mánadagur 28. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. HEY SONNI RAGNAR, TÚ
HEVUR AKKURÁT VERIÐ Í
MOLDE. HVUSSU VAR TAÐ?
Tað var stuttligt, at teir vildu hava
meg at hyggja eftur umstødunum,
býnum og umhvørvinum. Eg
havi heilsað upp á nógv góð fólk í
Molde, sum tóku sær væl av mær,
og vístu mær runt á leikvøllinum
og býnum.
2. Tú møtti Ole Gunnar
Solskjær, sum var ein
hetja í Manchester
United á sinni. Hvat
segði hann við teg?
Hann segði alt gott. Hann tosaði
nógv um fótbólt og um Molde.
Tað var jú har, at alt byrjaði fyri
hann Eg fekk nógv góð ráð frá
honum um fótbólt, og eisini um
lívið uttanfyri fótbólt. Hann vísti
mær runt á leikvøllinum. Tað var
spennandi at fáa eitt prát við
hann.
3. Hvat er status hjá tær
í løtuni við fótbóltinum?
Status er, at eg havi eitt ár eftir
av sáttmálanum í FH, so fáa vit
at síggja, um eg haldi fram har
ella skifti til annað felag. Fyrst og
fremst, so vil eg gera tað gott í FH.
4. Nú eru skjótt jól.
Ert tú jólaligur?
Eg
eri
jólaligur,
dámi
væl
jólastemning og haldi tað er ein
fantastiskt tíð.
5. Hvussu fert tú at
halda jól í ár?
Eg fari at halda jól saman við
familjuni og soninum. Tað er
tað vanliga at slappa av, men
samstundis halda men í form,
so eg verið klárur til komandi
kappingarár.
Vikan ið fór
Kvinnulandsliðið
í hondbólt er á venjingarlegu
í Danmark. Tær fyrireika
seg til kapping í Føroyum
síðst í hesi vikuni
H71
leggur seg greitt á odda í
FTZ-deildini við sigri á Kyndli,
hóast hyvíkingar eru fyri uttan
fleiri av berandu kreftunum
Jákup Thomsen skorar hattrik,
tá U19 liði hjá FC Midtjylland
við 3-0 sigri á Malmø, vinnur
seg í NM finaluna fyri U19 lið.
Brandur Hendriksson Olsen
fær fyrsta dystin frá byrjan
í superliguni, tá Randers
tapur 2-0 fyri AaB.
07 Vestur ger avtalu við
Ken Fagerberg, sum eina
ferð kostaði FC Midtjylland
15 milliónir krónur
Steven Gerrard boðar frá, at
hann gevst at spæla fótbólt.
Fyrrverandi liðskipari hjá
Liverpool hevur seinast
hálva annað árið spælt
við LA Galaxy í USA.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
13. september 1997 skoraði Ian
Wright sítt mál nummar 179 fyri
Arsenal. Tey tvey málini, sum
myrki framherjin skoraði hendan
dagin, vóru heilt serlig, tí at tey
merktu, at Ian Wright hendan
dagin bleiv tann mest skorandi
leikarin í søguni hjá Arsenal.
Tá ið hetta hendi var Ian
Wright 33 ára gamal. Talan er
um eina sanna legendu í enskum
fótbólti, sum hevði síni bestu
fótbóltsár, tá ið hann var farin
um tey 30. Søgan um Ian Wright
gerst enn meira undrunarverd, tá
ið hugsað verður um, at hann ikki
gjørdist fulltíðar yrkisleikari, fyrr
enn hann bleiv 22 ára gamal.
Í 1985 var Ian Wright nevniliga
»bara« ein vanligur arbeiðari í
London, sum spældi á einum
liði í Sunday League. Sum yngri
hevði Ian Wright verið til ymsar
royndarvenjingar,
men
onki
felag tordi veruliga at geva
honum kjansin, og tískil hevði Ian
Wright so at siga droppað allar
ætlanir um at blíva ein kendur
fótbóltsleikari.
Talentið hjá Wright var tó
eyðsýnt.
Crystal
Palace
gav
honum kjansin í 1985, og har
skapti Wright sær eitt navn.
Sum 28 ára gamal fór Wright til
Arsenal, og har skoraði hann heili
185 mál í 288 dystum.
Bókin »A life in football« snýr
seg sjálvandi fyrst og fremst
um fótbóltslívið hjá Ian Wright,
men lesarin gerst
skjótt varugur við, at tú lesur um
nógv meira enn bara fótbólt. Ian
Wright greiðir frá sínum harða
uppvøkstri, síni nógvu børn við
fleiri ymsum kvinnum og hvussu
tað er at arbeiða í sjónvarpi, har
Wright hevur gjørt nógv um
seg, síðani hann legði gaggurnar
á hyllina. Ein góð bók, sum
eisini gevur eitt innlit í, hvussu
tað er at vaksa upp í bretska
høvuðsstaðnum.
LES UM: Tú tímir at lesa um ein
mann, sum úr trongum korum
hevur arbeitt seg upp til at blíva
ein sonn stjørna.
IKKI LES UM: Íshokki ikki sigur
tær nakað sum helst.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Tú til
dømis ikki tímir at lesa um, hvat
Wright heldur um tónleik og
annað, ið ikki hevur við fótbólt
at gera
HVUSSU ER AT LESA: Sera spenn
andi og lívsjáttandi. Til tíðir kann
bókin tó blíva eitt sindur ov
langdrigin
HVAT SIGUR TÚ: Sera góð bók,
men eg eri eisini eitt sindur litaður
Arsenal-fjeppari
INFO: Ian Wright var mest skor
andi leikari hjá Arsenal í átta ár,
áðrenn Thierry Henry yvirtók
málmetið
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, um at
spæla móti Sunderland á Anfield
José Mourinho, venjari hjá Manchester
United, um 4-0 málið móti Feyenoord
– Eg havi aldrin spælt móti
einum so verjukendum liði
– Um liðið hjá onkum øðrum venjara
skoraði hatta málið, so høvdu øll róst tí
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sonni Ragnar Nattested
Aldur:22
Starv:(Fótbóltur, FH Ísland)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu eitur Steven Gerrard til millumnavn?
2 Steven Gerrard hevur primert spælt við trimum tølum á
rygginum í Liverpool? Hvørji eru tey?
3 Hvat nummar hevði Steven Gerrard fyri tað mesta á
enska landsliðnum?
4 Hvussu nógv mál skoraði Steven Gerrard fyri Liverpool
samanlagt? 146, 166 ella 186?
5 Hvussu nógvar landsdystir spældi hann? 94, 104 ella 114?
6 Hvat ár spældi Steven Gerrard sín fyrst dyst fyri
Liverpool?
7 Hvussu gamal er Steven Gerrard í dag?
8 Steven Gerrard hevur júst skorað eitt tað
týdningarmesta málið í yrkisleiðini, men hvørjum spældi
Liverpool ímóti og hví var málið týdningarmikið?
Quizzin, svar:
1: George 2: 28, 17 og 8 3: 4 4: 186 5: 114 6: 29/11: 1998 móti
Blackburn 7: 36 ár 8: Skoraði til 3-1 móti Olympiakos.
Liverpool skuldi vinna við tveimum fyri at koma víðari í
Champions League í 2004/2005.
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
Dokumentarurin:
A life in football
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!