mánadagur 28. november 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Góðan
dagin
øll
somul
og hjartaliga vælkomin í
Miðlahúsið til hesa hátíð
arløtu, nú vit geva út fót
bóltsbókina,
»Føroyskur
Fótbóltur 2016«.
Tað er við ikki sørt av
stoltleika hjá okkum, at vit
leggja fram hesa bók, sum
óføru fólkini í ítróttartoym
inum í Miðlahúsinum hava
skapt og skrivað.
Miðlahúsið,
okkara
arbeiðspláss, er eitt ikki
sørt fjøltáttað arbeiðspláss.
Vit kunnu nú til várs hátíð
arhalda, at vit hava skrivað
bløð í 90 ár – og at vit eru
einasta føroyska blað, sum er
komið út regluliga alla ta tíð,
blaðið hevur verið til. – Men
tað er serliga hesu megin
aldarskiftið, at arbeiðið hjá
okkum er fjøltáttað enn
meira við at virka á fleiri
miðlapallum samstundis.
Vit vóru fyrsti føroyski
miðilin, sum skrivaði tíðindi
á internetinum, og sunnu
dagin eru tað 19 ár síðani,
at Sámal Petur í Grund á
hátíðarhaldi í blaðhúsum
okkara úti á Argjum alment
tendraði
InternetSosialin,
sum var byrjanin til reglulig
tíðindi á internetinum.
Í
fyrstuni
var
Inter
netSosialurin
staðið,
har
fólk leitaðu eftir »seinasta
nýggja«, teimum feskastu
tíðindunum. Hetta útvikl
aðist í 2000 til Portalin, sum
í 2013 aftur útviklaði seg til
in.fo, sum vit við stoltleika
kalla Føroya fremsta og mest
lisna miðil.
Ikki fyrsta bókin
Hetta er tó ikki fyrsta bók
in, vit geva út. Vit hava
fyrr gjørt ítróttarárbøkur,
vit hava givið 20 bøkur við
tekningum hjá Óla P út, vit
hava givið greiðasøvn út og
ymiskt annað.
At fáa slíkar útgávur
í fasta legu, tað er ein av
bjóðing. Og tættirnir, vit
skriva um, eru nógvir. Men
eingin einstakur táttur man
fylla so nógv, sum fótbóltur
– og tá hugsa vit um før
oyskan fótbólt. Tí er tað so
nátúrligt, at alt tað stóra og
góða arbeiði, sum verður
gjørt av ítróttartoyminum í
Sosialinum, á Rás2 og á in.fo,
verður dokumenterað. Og
tað er tað, vit vilja við hesi
bókútgávu.
Hví?
Onkur vil kanska spyrja, hví
geva bøkur út, tá tit virka
í eini so pressaðari vinnu,
sum
gomlu
traditionellu
blaðvinnuni, sum er undir
støðugum trýsti frá talgildu
miðlunum – har vit við in.fo
sjálvi ganga á odda at bera
fólki tíðindi – eisini fót
bóltstíðindi – út gjøgnum
internetið.
Ein góður spurningur.
Men eru bløðini pressað av
talgildu miðlunum, so er
bókin altso ikki so pressað
– enn í øllum førum. Eg
merkti mær hendan dagin,
tá Kári Árting í bókasøluni
í SMS var í útvarpinum í
sambandi við bókadagarnar í
Norðurlandahúsinum. Hann
sigur, at lutfallið millum
e-bøkur og prentaðar bøkur
er 1-100. Og í londum sum til
dømis Týsklandi, har e-bøkur
ganga væl, er lutfallið 3-100.
Tí er tað við gleði, at vit
dokumentera ársins fótbólt
í hesi bók, har vit kunnu
fordjúpa okkum enn meira í
evninum.
Takk fyri
YRSTU BÓKINA
ÁRSINS
200,-
JÓLAGÁVA
Fæst í
sølubúðunum
fríggjadagin
25. november
Eirikur Lindenskov, ábyrgarblaðstjóri í Miðlahúsinum,
helt røðu í samband við bóka útgávuna. Her er røðan: