Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALV Jóannes Hansen Í gjárkvøldið varð punkt­ um sett fyri fyrstu Runa­ vík Open kapp­ingini í talvi. Fjøruti telvarar – 39 menn og ein kvinna – hava síðani síðsta mánadag sitið yvir talvborðunum. Eft­ir níggj­unda umfar sótu telv­ ar­ar­nir kring døgurða­borð­ið í fínu kantinuni í Løkshøll. Stórskermurin lýsti fram­ vegis, og tað varð tosað og viðgjørt, hvussu tað nú hevði lagað seg, um hesin leikurin ikki varð fluttur, og ein ann­ ar varð fluttur í staðin og so víðari. Tá ið teir sita yvir av hvørj­um øðrum í bún­um talvi, eru teir kapp­ing­ar­ neyt­ar. Stríðið á borðinum er eir­inda­leyst, og talan er ikki bara um kapping, men eisini um kríggj. Hjá luttakarunum er neyð­ugt at hava tamarhald á sær sjálvum. At teir hava tað, hevur verið sjón fyri søgn í Løkshøll hesa sein­astu vik­una. So títt og knapt telv­ ar­arnir hava tikið í hond­ina á hvørjum øðrum og skrivað undir seðilin, eru teir farnir inn í matarhøllina, har teir í vinarligum anda hava gjøgn­ um­gingið talvið og snar­að og vent tí henda veg­in og so hinvegin. Talvið út millum fólkið Eftir døgurðan savnaðust telv­ararnir aftur í Løkshøll, har virðislønir vórðu hand­ aðar. Finnbjørn Vang, ídni formaðurin í Talvsambandi Før­oya, var vertur. Hann nýtti høvið at takka telv­ ar­unum og rósa teimum fyri fyrimyndarliga væl av­ greidda kapping, og so takk­ aði hann kommununi fyri at hava tikið á seg at hýsa kapp­ ingini. Tórbjørn Jacobsen, borg­ arstjóri, helt røðu og handaði virðislønirnar. - Tað var í apríl mánað, at vit báðir Finnbjørn Vang fóru at tosa um møguleikan fyri at halda altjóða talvkapping her í Runavík í november. Samskiftið gekk upp á stás, og úrslitið av prátinum er, at tit fjøruti hesa seinastu vikuna hava hjálpt okkum at seta talvið í nýtt ljós her í økinum. Aðalendamálið við kappingini er at kveikja áhugan fyri talvi her. At tað er eydnast sæst aftur í, at ein rúgva av børnum nú fáa undirvísing í talvi. Talv­fel­ agið er endurstovnað, eftir at tað hevur ligið í dvala í eini fimtan ár, og vit hava gott mót um, at tað fer at eydnast at menna felagið, sig­ur Tórbjørn Jacobsen. Tað varð væl fagnað mill­um luttakararnar, tá ið borg­arstjórin boðaði frá, at onnur Runavík Open kapp­ ingin verður í Løkshøll í nov­ember í 2017, og at FM fyri einstaklingar verður í Løk­shøll í páskavikuni ella dymb­il­dagavikuni, sum hon eisini verður nevnd. - Vit eru ovurfegin um, at henda kappingin eydnaðist so væl. Tá ið hugskotið spratt, kendist tað sum um, at hetta var rótskot í turrari jørð, sum profeturin tekur til. Nú grør tað longu, og tað er huga­ligt, sigur borgarstjórin. Fjøltáttað Tað er sjáldan, at tað ber til hjá bæði yngri og eldri og hjá teimum bestu og teimum, sum ikki enn eru so stinn, at taka lut í somu kapping. So­ leiðis var tað í Runavík Open. At vera eygnavitni til at seks stórmeistarar í eina viku telva í Føroyum er fram­ úr. Í hesum døgum verður telv­að um HM í talvi, og flestu talvhugað hava fokus á finaluni í New York millum Magnus Carlsen og Sergeh Karjhakin. Møguleiki er fyri, at alt verður avgjørt í tólvta talvinum, sum verður seinni í dag. Eftir ellivu talv er støð­ an 5 ½ - 5 ½ . Sjálvandi verður tað telv­ að í fleiri øðrum kappingum, hóast altjóða virksemið so seint á árinum ikki er av tí størsta. Runavík Open er send beinleiðis á netinum, og tey eru mong, sum fylgja við kring knøttin. Samstundis sum stór­ meist­ar­ar­nir og altjóða meist­arar­nir, ið stríðast fyri at vinna stór­meist­ara normar, kappast um sig­ ur­in, so hava nógvir ungir føroyskir telvarar verið í Løks­høll. Skipanin er so­ leið­is, at teir bestu telva ímóti teimum bestu, og teir við soltnastu úrtøkuni telva ímóti hinum, sum ikki hava vunnið so nógv. Men umhvørvið er stórur íblástur, og tað er eingin ivi um, at ungu føroysku telvararnir í gjár­kvøldið fóru til hús aftur við størri íblástri, enn teir síðsta mánadag fóru undir kapp­ingina við. Einasti føroyski stór­ meist­arin, Helgi Dam Ziska, átti hægsta styrkistalið. Hann endaði eitt stig aftan­ fyri vinnaran. Helgi tapti eitt talv. Tað var leygarkvøldið í áttanda umfari, tá ið ís­ lendski veteranurin Johann Hjartarson vann á Helga. Ímóti vinnaranum, Guð­ mundi Kjartansson, telvaði Helgi Dam Ziska remis. Sjálvandi er Helgi ikki nøgdur við úrtøkuna, men Runavík Open hevur sett talvið fram í ljósið í øki, har tað í mong ár hevur verið púra oyðið, men har áhugin nú kennist vera heilt stórur HETTA VAR SU ÚR TURRARI JØ