Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 SAMBANDSFLOKKURIN Árni Gregersen Ein týðandi partur av ný­ skipanini er at skapa karmar, so at so nógv sum møguligt fæst burtur úr tilfeinginum. Hetta verður m.a. gjørt við, at aktørarnir í vinnuni fáa bestu umstøður at opti­ mera sítt virksemi og harvið leggja framleiðsluna soleiðis tilrættis, at hon skapar størst møguligt avlop, bæði á sjógvi og landi. Sambandsflokkurin sig­ ur, at um­sitingin av veiðu­ rætt­indun­um er bul­urin í kom­andi fiski­vinnu­skip­an­ ini. Flokkurin sigur, at tað ræð­ur um at optimera og effektivisera og at fáa talið av skipum at hóska til tað nøgd av fiski, sum er. Uppskotið leggur eisini upp til, at ongar avmarkingar verða settar á, hvussu feløg fiska kvoturnar, sumt ey fáa. Tað vil sigg, at tað sstendur feløgunum frítt at veiða kvot­urnar við troli, línu ella øðrum. Ein annar avgerandi tátt­ ur í uppskotinum hjá sam­ bands­flokkinum er eisini, at veiðu­rættindini eru frítt umseti­ligar millum feløg. At veiðirættindini eru frítt umsetilig merkir, at eitt reiðarí til eina og hvørja tíð kann selja veiðirættindini til annað felag ella til landið. Veiðirættindini verða lat­ in sum 8-ára loyvir og merkir hetta, at tað almenna hevur fullan rætt til at uppsiga veiði­rættindini, tó við 8-ára freist. Einstaka reiðaríið hevur samstundis fullan ræðisrætt á rættindunum í ásetta tíðar­ skeiðnum. Full gagnnýtsla Í uppskotinum verður dent­ ur eisini lagdur á, at øll rætt­ indi verða gagnnýtt, sum í veruleikanum vil siga, at talan er um ein brúksskyldu: • Ikki gagnnýtt veiðirætt­ indi verða latin aftur til landið um tey ikki hava verið gagnnýtt í tvey ár • Veiða, herundir serliga hjáveiða, ið reiðaríið ikki hevur kvotu til ella sum er undir minstamark, skal førast í land, og kann reiðaríið tá brúka/ flyta upp til 5% av kvotuni fyri fylgjandi árið • Um reiðaríið longu hevur flutt 5% av kvotuni fyri fylgjandi árið fær reiða­ ríið t.d. 20%, meðan tað almenna fær t.d. 80% av landingarvirðinum fyri veiði, ið reiðaríið ikki hev­ ur kvotu til, ella sum er undir minstamark. Tey 80% hjá tí almenna fella til fiskivinnugransking og -royndir. Rættindi, sum fella aftur til landið, sum tá kasnn selja tey yvir eina uppboðssølu. Sambandsflokkruin sigur, at hendan ásetingin ger, at reiðarí ikki kunnu liggja omaná rættindum, til dømis av strategiskum orsøkum. Flokkurin vil hava, at tað sum føroyingar eiga ella hava rættindi til, verður gagn­nýtt til fulnar. Alt til lands Í uppskotinum stendur, at alt tilfeingið skal førast til lands í Føroyum. Hetta merkir av høvd, ryggir, garn­ ar og livur , sum vanliga verða blakað útaftur, skulu takast við til lands. Hetta so tilfeingið kann meirvirkast á landi og soleiðis koma sam­ felagnum til góðar. Sambandsflokkurin sigur eisini, at forðingar verða sett­ ar fyri, at ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Flokkurin heldur, at hetta kann verða gjørt við land­ ingargjaldi fyri land­ingar uttanlands ella at fiskurin verð­ur kravdur um ein markn­að í Føroyum. Henda áseting skal tryggja, at minst møguligt av óvirkaðum tilfeingi fer av landinum. Ásetingin um landingargjald er meinlík tí, sum er álagt makrelinum. Landingargjaldið verður ásett og tillaga einstaka fiska­slagnum, soleiðis at gjald­ið ongantíð verður ein forð­ing fyri, at tilfeingið verð­ur gagnnýtt. Ein annar møguleiki ístaðin fyri landingargjald kundi verið at kravt, at fisk­urin skal yvir eina upp­ boðssølu/ marknað á landi. Trupulleikin kann tó vera, at nøgdin, ið fer á upp­ boðs­søluna vil vera ov lítil, serliga tá møguleiki er fyri vertikalari integratión mill­ um skip og virkir. Eftir uppskotinum frá Sambandsflokkinum, so verða veiðurættindini nú ein partur av kvotuni fyri einstaka fiskslagið og rættindini eru umsetilig Frælsi til vinnuna at skipa fiskiskapin Sambandflokkurin heldur, at fyri at fáa rættindfi at fiska, so er ein partur av treyt­un­ um, at ein til­feingis­renta verður goldin. • Tilfeingisgjald verð­ur álagt