mánadagur 28. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
– Eg eri øgiliga keddur av hesum. Eg eri knústur av, at eg havi gjørt hendan feilin. Tí bæði frá arbeiðinum
og persónliga kenni eg til stríðið hjá fólkum, ið bera brek. Tað sigur Gunnar Hjelm, sum í farnu viku endaði
í einum ódnarveðri á netinum eftir, at hann hevði parkerað á einum parkeringsplássi fyri avlamisbilar
Hallur av Rana
17. november byrjaði sum
allir aðrir arbeiðsdagar hjá
Gunnari Hjelm, tá hann fór
til arbeiðis á Landssjúkra
húsinum, har hann er í starvi
á Sjúkraflutningstænastuni.
Einki ánaði hann um, at tað
á sosialum miðlum um hetta
mundið koyrdi eitt heitt
kjak, har hann hevði høvuðs
leiklutin.
Kvøldið fyri hevði hann
havt
tilkallingarvakt
og
hevði í tí sambandinum
ein av bilunum hjá sjúkra
flutningstænastuni við sær,
tá hann fór í biograf um
kvøldið. Eftir reglugerðini
skal viðkomandi, ið hevur
tilkallingarvakt, hava bilin
nærhendis, um nú okkurt
serligt er á vási.
Talan var um eitt myrkt
vetrarkvøld og í skundi setti
Gunnar Hjelm bilin frá sær
á einum parkeringsplássi
uttan fyri dómhúsini. Tað
hann ikki varnaðist hetta
kvøldið var, at hann hevði
sett bilin frá sær á einum
parkeringsplássi, ið einans
er til avlamisbilar.
Myndin løgd út
á Facebook
Tað vóru tó onnur, ið løgdu
merki til, at ein bilur hjá
Landssjúkrahúsinum
stóð
á einum parkeringsplássi
til avlamisbilar, og myndin
av gula vaktarbilinum par
keraður uttan fyri dómhúsið
á einum parkeringsplássi til
avlamisbilar varð deild við
eini rúkandi ferð á Facebook,
og tað gekk ikki long tíð,
áðrenn fjølmiðlar skrivaðu
um málið.
Viðmerkingar á sosialum
miðlum og aðrastaðni vóru
alt annað enn blíðar, men
sjálvur var Gunnar Hjelm
lukkuliga óvitandi um hend
inga og eftirfylgjandi øsing
ina á netinum.
Tað var ikki fyrr enn
hann var komin til arbeiðis,
og varð biðin um at koma
inn á skrivstovuna hjá leið
aranum, at hann varnaðist
hvat var hent.
– Hann hevði fingið ein
teldupost um hetta og vísti
mær myndina av bilinum utt
an fyri dómhúsini og spurdi,
um eg visti, hvat eg hevði
gjørt. At eg hevði parkerað á
einum parkeringsplássi fyri
avlamisbilar, greiðir Gunnar
Hjelm frá um løtuna, tá hann
fekk frænir um sítt gáloysni.
At byrja við trúði Gunnar
Hjelm ikki tí, ið hann sá. Tað
hann læs á telduskíggjanum
kundi ikki passa, tí hann
hevði ikki parkerað á einum
bási fyri avlamisbilar.
– Eg var vísir í, at onkur
arbeiddi upp á meg, tí hatta
hevði eg aldrin gjørt. Men
eg koyrdi alt fyri eitt út til
dómhúsið og hugdi at pláss
inum. Tað var ikki fyrr enn
tá, at eg sá, at plássið einans
var ætlað avlamisbilum. Um
eg hevði vitað av tí áðrenn,
so hevði eg aldrin sett bilin
har. Eg hevði ikki ánilsi fyri
tí. Tað var aldrin ætlanin,
slær Gunnar Hjelm fast.
Kritikkurin nívir
Tá ein søga fær bein at ganga
á í sosialum miðlum, er tað
ikki óvanligt, at fólk gera
skjótar og harðar niðurstøður.
Hesaferð var einki undantak.
Fólk hildu seg heldur ikki
aftur at siga sína hugsan um
føraran av bilinum og hansara
mangul upp á innlit í lívið hjá
teimum, ið parkeringsplássið
er ætlað til.
