Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ítróttur síða 21 Kvinn­ ur­nar eru uppsettar Politikkur Tíðindi síða 5 Null krónur í limjaldi Tað er gott, at andstøðuflokkar taka mál­ið um fiskivinnunýskapan í so stórum álvara, sum Sam­bands­ flokk­ur­in hevur gjørt við at koma við sínum egna íkasti til, hvussu ný­skip­anin skal síggja út, sum skal koma í gildi um eitt ár. Tað var júst Sambandsflokkurin, sum átti lands­stýrismannin í fiski­ vinnu­málum, sum segði upp veið­ i­loyv­ini at fara úr gildi 1. januar í 2018. Sambandsflokkurin og Fólka­ flokk­urin hava í mestan mun sitið á fiski­vinnu­økinum síðani tá og hava so­leiðis høvuðsábyrgdina av, at einki er hent. Tað rættvísger kortini ikki tað, at tíð­in rennur undan hjá sitandi lands­stýrið, og at ein loysn skal finn­ast. At tað ikki skal vera ein loysn, sum 17 tingfólk standa aft­ an­fyri, er bæði eyðsæð og sjálvsagt. Tað hevði verið vánaligt politiskt hand­verk, um ikki í minsta lagi trígg­ir av andstøðuflokkunum vildu verið við – helst allir. Tí tann loysnin, sum verður funn­in, skal halda. Høvuðsvinnan hjá okkum skal hava tryggar karm­ ar at virka undir, og tí skulu vit ikki koma í ta støðu, at vit nú fáa eina nýskipan, sum aftur verð­ur broytt, tá Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokk­ur­in koma til valdið. Tað er ilt at siga, um uppskotið skil­ir seg so nógv frá tí, sum hin­ir flokkarnir halda. Tí hóast nevnd hevur gjørt eitt arbeiði fyri fiski­ mála­ráð­harran, so vita vit ikki enn, hvussu politiska uppskotið verð­ur – ella hvussu undirtøkan er í sam­gonguni. Uppskotið um upp­ boðs­sølu tykist vera ein snáv­ing­ar­ stein­ur, sum tað kanska heldur ikki er meir­i­luti fyri í samgonguni. Sambandsflokkurin leggur upp til sam­starv og sigur seg vera opnan fyri til­lagingum í samráðingum við aðr­ar flokkar. Vit skulu ikki gloyma, at talan er um eitt uppskot frá einum and­ støðu­flokki, sum hevur seks ting­ fólk aftan fyri seg. Men fyri sam­ gong­una hevur tað týdning, at kon­struk­tivt mótspæl er frá and­ støð­uni. Og tað í sær sjálvum, at Sam­band­s­flokkurin hevur formu­ ler­að sín politikk á økinum er eitt kon­struktivt mótspæl, sum alt ann­ að líka eigur at gagna málinum um at finna eina breiða semju í Løg­ tingi­num fyri teirri nýskipan, sum set­ast skal í gildi um 13 mánaðir. Í skrivandi stund er tíð­inda­ fund­urin hjá Sambandsflokkinum ikki lið­ugur, men vit hava meira um mál­ið á síðu 10 og 11 inni í blaðnum. Eitt íkast til breiða semju Um stutta tíð verður koyr­ andi um Blómubrekku frá Sunds­vegnum yvir á Villing­ ar­dals­vegin. Líka síðani Vill­ing­ar­dals­ veg­ur­in og Sundsvegurin í Havn vórðu bundir saman umvegis vegin Undir Brúnni fyri eini 30 árum síðani hev­ ur tað verið einasta far­leið ímillum hesa vegir. Nak­að av ferðslu er eftir Veg­num Langa í Hoyvík og Ólu­vu­ gøtu, sum fer niðan um veg­in Undir Brúnni og oman eft­ir Villingardalsvegnum. Hend­ an ferðslan kann í framtíðini fara úr rundkoyringini við Blóm­u­brekku og beina leið yv­ir á Villingardalsvegin. Um næstum fer Fjar­hita­ fel­ag­ið at leggja rørleiðing av Berja­brekku og yvir í Vill­ ing­ar­dals­veg­in. Tá verð­ur vegurin samstundis gjørdu og bundin í Villi­ng­ar­dals­ veg­in. Fjarhitafelagið fer at grava rørleiðing í vestaru síðu á Villingardalsvegnum, og er tað leiðingin, sum skal om­an í Gundadal, til Tórsvøl, Svimji­høllini, Høllina á Hálsi go Bank­Nordik – og út í Markn­a­gil til Glasir. Koyrandi av Blómubrekku á Villingardalsvegin Tað er gott, at andstøðan eisini formulerar sín politikk Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Skjótt verður koyrandi eftir Blómubrekku til Villingardalsvegin – eftir »grøna vegnum« á kortinum omanfyri. Ein nýggjur vegstubbi verður gjørdi í svarta sirklinum Frá í dag at rokna liggja skattalistarnir al­ment frammi á komm­unu­skriv­ stov­um kring landið. Føroyar er eitt av fáu lond­unum í heiminum, har skatta­listarnir verða al­ manna­kunngjørdir. Í ár verður hetta gjørt frá í dag. Tað merkir, at kom­andi 15 dagarnar kunnu fólk fara á komm­ unu­skri­v­stovuna at kanna skatta­listarnar. Flestu munnu vita, hvat tey sjálvi rinda í skatti, men her er so møg­u­leikin at kanna, hvat onn­ur rinda, tað verið seg grannin, stjór­ in ella lands­stýr­is­ma­ð­ur­in. Í skattalistunum verð­ur upp­lýst, hvørja inntøku fólk hava og hvussu nógv, tey hava rindað í skatti í 2015. Einastu londini á okk­ara leiðum, ið kunngera skatta­ list­arnar alment, eru Noreg, Svøríki, Ísland og Før­oyar. Í Danmark eru tað ein­ans fyritøkur, virki og grunn­ ar, ið standa á al­mennu skattalistunum. Ein­ans í Noregi verða skatta­ listarnir lagdir á alnetið. Í Noregi verður sagt, at opn­ir skattalistar føra til øktar skattainntøkur, við tað, at almenningurin styrk­ir um eftirlitið hjá mynd­ug­leiku­num og at teir styrkja um skattamoralin. Nú liggja skatta­ list­arnir frammi