einstaka fiska­slag­ num eftir útrokn­ing av ein­um normal­brutto­ vinn­ingi eftir einum miðalroknskapi (eins og áset­ing­arnar fyri norsku ali­vinn­una) • Ein óheftur stovnur skal umsita tilfeingisgjaldið og peningurin fer inn í ein langtíðargrunn, har t.d. eitt inngjald eitt ár verður útgoldið við 1/10-parti, hvørt fylgjandi ár í eitt 10-ára skeið Við at áleggja eitt tilfeing­ is­gjald eftir einum normal­ bruttovinningi í einum mið­ al­roknskapi, verður gjaldið ásett eftir einum objektivum grundarlagi, sum samstundis tekur støðið í vinnuligu kørm­unum. Um fiskaprísirnir í ein­ staka fiskaslagnum eru lág­ ir eitt ávíst ár, og olju­prís­ urin samstundis høg­ur, vil profitturin vera undir trýsti og harvið minkar til­feingis­ gjaldið sam­svar­andi. Samstundis merkir áset­ ingin, at vinnuligir aktørar, ið klára seg væl, verða ikki revsaðir og skulu gjalda hægri gjald enn aðrir, eins og teir verða tað við vanligum felagskatti. Fyri at tryggja, at til­ feingis­rentan, ið er náttúru­ givnað virðið av tilfeinginum, kemur samfelagnum og borgarunum til góðar, verður útlutingin av tilfeinginum skipað á niðanfyristandandi hátt, soleiðis at tað almenna fær hóskandi gjald fyri til­ feingið. Ásetan av árlig­ um gjaldi fyri veiði­rættindi • Tilfeingisgjald verð­ur álagt einstaka fiska­slag­ num eftir útrokn­ing av ein­um normal­brutto­ vinn­ingi eftir einum miðal­rokn­skapi (eins og áset­ing­arnar fyri norsku ali­vinnuna) • Ein óheftur stovnur skal umsita tilfeingisgjaldið og peningurin fer inn í ein langtíðargrunn, har t.d. eitt inngjald eitt ár verður útgoldið við 1/10-parti, hvørt fylgjandi ár í eitt 10-ára skeið Við at áleggja eitt tilfeing­ is­gjald eftir einum normal­ bruttovinningi (normal- EBITDA, áðrenn lønir) í ein­um miðalroknskapi, verð­ ur gjaldið ásett eftir einum ob­jektivum grundarlagi, sum samstundis tekur støðið í vinnuligu kørmunum. Um fiskaprísirnir í ein­ staka fiskaslagnum eru lágir eitt ávíst ár, og olju­ prís­urin samstundis høg­ ur, vil profitturin vera und­ir trýsti og harvið mink­ar tilfeingisgjaldið sam­svar­andi. Harvið vil til­ feingisgjaldið / tað al­menna bera ein part av váð­an­um við sveiggjum í fiska- og oljuprísum. Samstundis merkir áset­ ingin, at vinnuligir aktørar, ið klára seg væl, vilja ikki verða revsaðir og skulu gjalda hægri gjald enn aðrir, eins og teir verða tað við t.d. vanligum felagskatti. Á sama hátt fáa aktørar, ið klára seg illa ongan fyrimun, við tað, at teir skulu gjalda sama gjald sum allir hinir. Við at lata ein óheftan stovn umsita tilfeingisgjaldið og við, at gjaldið fer inn í ein grunn, verður ásetingin av gjaldinum loyst burturúr fíggjarpolitisku telvingini, har tað áður er sæð, at gjaldið verður ásett eftir tørvinum hjá landskassanum heldur enn eftir virðinum á til­feing­ inum. Møguligt er at loysa inn­ tøkurnar frá gjaldin­um enn meira frá fíggjarpolitisku telvingini við, at onki útgjald verður fyrstu 2-4 árini, eftir at eitt gjald er komið í grunn­ in. Útfluting av nýggjum veiðirættindum Nýggj veiðirættindi skulu á uppboðssølu. Fylgjandi rætt­ indi verða at roknað sum nýggj veiðirættindi: • Nýggj fiskasløg, sum ikki hava verið kvoteraði áður • Øking av verandi fiska­ sløgum upp um søguliga hámarkið seinastu 20 árini • Ógagnnýtt tilfeingi Ásetingarnar taka støðið í, at nýtt tilfeingi skal bjóð­ ast javnt út til verandi og nýggjar aktørar í fiski­ vinn­uni. Hetta merkir, at hvørki verandi ella nýggir ak­tørar fáa framíhjárætt til tilfeingið, men verða javn­ settir og mugu bjóða uppá rætt­indini. Ásetingin um, at ein øking av einum verandi fiskaslagi fer upp um eitt søguligt hámark merkir, at um fiskiskapurin eftir t.d. toski fer upp um tað “besta” árið seinastu 20 árini, skal tað, sum kvotan fer upp um hámarkið, bjóðast út á upp­ boðssøluni. Tilfeingisgjald skal latast til landið fyri rættindini at sleppa at fiska Gjaldast skal fyri at fáa rættindi at veiða Eftir uppskotinum hjá Sambandsflokkinum velja feløg sjálvi, hvussu tey veiða fiskin