mánadagur 28. november 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Komandi vikuskifti verður
nakað so stórfingið og sjáld
samt sum ein HM-undan
kapping í Føroyum. Hetta
her at henda, tá ið føroyska
kvinnulandsliðið skal spæla
ímóti Makedonia, Ísland og
Eysturríki. Í samband við
undankappingina
er
før
oyski hópurin úttikin, og
hesin hópurin hevur verið
í Danmark og royndarvant
hetta vikuskiftið sum fyri
reiking til HM-undankapp
ingina.
Taptu við 14 málum
- Vit hava vant nógv og eisini
spælt
ein
venjingardyst
ímóti einum liði, sum eitur
SK Aarhus. Vit taptu við heili
14 málum ímóti SK Aarhus,
sum er eitt sera gott lið úr
bestu kvinnudeildini í Dan
mark. Støðið á tí liðnum er
sera gott, og fyri okkum var
dysturin sera trupul. Men vit
læra eisini okkurt av einum
slíkum tapi.
Soleiðis sigur annar av
venjarunum
hjá
kvinnu
landsliðnum,
Andreas
F.
Hansen. Hin venjarin er van
ligi venjarin hjá neistamonn
um, Scott Harrington.
Hóast
úrslitið
ímóti
danska mótstøðuliðnum, so
heldur Andreas F. Hansen,
at føroyska landsliðið hevur
fingið nógv burturúr á venj
ingarleguni.
- Vit halda avgjørt, at vit
hava fingið nógv burturúr
hesar dagarnar. Fyri sosialu
bondini er tað gott, at hóp
urin hevur verið savnaður í
nakrar dagar. Eisini hava vit
gagnnýtt høvi at venja ym
iskt og síggja, hvat vit fáa
at rigga. Dysturin ímóti SK
Aarhus vísti tó avgjørt eisini,
at vit hava sæð, hvat vit
kunnu gera betur. Vit hava
sæð framgongd á liðnum í
mun til, áðrenn vit fóru av
landinum, sigur venjarin,
sum er pápi tveimum av
landsliðsleikarunum, Báru
Krossteig Hansen og Súnu
Krossteig Hansen, ið báðar
spæla við Kyndli.
Eru væl fyri
Nú nærkast í hvørjum, at
HM-undankappingin,
sum
skal spælast í høllini á Hálsi,
fer av bakkastokki. Hetta
kvinnulandsliðið er kanska
ikki so væl samanspælt, men
venjarin heldur, at føroyska
liðið er væl fyri.
- Vit eru so væl fyri, sum
vit kunnu vera. Vit fara at
venja allar dagar í vikuni,
týsdagur undantikin, áðrenn
fyrsti dysturin er á skránni
fríggjadagin. Vit hava fýra
venjingar
áðrenn
dystin
ímóti Makedonia, og vit vita,
at har er ymiskt, sum vit
skulu betra, sigur Andreas F.
Hansen.
Landsliðsvenjarin sigur,
at á pappírinum eru mót
støðuliðini hjá Føroyum væl
sterkari enn vit.
- Ongin ivi er um, at vit
eru “underdogs”. Hini londini
hava luttikið í bæði undan
kappingum og endaspølum
áður. Fleiri av leikarunum
á mótstøðuliðunum hava
eisini spælt ímillum 100 og
200 landsdystir. Mótstøðu
liðini eru væl betri enn vit
á pappírinum, men vit hava
heimavøll og ætla at gera ein
vørr, sigur Andreas F. Han
sen
Ikki við fyri at læra
Spurdur, um hendan undan
kappingin fer at blíva brúkt
sum lærdómur til framtíðar
avbjóðingar,
sigur
lands
liðsvenjarin, at tað er ikki
høvuðsendamálið.
- Vit eru ikki við fyri at
læra. Hondbóltssambandið
hevur meldað landslið til
hesa kappingina, tí ætlanin
er at vera við í altjóða hond
bólti. Er man við í altjóða
hondbólti, so er tað tí, at vit
ætla okkum so góð úrslit
sum gjørligt. Tað ynskja vit
øll, sigur Andreas F. Hansen.
At enda staðfestir lands
liðsvenjarin,
at
føroysku
kvinnurnar hava ætlanir um
at gera bart í komandi HM-
undankappingini á heima
vølli.
- Vit hava vónir um at fáa
eina góða kapping. Okkara
kvinnur eru uppsettar eftir
at vísa føroyska hondbólts
heiminum,
at
føroyskur
kvinnuhondbóltur er verdur
at satsa uppá, sigur Andreas
F. Hansen at enda.
KVINNURNAR
ERU UPPSETTAR
Komandi vikuskiftið skulu Føroyar verða vertstjóð fyri HM-undankapping hjá kvinnum. Sum
fyrireiking til kappingina hevur føroyska kvinnulandsliðið verið á venjingarlegu í Aarhus. - Okkara
kvinnur eru uppsettar eftir at vísa føroyska hondbóltsheiminum, at føroyskur kvinnuhondbóltur
er verdur at satsa uppá, sigur annar av venjarunum á landsliðnum, Andreas F. Hansen
Mynd: Instagram-síðan hjá hondbóltssambandinum
Landsliðsvenjarin, Andreas
F. Hansen, saman við
báðum døtrunum, Báru
og Súnu, ið báðar eru við
í landsliðshópinum