Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI ODDALIÐINI VUNNU Oddaliðini í fremstu flogbótlsdeildunum, Dráttur og Fleyr, vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Tey stuttsøgdu hyggja eisini at hondbólts- og fótbóltsútisetum og einum føroyskum rossi. Pætur Albinus FÓTBÓLTUR René S. Joensen sat á bonk­ inum allan dystin, tá ið Vendsyssel FF í gjár fekk 2-2 -javnleik á heimavølli ímóti FC Roskilde. Tiago Leonco skeyt bæði málini hjá Vendsyssel FF, og tað seinna kom í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Vendsyssel FF er á fremsta plássi í næstbestu donsku deildini saman við Hobro, sum somuleiðis hevur 31 stig fyri 19 dystir. Bárður J. Hansen og Heini Vantsdal vóru báðir við allan dystin, tá ið Fremad Amager í gjár var á vitjan í Herfølge hjá HB Køge. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og Bárður J. Hansen fekk eitt gult kort við á vegnum. Fremad Amager var annars tætt við at fáa øll trý stigini í evstu løtuni, men HB Køge fekk ruddaðburt á mál­ strikuni. Fremad Amager er nummar fýra, einans trý stig aftanfyri 1. plássið. Liðið hjá Viljormi David­ sen, Vejle, spældi eisini mál­ leysan javnleik, tá ið teir í gjár vóru á vitjan hjá FC Helsingør. Viljormur var ikki við í hópinum, tí at hann er skaddur. Vejle er nú nummar átta við 25 stigum, men tað er sera tætt í næstbestu donsku deildini, har teir eru seks stig frá fimta plássinum, men tó einans fýra stig frá niðurflytingarstrikuni. Jóan Símun Edmundsson og OB hava ikki verið í dysti um vikuskiftið. OB spælir nevniliga sín dyst hetta umfarið í kvøld, tá ið teir fara á vitjan hjá FC Midtjylland, ið er á 4. plássi. Dysturin byrjar kl.18.00. Hallur Hansson og AC Horsens spældu longu fríggja­kvøldið, og hetta end­aði í einum stórtapi á heimavølli ímóti AGF. Dysturin endaði við 5-1 -sigri til AGF, sum var á odda 3-0 í hálvleikssteðginum. Hallur Hansson, sum hevur drigist við ein skaða, varð útskiftur í hálvleiks­ steðginum. AC Horsens er á 7. plássi í Superliguni, trý stig frá at koma við í endaspælið. Venjarafelag Føroya hevur um vikuskiftið kosið teir bestu venjararnar í føroysk­ um fótbólti í ár. Hjá monnum fall valið á Sámal Erik Hentze, og í kvinnudeildini var tað KÍ-venjarin, Aleksander Jove­ vic, sum fekk heiðurin. Áki Johansen varð kosin ársins ung­dóms­venjari, meðan Ann­ finn Danielsen varð valdur sum ársins eldsál. FLOGBÓLTUR Dráttur heldur fram við sigursrøðini í bestu deildini hjá kvinnum. Leygardagin vunnu tær greiðan 3-0-sigur á grannunum úr SÍ. Settúr­ slitini vóru 25-18, 25-7, 25-16. Á Toftum var ÍF og vitjaði Ternuna, og har vunnu tær úr Fuglafirði 3-1. Settúrslitini vóru 16-25, 25-22, 25-27, 18-25. Heima í Trongisvági hevði TB vitjan av Drátti, og har vann heimaliðið 3-1 eftir settúrslitini 16-25, 23- 25, 29-27, 25-16. Dráttur er framvegis oddalið við fullum stigatali, 18, meðan KÍF og TB elta og hava ávikavist 12 og 11 stig. Tveir dystir hava verið í meistaradeildini hjá monnum hetta vikuskiftið. Á Toftum hevði Ternan vitjan av Fleyr, og har vóru tað gestirnir, ið fóru avstað við einum 3-1-sigri eftir settúrslitini 22-25, 25-18, 20-25, 22-25. Hin dysturin var á Kambsdali, har heimaliðið ÍF vann 3-0 ímóti Mjølnir. Settúrslitini vóru 25-15, 25-18, 25-23. Fleyr er oddalið og hevur fult stigatal, 14, meðan ÍF er í hølunum á teimum og hevur 12 stig. