta upphædd, ið nakrantíð er sett í Búskapar­ grunnin er nú í 2016, og eru hetta inntøkur landsins frá einskiljingini av Lív. Eisini er lógaruppskot í ár lagt fyri Løgtingið um, at 20% av avlopi landskassans, upp til 200 mió. kr., og 50% av avlopi landskassans, oman fyri 200 mió. kr., verða flutt í Búskapargrunn Før­ oya framyvir. Sostatt hava vit nú sett ferð á, at fáa inntøkur í búskapargrunnin. Samstundis verður arbeitt við, at tryggja samanspæl millum gjaldføri landsins og innistandandi í grunninum, umframt at tillaga útgjalds­ partin soleiðis, at hesin stuðlar undir málinum um at javna sveiggini í bú­ skapinum, og at røkka einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi. Byggja búskaparligar varðar og brimgarðar Við hesum átøkum styrkja vit okkara búskap og sam­ felag. Vit fáa betur innlit, fleiri búskaparamboð og sterkari ávaringarskipan innan fíggjarliga økið. Eins og varðar fara nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapar­grunn­ ar Føroya at vísa veg móti einum meira støðugum, trygg­um og sjálvbjargnum búskapi. Varðar, ið fyri­ byrgja, at vit enda á vanda­ kós í framtíðini. Eins og brimgarðar fara hesi at virka fyri, at komandi fíggjarligir brotasjógvar raka okkara land og fólk eins ógvusligt sum áður. Brim­ garðar, ið virka sum ávaringar­ skipan og fíggjarlig verja um brotasjóvar eru ávegis. Vit byggja land – tí byggja vit eisini búskaparligar varð­ ar og brimgarðar. Námsfrøðingar til Brúsa Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 02. januar 2017. Talan er um: Eitt starv á 33 tímar um vikuna. Eitt starv á 25 tímar um vikuna ella meir. Lønar- og setanartreytir Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna, Kulibakki 8, 520 Leirvík. ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 09. desember 2016 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhonnu Vest, leiðara á telefon 73 00 41 Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv ístaðin. TROTABÚGV Trotabúgv Í trotabúnum Sp/f Arctic Seafood, Stovugerði 14, 530 Fuglafjørður, skrás. nr. 6124, sks. nr. 3-98/2016, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Bjørn á Heygum, Heygum og Petersen, Bøgøta 16, 110 Tórshavn, j.nr. 916100, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 31. oktober 2016. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 10. februar 2017, kl. 09.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 22. november 2016. Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka Nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapargrunnur Føroya gerast í næstum nýggj amboð at styrkja føroyska samfelagið, javna sveiggini í búskapinum og at fyribyrgja at søgan við afturvendandi fíggjarkreppum, ið raka okkara samfelag hart, endurtekur seg. hava fingið tann tvang­ stanka, at alt, sum hevur við fiska-kvotur og umsóknir at gera, skal loypast um. Annars missa teir prestigu og "alt fer í fisk". Tessvegna er hetta vit­ leysa Monte Carlo-uppskotið hjá toska-ministaranum kom­ið via eina stak undar­ liga ad hoc nevnd, sum hevði fingið eina bundna uppgávu til at barsla nettup við auktions-uppskotinum, sum toska-ministarin vildi hava. Vit mugu hopa, at tann sperdi oddafiska-ministarin besinnar seg og sær, hvussu langt burtur frá øllum social­ um rættvísi eitt auk­tións- uppskot er. Skilagott skipaðar kvot­ ur eru ikki socialisma, og sjáldan serliga socialar, MEN tær eru nógvar ferðir meira rættvísar enn ein­ hvør auktión, sum bara er skyld við ráa, harðrenda og kyniska kapitalismu. Hon gagnar tí mest grádiga ein­ staklinginum og slett ikki teimum vinnuligu talent­ unum úr fjøldini! Ófatuligt, at ein fyrr­ver­ andi salonkomm­unistur, sum okkara fiska-ráðharri er farin at fríggja við so bru­talari kapitalismu, sum bein­leiðis útsølu og naivari avreið­ing av landsins ognum til tann hægstbjóðandi mata­ dorin. KJAK