mánadagur 28. november 2016síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016
29
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
N
ú Býarsavnið hjá Birgari Johannessen er fingið til vega í høvuðsstaðnum,
eru nógvar forvitnisligar myndir komnar undan kavi.
Her er mynd av einum Saab 93 hjá Lis og Hans Frederiksen, sum
høvdu baðstovuna Skodsborg við Dalavegin í Havn, tað sum nú eitur Dalatún.
Bilurin hevur nummar Fø567.
Á myndini verður bilurin hivaður umborð á íslendska ferðamannaskipið M/S
Hekla, sum sigldi millum Ísland, Føroyar, Danmark og onnur Norðurlond frá
1954 til 1966.
Saab stendur fyri Svenska Aeroplan Aktie Bolaget. Hesir Saab 93 vórðu
gjørdir frá 1956 til 1959.
Úr myndasavninum hjá Birgari Johannessen
BILASØGA
Saab 93 verður
hivaður umborð
á Heklu
Spennandi framsýning letur upp í Perluni hósdagin 1. desember
Framsýningin »Fólkið, Bókin, Landið« letur upp hósdagin 1. desember kl.17.00 í Perluni í Tórsgøtu.
Hetta er ein søgulig framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava skipað.
Robert Wistrich, sáli, professari við lærda háskúlan í Jerúsalem hevur skrivað tekstin.
Framsýningin er bygd á eina granskingarverkætlan og gevur okkum gott innlit í tað 3500-ára langa
sambandið millum Jødafólkið og Halga Landið, líka frá bíbilska upprunanum í fornaldar kongaríkjum
undir Dávidi og Sálomon, frá grundan Jerúsalems til seinna Templið verður lagt oyðið, frá rómversku
hertøku Judea til byrjan kristindómsins; frá krossferðunum til muslimskt ræði, frá útlegd til niðurse-
tufólkið endurbygdi landið, frá samráðingar - ágrýtni og endurføðing av nýggju tjóðini, sum nærum
varð týnd í Evropa í Seinna heimsbardaga ... fram til at nýggi staturin Ísrael verður stovnaður og
jødafólkið nú flytur aftur til land fedra teirra.
Framsýningin hevur verið sýnd í UNESCO-høvuðssætinum í París, í ST í New York, í Knesset í Jerúsalem,
í Kongressini í Washington D.C., í Vatikaninum í Rom og aðrastaðni við.
Framsýningin er ætlað almenninginum, men er eisini sera áhugaverd fyri skúlaflokkar, serliga fram-
haldsdeildum og hægri skúlum.
Les meira á shalom.fo
Tórshavn í Perluni 1. - 8. desember