Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 M RÓTSKOT ØRÐ hann fagnar kappingini, og hann fegnast um, at hon verður aftur næsta ár: - Málið er at stimbra før­ oyska telving. Hvussu tað skal gerast, snýr seg í hesum før­inum um at finna røttu javnvágina. Tað ber væl til at fáa fleiri stórmeistarar henda vegin at taka lut. Serliga tá ið tað so tíðliga verður staðfest, at kappingin verður aftur í november næsta ár. At tað eru nógvir stór­meistarar millum lut­tak­ ar­ar­nar ber við sær, at kapp­ ingin er áhugaverd. Men tað snýr seg eisini um, at tað er pláss fyri nógvum før­ oysk­um telvarum, og at tað harvið verður meiri sannlíkt, at tað eftir kappingina liggur nakað eftir í føroyskari telv­ ing, sigur Helgi Dam Ziska. Stinnir íslendingar 28 ára gamli íslendingurin IM Guðmundur Kjartansson vann kappingina. Hann var eitt hálvt stig frammanfyri GM Miguel Munoz úr Spania og IM Nikolaj Mikkelsen úr Danmark. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu saman við GM Johann Hjartarson og GM Jak­ob Vang Glud seks stig. Hans Kristian legði eitt sind­ur trilvandi fyri, tá ið hann bara vann hálvt annað stig í fýra umførum. So vendi hjá honum, og hann vann fýra og eitt hálvt stig í fimm teimum síðstu umførunum. Guðmundur Kjartansson átti níggjunda hægsta styrk­ istalið, og harvið var hann neyv­an roknaður millum størstu favorittarnar. Guðmundur vann fimm tey fyrstu talvini, og so telv­ aði hann fýra ferðir rem­is. Hann vann ímóti før­oy­ing­ unum Inga Wiberg og Silas Eyð­steinsson, ímóti IM Vlad­ imir Hamitevici og ímóti stór­meistarunum Johann Hjart­ar­son og Miguel Munoz. Javnleikirnir vóru ímóti altjóða meistarunum Simon Bekker-Jensen og Nikolaj Mikkelsen og í gjár ímóti FM Rógva Egilstoft Nielsen. Í sætta umfari var Helgi Dam Ziska tann fyrsti í kappingini at taka stig frá Guðmundi Kjart­ansson. Talvið teirra mill­um endaði remis. Guðmundur Kjartansson er ikki stórmeistari. Tað eru tvær treytir fyri at røkka tí heitinum. Onnur er, at telv­ arin vinnur tríggjar GM norm­ar. Tað hevur Guð­ mund­ur Kjartansson fyri nak­að síðani megnað. Hin treyt­in er, at styrkistalið røkk­ur 2500. Onkra ferðina hev­ur Guðmundur verið tætt við at megna hetta, men so er hann gliðin eitt sindur frá aftur magiska talinum. Undan Runavík Open var styrkistalið hjá Guðmundi 2438. Úrtøkan hesa seinastu vikuna ber við sær, at tað eru løgd 20,3 aftrat, so styrk­ is­talið hjá honum er nú 2458. Tað man vera ikki so lítið sann­líkt, at fyrsti vinnarin av Runavík Open verður stór­meistari, tá ið hann um eitt ár aftur verður í Runavík og telvar. Fleiri blaðungir telvarar vóru millum luttakararnar í fyrstu Runavík Open kapp­ ingini. Tann við hægsta styrk­is­ talinum var trettan ára gamli íslendingurin Vign­ir Vatnar Stef­ansson. Úr­tøkan hjá hon­um var 5 ½ stig. Eitt nú megn­aði hann remis ímóti ís­lendska stór­meistaranum Throsti Thorhal­lsson og ímóti danska IM Simon Bekker-Jen­sen. Styrkistalið hjá Vignir var við kappingarbyrjan 2299. Avrikini hesa seinastu vik­ una bera við sær, at 29,2 eru løgd aftrat. At hann í hvussu so er verður altjóða meistari um eitt ár, tá ið Runavík Open aftur verður á skrá, man tað vera lítil ivi um. Luttakararnir í fyrstu Runavík Open í talvi, sum var í Løkshøll frá mánadegnum 21. og fram til sunnudagin 27. november 2016 Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri heiðrar vinnaran Guðmund Kjartansson úr Íslandi