mánadagur 28. november 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Nú verður tað ókeypis at verða limur í
Miðflokkinum.
Á
landsfundinum
hjá
flokkinum
fríggjadagin, varð nevniliga samtykt at
avtaka limagjaldið.
Jenis av Rana, floksformaður sigur, at
í Miðflokkinum hava tey ongantíð gjørt
nakað serligt við at hava eina lista við lim
um, sum rinda limagjald
Hann vísir á, at flokkurin vil knýta ein
størri skara av fólki afturat sær, enn bara
tey, sum fáa upp í lag at rinda limagjald.
Og hann sigur, at fíggjarliga støðan hjá
flokkinum, er nógv broytt seinastu tíðina.
Nú er tann fíggjarligi veruleikin tann,
at Miðflokkurin fær 25.000-30.000 krón
ur um mánaðin í politiskum stuðuli á
fíggjarlógini, umframt at teir einstøku
flokkarnir eisini fáa eina játtan til skriv
stovuhald.
Og harafturat hevur Løgtingið nú eis
ini samtykt, at hvør tingmaður fær 30.000
krónur um árið til ráðgeving, ella aðra
uttanhýsis hjálp. Men tað er eisini ein
upphædd, sum hvør einstakur tingmaður
kann lata flokkinum, hann er í, til at brúka.
Tilsamans fáa politisku flokkarnir á
Løgtingi 7,8 milliónir á fíggjarlógini at
býta ímillum sín til politiskt virksemi, um
framt at hvør tinglimur fær 30.000 krónur
um árið.
– Tá ið alt er tikið við, hevur limagjaldið
sostatt ógvuliga lítlan týdning fyri fíggj
arliga grundarlagið hjá flokkinum. Tað
krevur eisini heilt fitt av umsiting, ikki
minst tí at tað er eitt afturvernadi orða
skifti um, hvussu limagjaldið skal vera
fyri ymsar bólkar í samfelagnum, hjún,
einstaklingar, pensjónistar, lesandi, og so
víðari.
– Heldur enn at hava limir, sum rinda,
vilja vit knýta fólk at okkum upp á annan
máta enn við einum limagjaldi, leggur
hann afturat.
ÐIÐ KOYRD FRÁ
ígjøgnum Løgtingi, uttan at
nakar hevur reist iva um tað.
– Tað er ikki fyrrenn nú
at sjúkrahússtjórin ger vart
við støðuna og staðfestir, at
verður hatta játtanin, verður
neyðugt at seta munandi
sparingar í verk.
Jenis av Rana skilir ikki,
at samgongan ikki letur
hetta fáa avleiðingar fyri
Sirið Stenberg.
– Eg skilji ikki, at tey í
samgonguni ikki ásannað,
at hetta var ikki tað rætta
starvið hjá Sirið Stenberg,
og hví tey tískil ikki fáa hana
at leggja frá sær, ella koyra
hana frá.
– Eg bæði vænti og vóni,
at Sirið Stenberg verður
tað fyrsta landsstýrisfólkið,
sum verður koyrt frá í hesi
samgonguni. Og eg vænti
eisini, at hon verður tann
fyrsta sum rýkur, leggur
hann afturat.
Heldur speiskliga helt
Jenis av Rana annars fyri,
at annars var Sirið Stenberg
ófør ta tíðina. Tann leiklutin
kláraði hon væl, tí tá risti
hon loysnirnar úr ermuni,
hvørja ferð ein trupulleiki
tók seg upp.
Reisast í Løgtinginum
Jenis av Rana væntar kortini
ikki, at Miðflokkurin fer at
leggja uppskot fyri Løgtingið
um misálit á Sirið Stenberg.
Men hann leggur dent
á, at flokkurin er at reisa
málið í Løgtinginum og at
spyrja Landsstýriskvinnuna,
hvussu hetta kann bera til.
– Eg skilji ikki, at tey í samgonguni ikki ásannað, at hetta var
ikki tað rætta starvið hjá Sirið Stenberg, og at tey ikki koyra
hana frá, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Nú verður ókeypis at
vera í Miðflokkinum
Ongin skal aftra seg við at vera virkin
í Miðflokkinum av fíggjarligum ávum
RIN
unnarhátturin øðrvísi, tí tey
halda, at vit hava ein gyltan
møguleika at gera tað, ongin
annar hevur klárað, nevni
liga at nýskipa fiskivinnuna.
Í mesta lagi 10 prosent
Jenis
av
Rana
heldur
sostatt at tað er ongin orsøk
yvirhøvur til at broyta fiski
vinnuskipanina stórvegis
Tí fer Miðflokkurin held
ur ikki at góðtaka, at okkara
fiskirættindi verða seld á
uppboði.
Hinvegin heldur hann,
at tað er nakað heilt annað
at nýggjar kvotur, ella øktar
kvotur verða seldar á upp
boði, fyri at lova fleiri fólkum
upp í fiskivinnuna.
– Vit góðtóku at 10 pro
sent av makrelinum vórðu
seld á uppboði, og vit fara
undir ongum umstøðum at
góðtaka, at meiri enn tað av
botnfiski verður selt á upp
boði.
– At selja fiskirættindi,
og sostatt krevja pengar
fyri fisk, sum enn svimur í
sjónum, er óetiskt, heldur
formaðurin í Miðflokkinum.
– Vit hava ta grundreglu,
at vit rinda skatt av einum
vinningi, sum er staðfestur,
og tað grundregluna skulu
vit halda okkum til.
– Men vísir tað seg, at
grammleikin tekur yvir, og
reiðarar fara at taka pening
úr vinnuna, kann Løgtingið
forða tí við lóg, sigur Jenis
av Rana.
– Tað er tað, vit eru til,
leggur hann afturat.
Fundarfólkið, sum var á landsfundinum hjá
Miðflokkinum, hoyrdi floksformannin staðfesta,
at tað gongur fínt í Føroyum, og at tað tískil ikki er
ongin orsøk til at broyta fiskivinnuna stórvegis
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137