Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMBANDSFLOKKURIN Árni Gregersen Fyrrapartin legði Sam­bands­ flokkurin alment fram eitt uppskot um, hvussu ein nýggj fiskivinnuskipan kann síggja út eftir 31.desember 2017. Grundleggjandi mælir flokkurin til, at arbeiðast skal við kvotum heldur enn sum nú, við fiskidøgum. Tey, sum hava rættindi til at fiska varðveita tey, men í fram­tíðini skulu rættindini ikki knýtast at skipum, men heldur at feløgum. Loyvini kunnu bert takast frá feløgum við eini átta ára uppsøgn og tey skulu frítt kunnað umsetast millum feløg uttan at tað almenna leggur seg útí tað. Harumframt mælir flokk­ urin til at gera anti trust lóg, soleiðis, at ov nógv loyvir ikki enda hjá sama felag. Bakgrundin Vit venda aftur til tey ein­ støku punktini í upp­skot­ inum her á síðunum, men Sambandaflokkurin sigur, at arbeiðið við at evna hetta uppskotið til er farið fram á heysti 2016, og er gjørt eftir drúgva gjøgnumgongd av tilfari, samskifti við fak­ligar stovnar, almennar mynd­ ugleikar og áhuga­bólkar. Liðugtgerð av uppskot­ in­um hevur bíðað eft­ir, at fiskivinnu­nýskipanar­bólk­ urin, ið var settur av lands­ stýrinum at tilevna nýggja fiskivinnuskipan, varð lið­ug­ ur við sítt arbeiðið. Á henda hátt gjørdist tað møgu­ligt at taka hædd fyri teimum tilmælum, ið nýskip­anar­ bólkurin kom við. Uppskotið frá Sambands­ flokkinum um nýskipan av fiskivinnuni hevur til enda­ máls: • At koma við politisk­um uppleggi til samráð­ing­ arnar við hinar flokk­ arnar • At lýsa og greiða al­ menn­inginum frá, hvørja politiska støðu Sam­ bands­flokkurin hevur til hetta týðandi málið. Sambandsflokkurin hevur í hesum uppskotinum lagt dent á at seta upp tær megin­reglur, ið skulu verða gald­andi fyri eina nýggja fiski­vinnuskipan. Hetta merkir, at nógvu smálutirnir, sum eru ein sjálvsagdur partur av einari tílíkari skip­ an, ikki eru við í hesum sam­ ráð­ingarupplegginum, men verða tiknir við í samráð­ ingunum og tá lógar- og regul­verk verður gjørt. Verkseting og skiftis­skip­ an, ið eru sera týdningarmikil lutir í hesari nýskipan, verða ikki viðgjørd í hesum upp­ skotinum, ið einans viðgerð, hvussu skipanin endaliga fer at síggja út. Fimm punkt Uppskotið hjá Sambands­ flokkinum er býtt upp í fimm partar. Tað vil siga, at talan er um fimm bólk­ar, har viðurskiftini skulu gerast av nýggjum: stovns­røkt, inn­ tøkuskipan, samfelags­gagn, ognarskapur og fyri­skip­ an, sum ásetir eitt greitt uppgávubýti og ábyrgd­ar­ býti millum ávísar myndug­ leikar og vinnuna. Uppskotini frá Sam­ bands­flokkinum víkja rættu­ liga nógv frá tí, sum nýskip­ anar­bólkurin er komin við, men kortini er uppboðssøla – ella marknaðaratgongd – ein partur av Sambands- upplegginum. Flokkurin held­ur, at nýggj loyvir, øktar kvotur ella kvotur, sum ikki verða brúktar, eiga at kunna bjóðast út til onnur, enn tey, sum í dag eru í vinnunini. Samráðingar Uppleggið hjá Sambands­ flokk­inum er til samráð­ ing­arnar, sum longu eru í gongd. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hev­ur havt fleiri fundir við and­ støðuflokkarnar – bæði sam­ an og hvønn sær. Trupulleikarnir í samráð­ ingunum hava í stóran mun verið, at tað hevur ver­ið torført hjá einstøku flokk­ unum at melda út, hvat tey vilja og hvussu tey halda fiski­vinnuskipanin skal virka frá 1. januar 2018. Nú spælir Sambands­ flokk­urin so út. Tað ger, at nú fer at gera til at samráðast um tað mesta í skipanini, tí nú er okkurt at samráðast um. Tað er landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sum stendur fyri samráðingunum um ný­skip­ an av fiskivinnuni. Sambandsflokkurin hevur í dag lagt fram eitt uppskot til nýggja fiskivinnuskipan – uppskotið er eitt upplegg til samráðingar KVOTASKIPAN OG ÁTTA ÁRA RÆTTINDI TIL LOYVISHAVARAR Kvotur í staðin fyri fiski­daga­ skipanina Sambandsflokkurin heldur, at ein kvotaskipan er betri máti at umsita fiskastovnarnar við heldur enn fiskidagar Árni Gregersen Lívfrøðiðlig ráðgeving og ein kvotaskipan er høv­ uðs­tættirnir í stovns­ røkt­ini av tilfeinginum í hav­inum. Mest Loyvd Veiða eftir kvoteraðum fiska­sløg­ um skal ásetast eftir fak­ ligari ráðgeving og lands­ stýrismaðurin skal hava ógvuliga góðar grund­gev­ ingar fyri at víkja frá til­ mælunum. Landsstýrismaðurin skal tó framvegis hava frælsi til at taka avgerð­ir innan fyri tær umsitingar­ ætlanir og veiðireglur, sum Løgtingið hevur ásett, men skal hava ógvu­liga góðar og sak­lig­ ar grundgevingar fyri at víkja frá fakligu tilráð­ ing­unum. Ein atgfinning, sum al­ tíð er ímóti kvota­skipan­ um er, at í summum før­ um er veiðan ógvuliga blandað undir Føroyum. Í upplegginum stend­ ur, at fiskiskapurin við húki, eftir toski, hýsu, brosmu, longu o.ø., er av natúrligum orsøkum, blandaður fiskiskapur, har tað ikki letur seg gera at stýra hvørji fiskisløg verða veidd. Tí verður serlig skipan gjørd fyri at taka hædd fyri natúrliga blandaða fiskiskapinum. Umsitingarætlanirnar og veiðureglurnar áseta fastar mannagongdir fyri, hvussu stovnar skulu handfarast, tá ið teir fara niður um eitt minsta­ mark. Umsitingarætlanin skal tryggja vinnuni at hon kann vera rímuliga trygg við, at kvotan kom­ andi fiskiár ikki b roytist meira enn eitt vist í mun til inniverandi fiskiár, skriv­ar Sam­bands­flokk­ ur­in. Bárður á Steig Nielsen, formaður, roynir nú at lata Sambandsflokkin í føraratroyggjuna, tá ið tað snýr seg um fiskivinnuna Allur fiskur skal uppá land í Føroyum og tða vil siga innvølir og høvd eisini, sigur Sambandsflokkurin