mánadagur 28. november 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Venjarafelagið valdi í gjár
ársins venjarar og ársins
eldsál. Hjá monnum bleiv
tað Sámal Erik Hentze, ið
vann FM við Víkingi. Hjá
kvinnunum
bleiv
ársins
venjari Alexandar Jovevic.
Hann hevur í ár staðið á odda
fyri greipuvinnarunum úr
KÍ. Ársins ungdómsvenjari
bleiv Áki Johansen. Hann
hevur í ár verið ungdóms
venjari hjá B36.
Ársins eldsál
Umframt ársins venjarar,
so
velur
venjarafelagið
á
hvørjum
ári
eina
ársins
eldsál.
Hesa
ferð
fall valið á 57 ára gamla
Annfinn
Danielsen.
Hann er í nevndini hjá
venjarafelagnum,
men
visti ikki av, at hann varð
valdur til ársins eldsál. Tað
hevði tó eydnast leiðsluni í
venjarafelagnum, at lokka
hann til tiltakið uttan at
avdúka, at hann faktist
skuldi fáa heiðurin sum
ársins eldsál.
– Hetta er ein heiður, sum
tú ikki so lætt gloymir. Hetta
er ein stór løta, sigur Annfinn
Danielsen, sum í nógv ár
hevur verið ungdómsvenjari.
– Eg byrjaði í 1977, tá eg
var 16 ára gamal og havi verið
venjari líka síðani, sigur
ársins eldsál.
Hóast talan er um næstan
40 ár í sama yrki, so hevur
Annfinn Danielsen ongantíð
umhugsað at taka ein steðg
ella royna nakað annað.
– Eg havi hvørt ár glett
meg at sleppa í gongd,
sigur Annfinn Danielsen,
sum
eisini
setir
orð
á
motivatiónina
at
halda
áfram.
– Fyrst og fremst, so er tað
tað menniskjaliga. Tað gevur
tær nógv, at tú sær eina
menning í einum spælara og
á einum liði. Tað er stuttligt
at uppliva, sigur Annfinn
Danielsen.
Stór menning
Føroyskur
fótbóltur
hevur verið fyri stórari
menning, síðani Annfinn
Danielsen
byrjaði
sum
ungdómsvenjari
í
1977.
Fótbóltssambandið er sett á
stovn, Føroyar hava fingið
limaskap í FIFA og UEFA og
umstøðurnar eru broyttar
nógv.
– Menningin í føroyskum
fótbólt er stór. Tað hongur
millum annað saman við, at
vit í 1984 fingu venjaraskeið
hendan vegin. Umstøðurnar,
har vit millum annað hava
fingið graslíki, hava eisini
gjørt spælið betri. Somuleiðis
eru spælararnir eisini bliv-
nir betri og fáa íblástur frá
eitt nú fótbóltinum, sum teir
síggja í sjónvarpinum, sigur
Annfinn Danielsen.
Hann heldur eisini, at
tað er rætt av fótbólts
sambandinum at seta fýra
fótbóltsmennarar,
sum
skulu ráðgeva feløgunum í
samband við millum annað
ungdómsvenjing.
Sum
ungdómsvenjari síðani 1977
veit hann eisini hvat hann
tosar um.
– Eg haldi at fótbólts
sambandið ger eitt gott
arbeiði við at seta hasar fýra
fótbóltsmennarar, sum eisini
hava
kvalifikatiónirnar
í
ordan. Tað verður ein góður
stuðul
hjá
venjarunum
kring landið, sigur Annfinn
Danielsen.
Hann
hevur
verið
í
yrkinum í næstan 40 ár,
men tað er ikki vist at hann
rundar tey hálvt hundrað
árini í yrkinum.
– Nú taki eg eitt ár á
gangin, sigur 57 ára gamli
Annfinn
Danielsen,
sum
hevur verið ungdómsvenjari
hjá feløgum sum B36, KÍ,
AB, EB/Streymi og MB.
NÚ TAKI
EG EITT ÁR
Á GANGIN
Tað sigur Annfinn Danielsen, sum av venjarafelagnum
er kosin til ársins eldsál. Hann hevur verið venjari uttan
steðga síðani 1977. Tá var hann bara 16 ára gamal
Frankie Jensen frá Fótbóltsvenjarafelag Føroya handaði Annfinn
Danielsen steyp fyri at verða ársins eldsál 2016 (Mynd: Áki Johansen)
Frankie Jensen handar vegna Fótbóltsvenjarafelagið Áka Johansen
steyp fyri at verða ársins ungdómsvenjari (Mynd: Símun Eliasen)