mánadagur 28. november 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hvørji ráð eru móti timbur-
monnum eftir jólaborðhald
– Tað vágiliga við at blanda vín, øl og snaps saman er, at sløgini hava ymiskar nøgdir
av alkoholi í sær. Tí kunnu fólk, sum drekka av fleiri sløgum, missa tamarhaldið
á samlaðu alkoholnýtsluni, sigur kostráðgevin, Heidi Rydahl Jensen
Vilmund Jacobsen
T
að er í tíðini undan jólum, um jólini og
um nýggjársleitið, at familjur hittast, og
vinir ella starvsfelagar savnast til árliga
jólaborðið. Hetta er eisini tíðin, tá meira verður
drukkið av alkoholi enn gjøgnum árið annars.
Munur er á, hvat tú kundi, tá tú var yngri, og
nú tú ert vorðin tilkomin. Munurin merkist ikki
minst dagin eftir veitsluna, har mangur hevur
sannað, at tað ikki ber til at drekka sum fyrr.
- Nøgdin av vætu í kroppinum minkar við
aldrinum, og tí gevur sama nøgd av alkoholi,
sum tú drakk áður, eina hægri promillu.
Tað veit danska Heilsustýrið at siga.
- Kroppurin hevur ikki sama mótstøðuføri
mótvegis alkoholi á tilkomnum árum, sum tá
tú var yngri. Tí eru ymisk góð ráð, ið tú sum
tilkomin kanst brúka, tá tú fert til eitt jólaborð.
Hesi ráð eru tó ikki bara til tey tilkomnu,
men eisini til tey yngru, sum eru í veitslulag.
Felags fyri øll, sum fara út at hugna sær
og sum ætla sær at drekka, er, at veitslufólk -
yngri sum tilkomin - frammanundan hava etið
okkurt, tí alkohol er harður kostur fyri magan.
Matur hevur týdning
Heidi Rydahl Jensen, sum er danskur
kostráðgevi, sigur, at maturin ger, at kroppurin
hevur okkurt at arbeiða við, sum ikki bara er
eitur. Alkohol er reint eitur fyri magan, men
hevur tú etið, áðrenn tú drekkur nakað serligt,
fer alkoholið ikki so skjótt út í blóðið.
- Tá drukkið verður niður í tóman maga,
verður tíðin frá tí, at tú verður full/-ur, til tú
verður illa fyri og skirvislig/-ur, styttri. Ja,
henda tíðin verður so stutt, at tú ikki nær at
steðga, meðan tíð er. Ráðini eru tískil at eta
nógv við jólaborðið, og skilagott er eisini at eta
feitan mat, fisk og groft breyð.
Heidi Rydahl Jensen vísir á, at tað er serliga
vágiligt at drekka snapsir niður í tóman maga.
Drekkur tú ikki alkohol vanliga, er tað snapsin,
tú eigur at halda teg burtur frá.
- Eini gomul og góð ráð eru, at tú eigur
ikki at blanda øl og vín saman, tá tú drekkur,
tá henda blanding kann geva ógvusligar
timburmenn. Tað er einki sum prógvar, at hetta
er so, men kortini kann nakað vera um tað.
Kostráðgevin sigur, at tað vágiliga við at
blanda vín, øl og snaps saman er, at sløgini
hava ymiskar nøgdir av alkoholi í sær, og tí
kunnu fólk, sum drekka av fleiri sløgum, missa
tamarhaldið á samlaðu alkoholnýtsluni.
- Onnur góð ráð eru at drekka nógv vatn,
meðan kvøldið gongur og gjarna eisini, áðrenn
tú fert í song.
Heidi Rydahl Jensen vísir á, at timburmenn
ikki minst er troyttleiki, og tá vit hava fingið
ríkiligt av alkoholi, er ikki altíð, at likamið klárar
at brenna alt, meðan vit sova.
- Tað er ótørvurin - ella avfallsevnini - sum
vit framvegis hava í likaminum, sum gera, at vit
hava timburmenn, leggur danski kostráðgevin
aftrat.
Nøkur
góð ráð
Hvørji eru so góðu ráðini móti timbur
monnum?
• Steðga við at drekka einar 2-3 tímar,
áðrenn tú fert í song. Tak ein sving
om á dansigólvinum, so tú brennir
eitt sindur av alkoholi. Tað verður tú
glað/-ur fyri dagin eftir.
• Um alkoholið legði ein ”dempara” á
matarlystin við jólaborðið, kanst tú
eta onkran bita fyri songartíð, soleiðis
at likamið hevur okkurt at arbeiða við.
• Drekk vatn leypandi gjøgnum kvøldið,
helst eitt vatnglas millum hvønn
snapsin. Eitt stórt glas við vatni við
bæði salti og sukuri smakkar ikki væl,
men tað er gott móti timburmonnum,
tá tað verður drukkið fyri songartíð.
Keldur: Diætisthuset/
Sunhedsstyrelsen & Netdoktor
– Timburmenn er ikki minst troyttleiki,
og tá vit hava fingið ríkiligt av alkoholi,
er ikki altíð, at likamið klárar at brenna
alt, meðan vit sova, sigur kostráðgevi
– Tað er skilagott at drekka nógv
vatn, meðan kvøldið gongur og gjarna
eisini, áðrenn tú fert í song, sigur
kostráðgevin, Heidi Rydahl Jensen