mánadagur 28. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
T
að
kom
sum
ein
smeitur fyri H71, tá
ið tveir av stóru pro
filunum á liðnum, playmak
arin Jónas Djurhuus og stór
skjúttin á bakkinum, Peter
Krogh, báðir fóru skaddir
av vølli í dysti ímóti Neist
anum fyri tveimum vikum
síðani. Báðir spæla ikki við
fyribils, og tískil sóu kyndils
menn helst ein sera góðan
møguleika fyri at taka stig í
Hoyvíkshøllini í gjár.
Men venjarin hjá H71,
danski Sonni Larsen, vísir á,
at maður kemur í mans stað.
- Tá ið onkur ikki er við, so
eru altíð aðrir, sum taka við
og hækka støðið. Gjøgnum
mína tíð sum hondbólts
venjari havi eg altíð lagt til
merkis, at aðrir vilja taka av,
tá ið pláss er á liðnum. Peter
Krogh og Jónas Djurhuus
eru okkum týdningarmiklir,
men vit hava eisini aðrar,
sum taka av, tá ið teir sleppa
at spæla, sigur Sonni Larsen.
Fráveran av hesum pro
filum í bakketuni førdi við
sær, at somuleiðis danski
hjálparvenjarin hjá H71, sum
annars hevði lagt hondbólts
skógvarnar á hyllina áðrenn
hetta kappingarárið, Mark
Lausen-Marcher, spældi við
í sínum fyrsta dysti hetta
kappingarárið.
Dysturin
Í fyrra hálvleiki gekk tað
sum fótur í hosu hjá hoyvík
ingum. H71 uppbygdu sær
skjótt eina leiðslu og kundu
fara væl nøgdir til hálvleiks
við einari 4-málsleiðslu - 15-11.
Í seinna hálvleiki kom
tó vend í. Verjan hjá Kyndli
lukkaði av, og upp á 10 min
uttir í seinna hálvleiki hevði
Kyndil javnað til 17-17. Tað
byrjaði eisini spakuliga at
líkjast einum útisigri, tá ið
Kyndil kom á odda 22-20 við
bert átta minuttum eftir
á klokkuni. Síðani skoraði
Kyndil bert eitt mál aftur
at, og tað gagnnýttu hoy
víkingar. Endin var tann,
at Dánjal Tórgarð kundi
tryggja H71 sigurin í seinasta
minuttinum, og harvið vann
H71 24-23.
Glaður fyri at
vera í H71
Sonni Larsen er á fyrsta
sinni komin til Føroya í ár at
royna seg sum venjara. Í fjør
vann H71 grundspælið sera
sannførandi, og tí er onki
løgið í, at fyri hoyvíkingar
verður onki annað enn ein
plasering ímillum tey allar
fremstu góðtikin.
- Okkara mál og mið eru,
at vit skulu vera við í topp
inum, tá ið kappingin endar,
sigur Sonni Larsen avgjørd
ur.
Seinastu árini hevur kjak
javnan tikið seg upp ímillum
føroysk
hondbóltsáhugað,
um kappingarskipanin í Før
oyum, har næstfremsta liðið
spælir seg í eina finalu ímóti
fremsta liðnum, er rættvís.
Í fjør kendu hoyvíkingar
sviðan av hesi skipan, tá ið
H71 so ruddiliga vann grund
spælið, men kortini tapti
avgerandi finalurnar ímóti
VÍF. Venjarin hjá H71 sigur tó,
at honum dámar skipanina
við FM-finalum væl.
- Við teimum umstøðum,
sum føroyskur hondbóltur
virkar í, er núverandi kapp
ingarleistur ein góð loysn.
Føroyska
hondbóltsvøran
er góð, og sum eg skilji á lag
num, so møta ein rúgva av
fólki upp til finalurnar, sigur
Sonni Larsen.
Sonni Larsen sigur eisini,
at honum dámar sera væl at
vera í H71 - betur, enn hann
hevði væntað.
- Eg eri glaður fyri at vera
í H71, og satt at siga eri eg
meira hugtikin av at vera her,
enn eg hevði væntað. Bæði
hondbóltsliga og menniskja
liga haldi eg H71 vera eitt
sera gott felag - alt felagið
er sum ein stór familja, sigur
Sonni Larsen at enda.
Onki stig til Team
Klaksvík hesaferð
Í farna kappingarári vann
Team Klaksvík sær bert
eittans stig í FTZ-deildini.
Hetta stigið kom í allar síðsta
umfari, tá ið klaksvíkingar
tryggjaðu sær ein javnleik á
Skála ímóti StÍF. Júst StÍF er
eitt mótstøðulið, sum klaks
víkingum munnu dáma væl,
tí at einsamalla stigið, sum
Team Klaksvík hevur vunn
ið í hesum kappingarárinum,
varð
somuleiðis
vunnið
ímóti júst StÍF. Í tí dystinum
søplaði Team Klaksvík eina
4-málsleiðslu burtur seinastu
minuttirnar. Tískil sóu klaks
víkingar óivað ein møguleika
fyri, at fyrsti sigurin í rúma
tíð skuldi koma til høldar, tá
ið strandingar vitjaðu í Bad
mintonhøllini í Klaksvík.
Í fyrra hálvleiki var mun
urin ímillum liðini ikki tann
heilt stóri, men tó fór StÍF
til hálvleiks frammanfyri
við fýra málum - 16-12. Í
seinna
hálvleiki
byrjaði
heimaliðið at bíta frá sær, og
tað bleiv heilt spennandi, tá
ið munurin varð minkaður
niður í tvey mál við 12 min
uttum eftir. Tá var støðan
24-22 til StÍF.
Sjey minuttir seinni var
tó alt liðugt. Team Klaksvík
megnaði ikki at skora nakað
mál hesa løtuna, meðan
málini skolaðu inn í hinum
endanum. StÍF kom á odda
30-22 hesa løtuna, og enda
liga úrslitið gjørdist 34-26 til
StÍF.
- TAÐ ERU ALTÍÐ
AÐRIR SUM TAKA VIÐ
Tveir av størstu profilunum hjá H71, Peter Krogh og Jónas Djurhuus, spældu ikki við ímóti Kyndli
í vikuskiftinum, men kortini eydnaðist tað hoyvíkingum við biti og sliti at vinna ímóti grannunum.
- Tað eru altíð aðrir, sum taka við og hækka sítt støði, sigur danski venjarin hjá H71
H71-Kyndil 24-23 (15-11)
H71: Hilmar Leon Jacobsen 5, Dánjal Tórgarð 5, Pætur Thomsen 3, Mark
Marcher 3, Rúni Vest Højgaard 3, Bogi Gaard Davidsen 2, Helgi Hoydal 1,
Vilhelm Poulsen 1 og Ári Dam 1.
Kyndil: Hørður Fannar Sigtórsson 7, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Høgni Klein
Olsen 4, Josef Abrahamsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, David Edvardsen
2, Hans Áki Dal Christiansen 1 og Bartal Klein Olsen 1.
Team Klaksvík-StÍF 26-34 (12-16)
Team Klaksvík: Finnur Hansson 5, Henrik Justesen 5, Jacob Knudsen 4,
Hanus Norðberg 4, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Hans Arne
Thomsen 1 og Beinir Johannesen 1.
StÍF: Sveinur Justinussen 12, Pætur Johansen 8, Teitur Nilssen 5, Allan
Norðberg 4, Borgar Persson 3 og Fríði Djurhuus 2.