Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 38 Radiografur Søkt verður eftir avloysara fyri radio graf frá 01. februar 2017 til 30. sep tembur 2017. Arbeiðstíðin umfatar dagvaktir og tilkalli- vakt frá heimi. Førleikakrøv: • Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum radiografur • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú væl­ komin at seta teg í samband við Joan Sivertsen, deildarleiðara telefon 454545 lokal 4511, teldupost joan@ks.fo ella varastjóra, Súsannu Olsen telefon 454545 lokal 4606, teldupost susanna@ks.fo Lønar­ og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreistin er mikudagin 07.12.2016 kl. 12:00. Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík Løgfrøðingar til Fiskimálaráðið Søkt verður eftir tveimum løgfrøðingum til Fiskimálaráðið. Uppgávurnar fevna m.a. um at menna og dagføra lógir og kunngerðir, standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving, kæruviðgerð, málsviðgerð og rættarmálum. Hevur tú kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla ella útbúgving, ið kann javnsetast við hetta, og kundi hugsa tær at arbeitt við løgfrøði innan fiskivinnu, landbúnað og tilbúgving, so vilja vit heita á teg um at søkja. Freistin at søkja er 28. november 2016. Les meira á www.fisk.fo FISKIMÁLARÁÐIÐ Postboks 347 • 110 Tórshavn • fisk@fisk.fo Fiskimálaráðið TROTABÚGV Við avgerð tann 18. november 2016, er Sp/f SL Málaravirki, Hoydalsvegur 42, 100 Tórshavn, skrás.nr. 5858, sks.nr. 3-104/2016, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan móttikin tann 17. november 2016 frá likvidator, advokat Jógvan Páll Lassen. Felagið bleiv tikið undir likvidation eftir áheitan, dagfest tann 25. august 2016, frá Skráseting Føroya um tvingsilsavtøku. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Jógvan Páll M. Lassen, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, j. nr. 8801216. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, FØROYA SKIFTIRÆTTUR, mánadagin tann 12. desember 2016, kl. 09.30. StarvSlýSing Laborantur í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuni vit sóknast eftir starvsfólki til spennandi starv á mikrobiologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur, soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum. Starvsinnihald • Mikrobiologiskar kanningar av: • Matvørum • Drekkivatni • Fóðri • Umhvørvi • Menning og viðlíkahald av góðskuskipan • Innkoyring av kanningarháttum • Arbeiði við telduskipanum sum LIMS • Samskifti við viðskiftarar og eftirlitsdeild Krøv til útbúgving og førleika Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur, ella hava aðra viðkomandi útbúgving. neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál. Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við: • arbeiði á kanningarstovu • góðskustýring – serliga eftir ISO 17025 • telduskipanum til kanningarstovur (LIMS) og elektroniskum journalskipanum Vit vænta eisini at tú: • dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fast starv, við setan frá 1. januar 2017, ella skjótast til ber. Starvið er skipað á Mikrobiologisku deild, men tú kemur eisini at samstarva við hinar kann­ ingarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeitt verður fulla tíð. Lønt verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála og lønartalvu á www.lnd.fo. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 9. desember 2016. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Mikrobiologisku deild, tlf. 556490, jpf@hfs.fo. Um Mikrobiologisku kanningarstovuna Mikrobiologiska kanningarstovan er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og veit ir mikrobiologiskar kanningar til vinnulív, eftirlit og gransking. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025, og er undir eftirliti av DANAK (Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni arbeiða 10 starvsfólk.