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir í Bjerringbro-Silkeborg fingu ein sannan avsmurning, tá ið teir í gjár vóru á vitjan hjá FC Barcelona í Champions League. Spanska stórfelagið vann 34-19 eftir at hava verið á odda 18-10 í hálvleikssteðginum. Jóhan skeyt eitt mál hjá danska liðnum, har Allan Damgaard var toppskjútti við fýra málum. Bjerringbro- Silkeborg er næstaftast við fýra stigum fyri átta dystir. Dagur Sigurðsson, lands­ liðsvenjari hjá týska týska mandslandsliðnum, ið er ver­andi evropameistari, fer í kvøld at halda fyrilestur í hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn. Fyri­ lesturin, sum byrjar kl.19.00, fer at snúgva seg um yrkisleið Sigurðssons, sum leikari og venjari, hví íslendskur hondbóltur er so frammaliga og eisini um venjaraleiklutin, leiðslu, motivatión og leik­ arahandfaring. RÍÐING Aftur í ár fekk Salka, ein føroysk ryssa, heiður fyri at fáa hægsta dóm í sínum flokki ímillum fimm ára gamlar ryssur í Danmark. Dómurin hækkaði eisini frá 8,07 seinast til 8,27 hesaferð. Tað er Knút Lútzen, sum eigur Salku. Jóanis í Hoy­ garðinum hevur tamt og vant ryssuna, ið er undan Glotta frá Sveinatungu og Drotning frá Leirubakka. Tróndur Arge Triðja Grand Prix-umfar varð spælt í Trongisvági leygardagin. Veteranurin Peter H. Niclasen luttók ikki hesaferð, og tað var eitt av talentunum, 19 ára gamli Knútur Jóannesarson úr Tór í Havn, sum vann A-bólkin. Hetta var fyrstuferð, at hann vann besta bólkin. Nummar tvey gjørdist Durita F. Jensen, og var hetta somuleiðis hennara besta úrslit í føroysku Grand Prix- kappingunum. 46 spælarar luttóku, og tað er tað mesta í ár. Úrslit Bólkur A Nr.1 Knútur Jóannesarson, TÓR Nr.2 Durita F. Jensen, TÓR Nr.3 Pætur Albinus, TÓR Nr.4 Anna Mikkjalsdóttir, TBF Nr.5 Kai Roest, TBF Nr.6 Elinborg Nygaard, TBF Nr.7 Sveinur Nolsøe, TÓR Nr.8 Helgi Ólavson, TBF Nr.9 Julian Frankieson, TÓR Nr.10 Maria Albinus, TBF Bólkur B Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR Nr.2 Tórur E. Eliasen, TÓR Nr.3 Aron Frankieson, TÓR Nr.4 Høgni Heinason, TÓR Nr.5 Ári F. Jensen, TÓR Nr.6 Hjalgrím Højgaard, TBF Nr.7 Victoria Debes, TBF Bólkur C Nr.1 Tór Magnus Kruse, TÓR Nr.2 Róa Múller, Royn Nr.3 Hjalmar Hammer, TBF Nr.4 Marin Elisabeth Poulsen, Royn Nr.5 Hanna Højgaard, TBF Nr.6 Noomi Eysturberg, Royn Nr.7 Marta Maria Holm, Royn Nr.8 Jósvá Højgaard, TBF Nr.9 Rakul Róadóttir, TBF Bólkur D Nr.1 Sjúrður Hjaltason, TÓR Nr.2 Hallur Ferjá, TBF Nr.3 Bára Guttesen, TBF Nr.4 Martin Bogason, TÓR Nr.5 Tove L. Andreasen, TBF Nr.6 John Bærendsen, TBF Nr.7 Fríði Biskopstø, TÓR Nr.8 William Klettheyggj, TÓR Bólkur E Nr.1 Beinta Dalfoss, TBF Nr.2 Olivur Thomsen, TBF Nr.3 Mikal Tummasarson, TBF Nr.4 Anja Wongvai, TBF Nr.5 Emil Dam, TBF Nr.6 Ninna Holm, Royn Nr.7 Niclas H. Danielsen, TÓR Bólkur F Nr.1 Rasmus Bruhn, TBF Nr.2 Elias Petersen, TÓR Nr.3 Mikkjal Joensen, TÓR Nr.4 Olivur Joensen, TÓR Nr.5 Jóannes Viderø, TÓR trondur@sosialurin.fo Nýggjur vinnari í borðtennis Knútur Jóannesarson úr borðtennisfelagnum Tór í Havn vann kappingina í Trongisvági, har tað var góð undirtøka.