mánadagur 28. november 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
FLÚGVING
LOGAN AIR EINGI HÓTTAN
MÓTI ATLANTIC AIRWAYS
Sólvit E. Nolsø
Fyrr í ár frættist, at skandinaviska
flogfelagið SAS, fór at at flúgva til
Føroya. Eftir ætlan verður byrjað
at flúgva í næsta ár og ein føst ruta
skal verða millum Keypmannahavn
og Vágar. Flúgvast skal hvønn dag í
vikuni, alt árið.
Tað vórðu kanska fleiri, ið ivað
ust í um føroyski marknaðurin bar
tvey feløg. Um tað yvirhøvur er nóg
mikið av ferðafólki til tvey feløg.
Enntá tvey, ið flúgva á somu rutu.
SAS sigur, at tað er nokk, Jóhanna
á Bergi, stjóri í Atlantic Airways,
sigur, at tað fer nokk ikki at verða
pláss fyri báðum. Livst so spyrst.
Í seinastu viku fingu vit so
staðfest, at tað triðja flogfelagið nú
er á veg inn á føroyska marknaðin.
Skotska felagið Logan Air, ið er ein
partur av størra samtakinum Flybe,
skal flúgva millum Aberdeen og
Vágar, í tíðarskeiðinum mai-sep
tember. Umvegis Aberdeen, kunnu
vit so eisini flúgva til Kirkwall á
Orknoyggjum, ið liggja norðanfyri
Skotland.
Tískil kemur Logan Air á markn
aðin við einum nýggjum tilboði
og staðfestir seg ikki bert sum
eitt felag afturat, men sum eitt
alternativ til teir møguleikar, ið
vit hava dag. Fyrrverandi stjórin í
Atlantic Airways, Magni Arge, sær
ikki nakrar vandar í, at Logan Air
nú bjóðar seg fram at flúgva til
Føroya part av árinum. Hinvegin
heldur hann tað verða spennandi.
– Eg síggi ikki nakran vanda í
at fáa staðfest eina nýggja rutu til
Aberdeen. Eisini fáa vit Hetland
tengt uppí. Tað eru gomul sambond
hjá føroyingum bæði í Abderdeen
og í Hetlandi, so tað eigur at verða
positivt at fáa tey aftur, sigur
Magni Arge.
Góðir marknaðar
føringsmøguleikar
Tað kundi verði nærliggjandi at
hugsa, at hetta var ein avbjóðing
hjá Atlantic Airways, tá tey longur
hava eina rutu til Edinburg. Tí
tekur Magni Arge ikki undir við.
Hann sær tað heldur sum ein góðan
marknaðarførings møguleika hjá
Atlantic Airways og Føroyum í
Skotlandi.
– Mann má rokna við, at Logan
Air fer at gera nakað við markn
aðarføringina í Skotlandi og tað
kann koma okkum til góðar. Eisini
Atlantic Airways. At Føroyar fær
ein góða eksponering í Skotlandi
kann gera, at fleiri fara at hyggja
hendaveg, sigur Magni Arge.
Ikki beinleiðis í
kapping við Atlantic
Tað eru fleiri, ið hava ynskt sær
kapping á flogrutuni í Føroyum. At
hava meir enn eitt felag at velja í,
kann hava positivar avleiðingar, so
sum lægri prísir og fleiri destina
tiónir. Tó er tað eisini tey, ið hava
sett spurnartekin við um tað er
pláss fyri fleiri og um tað ikki er
ein vandi, at føroyska felagið dettur
niður ímillum í eini herdari kapping
við fleiri sterk feløg.
Magni Arge sær ikki Logan Air
sum ein beinleiðis kappingarneyta
hjá Atlantic Airways. Tey leggja
seg á nakað annað enn Atlantic
ger í løtuni. Hinvegin er SAS ein
beinleiðis kappingarneyti, við ein
um peningaliga sterkum stuðli í
rygginum.
– Tað er ein øgiliga stórur munur
á Logan Air og SAS. SAS hevur
lagt seg á ein dagligan frekvens
hjá Atlantic og hevur eina øgiliga
sterka peningaliga støðu. Tað síggi
eg sum ein beinleiðis kapping við
Atlantic, í mun til tað, sum Logan
Air ger, ið er eitt annað tilboð enn
tað, ið hini bjóða, sigur Magni Arge
Ikki fyrstu ferð, at tað
eru fleiri um boðið
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað
verða trý feløg, sum bjóða seg
fram at flúgva ferðafólk til og úr
Føroyum. Mærsk Air hevði ein rutu
millum Keypmannahavn, ið byrjaði
í 1970 og helt á í 34 ár, tá teir góvust
í 2004. Umframt Mærsk Air og
Atlantic Airways, so fleyg Iceland
Air eisini millum Ísland og Føroyar
í 1990unum, so tá hava verið tríggir
aktørar á marknaðinum í senn.
Tað vísti seg til endans bert at
verða pláss fyri tí eina felagnum
til endans og Atlantic Airways hev
ur nú verið einsamalt í nógv ár,
undantikið eitt hálvt ár í 2006, tá
føroyska felagið FaroeJet, bjóðaði
seg fram.
Eftir er nú bert at síggja hvussu
alt fer at laga seg. Ein fyribils
niðurstøða er í øllum førum, at
fleiri hava ynskt sær eitt breiðari
úrval í ferðamøguleikum úr Før
oyum. Tað hava vit so fingið nú,
men enn letur tað seg bíða hvørt
vit fáa eitt breiðari úrval av ferða
destinatiónum.
Spurningurin
hvørt Føroyar sleppa við í felags
marknaðin í Evropa innan flúgving
bleiv reistur á Fólkatingið, men
Hans Christian Schmidt, ráðharri
í ferðslumálum, svaraði, at málið
var meir ella minnið steðga upp
Tað er so í øllum førum ikki komi
á borðið hjá ES kommissiónini enn.
Síðani spurningurin bleiv reistur
á Fólkatingið, er Hans Christian
Schmidt eisini útskiftur sum ráð
harri. Í hansara stað er komin Ole
Birk Olesen úr Liberal Alliance.
solvit@sosialurin.fo
Fyrrverandi stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, sigur, at Logan Air fer ikki at hótta Atlantic
Airways. Magni Arge heldur hinvegin, at teir eru eitt vælkomið alternativ til tær verandi ruturnar
Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways, sigur, at Logan Air verður ikki ein beinleiðis kappingarneyti hjá Atlantic Airways