Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 SAMRØÐA Myndin er tikin uml 3 vikur áđrenn Myka doyđi. Á myndini eru míni børn sum eita: Siv, Teit, Tea og Mika. Myndin er frá 2014 greiðir Gunnar Hjelm frá og heldur á. – Tað var eingin kjansur at síggja sjúkuna, áðrenn hon varð staðfest, men aftaná sóu vit, hvussu hann viknaði fyri hvønn dag. Eg tók farloyvi frá arbeiðinum, so bæði eg og konan kundu vera heima hjá Mika og eldru systrini. Doyði hálvt ára gamal Gunnar Hjelm dylur ikki fyri, at talan var um eina strævna tíð eftir, at sonurin fekk staðfest sjúkuna. – Tað var ein ræðuliga hørð og strævin tíð. Tað kravdi fulla orku frá báðum at halda gerandisdagin koyr­ andi. Frammanundan áttu vit eina dóttur saman, ið var fødd ov tíðliga, og sum tí eisini hevði nakrar trupul­ leikar um hetta mundið. Tíðin hjá Mika á fold var ikki serliga long. Einans hálvt ár eftir, at hann varð borin í heim, doyði sonurin. Hóast tíðin var hørð, so er Gunnar Hjelm í dag glaður fyri tíðina tá Mika var á lívi. – Tað var ein strævin, men eisini deilig tíð, tí vit fingu møguleikan at gleðast um at kunna vera saman við Mika, sjálvt um tað ikki vardi leingi. Tað ringasta man kann koma út fyri sum foreldur er at missa síni børn. Tað er nakað man aldrin kemur yvir. Man má bara liva við sorgini, og tað verða altíð nakrir dagar, ið vera tyngri enn aðrir. Kenni støðuna Tá Mika fekk staðfest sjúk­ una, fóru tankarnir hjá hjúnunum beinanvegin til, hvussu tey kunnu tillaga síni viðurskiftir til ein son, ið bar eitt brek. Tey fingu til vega hjálpitól til heimið, soleiðis at tey vóru betri egnaði til persónar við breki, og hjúnini byrjaðu at varnast umstøðurnar hjá fólkum við breki. – Vit fóru at hugsa um, hvussu viðurskiftini hjá teim­um, ið bera brek, eru inn­ rættaði í samfelagnum. Harí­ millum eisini parkerings­ viðurskiftini, sigur Gunnar Hjelm. Tí rakar kritikkurin frá farnu viku eyka nær hjá Gunnari Hjelm. – Eg klári nevniliga at seta meg í støðuna hjá teim­ um familjum, ið eru í hesi støðuni, tí eg var í henni. Tí hevði eg aldrin nakrantíð sett bilin har við vilja, og tik­ ið plássið frá teimum, sigur Gunnar Hjelm. Serliga er hann keddur av, at kritikkurin serliga er farin eftir sær sum persóni, heldur enn viðgera trupulleikan við, at fólk ikki virða plássini til avlamisbilar. – Hann sum tók myndina ringdi til mín og bað um um­bering, tí meiningin hjá honum var aldrin, at hetta skuldi gerast eitt persónsmál. Ætlanin var, at myndin skuldi skapa eitt kjak um parkeringsviðurskiftini hjá avlamisbilum, men endaði í staðin at handla um ein persón. Tað var aldrin ætl­ anin, greiðir Gunnar Hjelm frá. Sjálvur hevur Gunnar Hjelm eisini lært nakað av hendingini. – Tað man kann læra av hesum er, at hyggja væl eftir, tá man setir bilin frá sær. Men eg ynski eisini, at biðja um umbering til hvørja einstøku familju, ið er rakt av hesum. Hetta var aldrin ætlanin, sigur Gunnar Hjelm.