mánadagur 28. november 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
Vilmund Jacobsen
Sunnukvøldið
varð
jóla
bygdin - Æðuvík - tendrað.
Í samband við tiltakið var
gudstænasta við Ova Brim,
presti, í Missiónshúsinum
klokkan 17.30.
Tá bygdin varð tendrað
klokkan 19, helt Pauli Høj,
pastorur, røðu, og Nes Sókn
ar Musikfelag spældi nøkur
løg.
Jólamenn
og
einglar
deildu út gávur til børn og
vaksin.
Eftir tiltakið við røðu,
hornatónleiki
og
gávum
bjóðaði Runavíkar komm
una saman við bygdarfólk
inum til gløgg og holukøkur
í kjallaranum í Missións
húsinum í Æðuvík.
Væl vitjað
Jólabygdin Æðuvík verður
nógv
vitjað
í
desember
mánaði á hvørjum ári, og
tey eru mong, sum koma
bæði nær og fjar at síggja
bygdina, sum fram um aðrar
verður pyntað við alskyns
litperum, ketum og ymiskum
jólafigurum.
Seinnu árini hava aðrar
bygdir eisini tikið upp táttin
hjá æðuvíkingum, men enn
í dag er tað Æðuvík, sum
gongur á odda sum jóla
bygdin.
Nógv útlendsk skip eru í
sjóøkinum kring Føroyar
í løtuni, og í tíðini fram til
jólar koma fleiri av hesum
skipum í føroyska havn.
Í nógv ár hava Faroe
Agency og russiska konsu
látið í Føroyum latið jóla
pakkar umborð á hesi skip,
tá tey vitja í føroyskum
havnum.
– Samstundis, sum vit
takka øllum teimum, sum
hava latið jólapakkar til
útlendsk sjófólk øll hesi ár,
heita vit á føroyingar um
aftur í ár at lata jólapakkar.
Árni Dam veit at siga, at
fleiri av hesum sjófólkum
eru heimanífrá í nógvar
mánaðir - ofta upp í einar
6-8 mánaðir í senn.
Pakkar
kunnu
latast
á skrivstovuni hjá Faroe
Agency, Yviri við Strond 23
(tlf. 351990), og eisini ber til
at seta seg í samband við
konsulin á tlf. 231990.
– Faroe Agency og russ
iska konsulátið ynskja øll
um eini gleðilig jól og eitt
gott nýttár, sigur Árni Dam.
vilmund@sosialurin.fo
Faroe Agency og russiska
konsulátið í Føroyum lata
jólapakkar til útlendsk sjófólk,
sum koma í føroyska havn
Um stutta tíð verður
nýggja surimivirkið
á Tvøroyri, sum
Varðin Pelagic byggir,
royndarkoyrt
Samráðingarnar um
sáttmálarnar fyri Føroya
Tele og Posta eru byrjaðar,
og partarnir hava handað
hvørjum øðrum krøv. Tað eru
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Starvsmannafelagið,
ið samráðast um hesar
sáttmálar, sum báðir ganga
út 31. desember í ár
Soleiðis
gongur í
fiskiveiði
Fríggjadagin vóru øll
partrolarapørini uttan
eitt til fiskiskap. Skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Fiskiskapurin er fyri
tað mesta smáligur,
men okkurt parið hevur
eydnuna við sær.
Eitt partrolarapar er
á Reykjanesrygginum
og fiskar tosk.
Tað er ikki nógv gongd í hjá
djúpvatnstrolarunum, og
fríggjadagin lógu teir allir
við bryggju. Væntandi var
tó, at onkur loysir í næstum.
Á Fiskamarknaði Føroya
vistu tey at siga, at
teir smáu trolbátarnir
eisini hava ligið inni og
bíðað eftir betri veðri.
- Tvey garnaskip
fiska svartkalva og
eitt fiskar havtasku.
Fiskiskapurin eftir
svartkalva er brúkiligur,
men fiskiskapurin eftir
havtasku er smáligur.
Væntandi er, at fleiri
línuskip koma inn at
landa hesa vikuna,
og meginparturin av
línufiskinum er toskur,
hýsa, longa og nakað
av svartkalva.
- Vit vænta, at flestu
línuskip steðga stutt inni
og fara skjótt avstað
aftur. Okkurt skip skal
tó til klassingar og fer
ikki avstað aftur í ár.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at flestu
línuskip bara gera ein túr
aftrat í hesum árinum.
Útlit eru til útróður hesa
vikuna. Streymurin verður
brúkiligur, og veðrið
verður eisini hampiligt.
- Tí verður helst fitt av
útróðri hesa vikuna,
verður lagt aftrat.
vilmund@sosialur
Jólapakkar
til útlendsk
sjófólk
Jólabygdin Æðuvík verður nógv vitjað í
desember mánaði á hvørjum ári, og fólk koma
úr ymiskum heraðshornum at síggja bygdina
So er jólabygdin
Æðuvík tendrað
Tað eru fáir húkar í sjónum undir Føroyum í løtuni,
men væntandi loysa nøkur línuskip hesa vikuna