Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. november 2016 · Nr. 137 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Spennandi, altjóða talvkappingin »Runavík Open« er júst farin afturum. Tíverri eydnaðist tað ikki okkara stórmeistara, Helga Dam Ziska at vinna kappingina, men tveir føroyingar vóru ikki langt frá oddinum. Umframt Helga Dam Ziska, so eydnaðist tað eisini Hans Kristian Simonsen at røkka seks stigum í kappingini. Hann og Helgi Dam Ziska komu soleiðis at verða bert eitt stig frá oddastøðuni hjá íslendska altjóða meistaranum, Guðmundi Kjartanssyni, sum vann kappingina.     Runavíkar kommunu við Torbjørn Jacobsen og Helga L. Petersen á odda eigur at heiðrast fyri at hava lagt rygg og snotulig høli til eina prestisjufulla talvkapping, sum fær nógv rós frá útlendsku telvarunum fyri góð hølisviðurskiftir, og fyri at verða ein framúr væl fyrireikað talv­ kapping. Eitt ítróttarvinarligt býráð er valt til komandi valskeið í Runavíkar kommunu, so tað skuldi ligið væl fyri at hildið fram við at reikað fyri »Runavík Open« talvkappingini, umframt at virka fyri, at aðrar umstøður hjá ítróttini í Runavíkar kommunu verða bøttar munandi komandi árini. Og verður litið aftur á vallyftini hjá valevnunum, ið eru vald til komandi skeið, so fer at liggja væl fyri at telva tað talvið.     Jákup Mikkelsen, tingmaður hjá Fólkaflokk­ inum hevur funnið fram ein íslendskan frimil, sum hann við einum løgtingsuppskoti ætlar at gera til ein føroyskan frimil eisini. Í Íslandi hava tey sýnt stóra virðing og takklæti til teir, sum eru blivnir stórmeistarar í talvi. Í rættiliga mong ár hava íslendsku stórmeistararnir verið á íslendsku fíggjarlógini. Hetta hevur verið gjørt við einari "Win Win" støðu í huga. Íslendsku stórmeistararnir hava fingið eina løn, sum svar­ar til eina akademikaraløn, ella eina løn hjá einum lærara á Háskóla Íslands. Hendan lønin hevur havt tveir fyrimunir við sær. Íslendsku stórmeistararnir hava havt umstøður at hug­ savna seg um telvingina, uttan at óttast at hava til dagin og vegin. Men lønin hevur eisini givið íslendsku stórmeistarunum ein møguleika, sum teir gleðiliga hava tikið av. Teir hava brúkt part av sínari tíð at undirvísa í talvi, sum saman við Bridge er ein tann mest heilamennandi ítróttin, sum finst. Tað hevur so aftur hækkað støðið á venjingini hjá børnunum og teimum ungu í Íslandi. Tí er hetta væl sæð av Jákupi Mikkelsen.     Ein slík løn til Helga Dam Ziska kann hava júst somu jaligu avleiðingar fyri føroyska sam­felagið. Helgi Dam Ziska kann hugsavna seg, og venja harðari til at mennast enn meiri, sum altjóða telvari, og harvið vinna Føroyum enn meiri heiður og æru. Samstundis kann gløggi og væl orðaði ungi maðurin geva nakað aftur til føroyska samfelagið við at menna børn og ung stórliga við teirra telving. Hetta letur upp fyri einum møguleika, at vit fáa enn fleiri stórmeistarar í heimsins størsta og elsta heilaítrótti. Tað eru úrmælingarnir innan tónleik, list, bókmentir og ítrótt, sum lyfta tjóðina, og geva okkum nakað at standa saman um. Latið okkum standa saman um frálíka uppskotið hjá Jákupi Mikkelsen. Tað snýr seg ikki bara um at fáa ein stórmeistara á fíggjarlógina, men eisini at fáa ein menningarmøguleika fyri børn og ung á fíggjarlógina. »Runavík Open« og løn til stór­meistarar Terji Nielsen Á Oyggjaleikunum á Ber­ muda í 2013 vóru eingir føroyskir svimjarar við, og stórur saknur var í teimum. Ikki minst á heiðurs­ merkjatalvuni, tí har plaga føroysku svimjararnir av álvara at gera um seg. Í 2015 vóru svimjararnir við aftur, tá ið Oyggjaleikirnir vóru á Jersey, og teir vera eisini við komandi summar, tá ið leikirnir vera á Gotlandi, hóast EJM er í Ísrael sam­ stundis. Svimjararnir vilja heldur Oyggjaleikir Rókur í Jákupsstovu, for­ maður í Svimjisamband­inum, sigur, at vanliga liggur EJM mitt í juli mánaða, meðan Oyggja­leikirnir eru síðst í juni. • Men í ár fellur tað so samstundis, og tað vísir seg, at svimjararnir vilja heldur Oyggjaleikirnar. Tað er sjálvandi eisini ein væl bíligari kapping at fara til, tí eg vildi mett, at vit fáa tveir svimjarar til Oyggjaleikirnar fyri sama prís, sum tað kostar at senda ein svimjara til EJM í Ísrael, sigur Rókur í Jákupsstovu. Formaðurin í Svimjisam­ band­inum sigur, at har­ umframt er eisini stór kapping í Føroyum bert eina viku eftir Oyggjaleikirnar á Gotlandi. –Tá hava við NMU, sum er norðurlandameistarakapping fyri ung, á skránni í Pálshøll í Vági. Tað er fyrstu ferð, at ein altjóða kapping er í Pálshøll, sigur formaðurin í Svimjisambandinum. Væntar sera gott úrslit At Oyggjaleikirnar kom­ andi ár eru á Gotlandi, sær formaðurin í Svimji­sam­bandi Føroya sum ein stóran fyrimun fyri føroysku svimjararnar, og at tað fer at síggjast aftur á úrslitinum. • Vit føla okkum meiri heima, tá ið vit eru í Norðurlondum heldur enn í einum landi, har tað verður tosað enskt. So eg rokni við einum øgiliga góðum úrsliti í summar, sigur Rókur í Jákupsstovu. Hann greiðir frá, at tað eru fýra kappingar í vetur, sum eru sonevndar úttøkukappingar, og tvær av hesum eru longu avgreiddar. • Higartil eru níggju svimjarar, sum hava kvalifiserað seg til Oyggja­ leikirnar, men eg vænti, at vit fara avstað við metstórum hópi í summar, sigur formaðurin í Svimjisambandi Føroya. Nógv á skránni Tað er nógv á skránni hjá føroyskum svimjarum í løtuni. Umframt áðurnevndu úttøkukappingar til Oyggja­ leikirnar, so eru føroyskir svimjarar eisini javnan við í altjóða kappingum. Og í næstum verður farið til heimsmeistarakapping. • Vit fara um heilt stutta tíð við trimum svimjarum til heimsmeistarakappingina á stuttgeil, sum verður í Kanada. Tað verða tey trý, Pál Joensen, Óli Mortensen og Sára Nysted, sum fara við til HM. Samstundis er NM og NJM á skránni í Kolding í Danmark um eini tvær vikur, og har fara ikki færri enn 17 føroyskir svimjarar at taka lut, sigur Ròkur í Jákupsstovu at enda. VELJA OYGGJALEIKIR FRAM UM EJM Svimjisamband Føroya sendir eitt fullmannað landslið til oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar, hóast EJM er í Ísrael samstundis Mynd: Finnur Justinussen Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag er ein av trimum føroyskum svimjarum, sum í næstum fer til HM á stuttgeil í Kanada, og hann verður iva­leyst eisini partur av føroyska landsliðnum, sum fer at taka lut á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar