Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016 28 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Barbara Holm STÓLUR IN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TVEIMUM ORÐUM: Feminist og føroyingur við stóra F HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Iphone HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐARUPPLIVING? Eg havi nógvar fantastiska góðar summarfrítíðarupplivingar. Tann seinasta var við Rynkeby ferðalagnum úr Klaksvík til París og síðani eina viku í suður Fraklandi. Tað var gott. HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Tað dugi eg illa at meta um. Men mínir starvsfelagar siga, at eg brúki óvanliga nógv vendingina »og pumpestokk« HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Mammu'sa lambasteik. HVAT GLEÐIR TEG? Tá fólk rundanum meg eru glað. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Í Miðlahúsinum HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Rock og jazz fyri tað mesta, og so elski eg føroyskan tónleik av at kalla øllum slag. HVAT ER BESTA ÍLØGAN TÚ HEVUR GJØRT? Míni hús og míni ár undir útbúgving. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Slappa eitt sindur meira av. Óruddið fer ongan veg. HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Eg eigi ein hund. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Bjóðað familju og vinum at ferðast. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Sama og rindað húsalánið. HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tað besta er, at her eru so óendaligir nógvir møguleikar, um bara vit hava hugflogið til at hugsa og droyma stórar tankar, og um bara vit duga at fara víðari við teimum. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Hvar eg eri hevur ikki so stóran týdning. Spurningurin er heldur, hvør eg eri um 10 ár. Eri feminist við stóra F Møguleikarnir í Føroyum eru óendaligir