Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Í ávísum reiðaríum, sum eru stýrd av útlendskum kapital­áhugamálum, er tað týði­ligt, hvussu ringa ef­fekt hesin ognarskapur hev­ur á samfelagsavkastið hjá reiða­ ríunum. Ein stórur part­ur av virðisøkingini og vinn­ inginum endar hjá út­lendsku eigarunum - uttan at eitt oyra liggur eftir í Før­oyum. Tað sigur Axel Hansen, stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag í dag. Hann vísir á, at hetta sjálvsagt er sera óheppið fyri okkara samfelagsbúskap, men við uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt, verður trupul­ leikin bastur. Tað fer nevniliga ikki at bera til at flyta virði millum feløg í samtøkum, sum eiga skip við føroyskum fiskirættindum. - Tí, eftir uppskotinum skal hvørt skip hava sítt egna felag - sama um talan er um partafelag, smápartafelag ella aðra felagskonstruksjón - sum ikki hevur loyvi at fáast við annað virksemi enn bara raksturin av skipinum. Axel Hansen vísir til uppskotið og sigur, at eftir hesum skal hvørt felag sjálvt borga fyri skatti og øðrum gjøldum, óheft av øðrum feløgum og ognar­ viðurskiftum - sama um reiðaríið eigur ella rekur fleiri skip og/ella annað virksemi. – Allur vinningur og vinn­ingsbýti, sum stavar frá føroyskum fiskirættindum, skal skattast í Føroyum, sigur stjórnarlimurin í Før­oya Fiskimannafelag, sum neyvari lýsir felagsins sjónar­mið á heimasíðuni www.fiskimannafelag.fo vilmund@sosialurin.fo – Ein stórur trupulleiki við føroysku fiskivinnuni, soleiðis sum hon sær út í dag, er strámannavirksemið og óskattaði kapitaleksporturin, sum Burtur við stráðmonnunum Nýggjar tíðir: Síðan nólsoyingar fingu bilaferju, er stundum væl av bilaflutningi um fjørðin. Nú eru nólsoyingar so eisini farnir at byggja sær bilhús. Her stendur fyrsta bilhúsið í Nólsoy hjá hjúnunum, Jógvani Frídal og Torfríð Johannesen, næstan liðugt. Vilmund Jacobsen - Eg veit, at sjófólk gjarna vilja sleppa at takka fyri jólapakkarnar, sigur sjómanstrúboðarin Í hesum døgum ber sjó­ mans­trúboðarin, Tor­leif Johannesen, jóla­pakk­ ar umborð á skip. Pakk­ arnir koma frá sjó­mans­ kvinnuringunum kring landið og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið. - Tey, sum lata jóla­ pakkar, eru vælkomin at skriva navn og bústað, so sjómenninir fáa høvi at senda eina tøkk. Eg veit, at tað vilja teir fegnir, sigur Torleif Johannesen. Jólapakkar til sjófólk kunnu latast inn til fyrst í desember á hesum støðum: Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki í Havn, Klaksvíkar Sjómansheim, Blái Krossur Føroya, Runavík og Leguhúsið, Nesvík. Vatnið í Kollafirði er púra reint. Tað vísa vatnroyndir, sum vórðu tiknar í gjár. Tí er ikki neyðugt at kóka vatnið í Kollafirði. Koltur vitjan úr Íslandi Í gjár vitjaði borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson og konan við fylgi, í Koltri. Tað var Atlantic Airways sum hevði boðið borgarstjóranum og hansara fólkum á stutta rundferð við tyrluni. - Meðan tyrlan bíðaði á lendingarbreytini, fingu gestirnir stutta rundvísing í forna býlinginum Heimi í Húsi. Síðan vórðu gestirnir bodnir í glasstovuna Niðri í Húsi til kaffimunn og vaflur, áðrenn farið varð aftur til Havnar. Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sigur, at tað var stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, sum stóð á odda fyri vitjanini. Myndin er tikin, tá tyrlan við ferðalagnum fór úr aftur Koltri í gjár. vilmund@sosialurin.fo Sjófólk fegin um jólapakkar Axel Hansen, stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag Sjómanstrúboðarin er á veg umborð skip við jólapakkum