Viðgerðin á netinum og
miðlunum
nívdi
Gunnar
Hjelm, tí stríðið hjá teimum
veiku í samfelagnum, hjá
teimum, ið hava tørv á hes
um parkeringsplássum, er
eitt stríð, ið hann kennir væl
til sjálvur.
– Eg eri øgiliga keddur av
hesum. Eg eri knústur av, at
eg havi gjørt hendan feilin.
Tí bæði frá arbeiðinum og
persónliga kenni eg til stríðið
hjá fólkum, ið bera brek,
sigur Gunnar Hjelm.
Sum portørar er hann
vanur við dagliga at hjálpa
fólkum, ið ikki klára seg
sjálvi.
– Til dagligt arbeiði eg við
at hjálpa fólki, ið ikki klára
seg í samfelagnum. Sum
hava tørv á hjálp. So tað
liggur ikki til mítt lyndi at
taka plássið frá teimum og
skíta á teirra tørv. Tað hevði
eg aldrin í lívinum funnið
uppá at gjørt, sigur Gunnar
Hjelm.
hallur@sosialurin.fo
Gunnar Hjelm landskendur fyri at parkera ólógligt
Til dagligt arbeiði eg við at hjálpa
fólki, ið ikki klára seg í samfelagnum.
Sum hava tørv á hjálp. So tað liggur ikki
til mítt lyndi at taka plássi frá teimum,
og skíta á teirra tørv. Tað hevði eg
aldrin í lívinum funnið uppá at gjørt
– HEVÐI ALDRIN
SETT BILIN HAR
VIÐ VILJA
– Vøddasvinn tók lívið av lítla soninum
Á einum persónligum støði kennir Gunnar
Hjelm til støðuna hjá teimum, ið eru
verri fyri enn onnur. Fyri tveimum árum
síðan jarðaðu hann og konan nevniliga
teirra hálvt ára gamla son Mika, ið doyði
av vøddasvinn. – Mika var ein ungur og
frískur drongur, men tá hann var seks
vikur gamal staðfestu læknarnir, at hann
hevði vøddasvinn. Fram til tá tyktist
ikki, at hann hevði nakrar trupulleikar
yvirhøvur, greiðir Gunnar Hjelm frá
Hallur av Rana
Tað kann tykjast heldur
tragikomiskt fyri Gunnar
Hjelm og familjuna, at júst
hann skuldi gerast lands
kendur fyri at hava par
kerað á einum avlamnispar
keringsplássi. Tí júst hann
kennir alt til serligar tørvir,
sum ein við breki hevur.
Lítli sonurin hjá Gunnari
fekk
tíðliga
í
lívinum
staðfest
eina
álvarsama
sjúku. Talan var um Spinal
muskelatrofi typa eitt, ið er
ein arvalig sjúka, og er mett
at vera ringasta slagið av
vøddasvinni, ið er.
– Bara tveir tilburðir verða
skrásettir um árið í danska
ríkinum av hesi sjúkuni.
Seinasti tilburðurin av hesi
sjúkuni
í
Føroyum
varð
staðfestur fyri fjøruti árum
síðan. Tá var tað yngri beiggi
mín, ið doyði av sjúkuni,
greiðir Gunnar Hjelm frá.
Ein deyðadómur
Sostatt kendi Gunnar Hjelm
væl til sjúkuna, áðrenn son
urin fekk staðfest hana, og
visti eisini, at talan var um
ein deyðadóm, ið tey sum
foreldur fingu hendan dagin
hjá læknanum.
– Læknarnir duldu ikki
fyri, at Mika fór at doyggja,
men tey kundu ikki siga
okkum, um hann fór at liva
í eitt hálvt, tvey ella fimm
ár aftrat. Tað vistu tey ikki,
minnist Gunnar Hjelm aftur
á.
Áðrenn hann fekk stað
fest sjúkuna, var einki, ið
bendi á, at Mika var øðrvísi
enn nakað annað barn, men
sjúkan gjørdi skjótt vart við
seg.
– Hann var púra frískur.
Ein stórur, fittur og vakur
beiggi. Hann flutti armar og
beinar sum einki. Har var
einki galið við honum yvir
høvur, men so kom sjúkan,